Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-17, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. oktober 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. oktober 2016 · Nr. 119 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB So bleiv tað til leygardags fótbólt i næsta ár. MEN, stórdystur á Argjum leygardagin móti Víkingi, gott fyri kassan. Vit flongdu og kostaðu HB europa, bukaðu KÍ, so...... Kanska...... KRISTIAN JOENSEN KÍ Tigarar og pingvinir eru ikki at stóla uppá, tað er eisini orsøkin til at tey ikki eru húsdjór, vit stóla fult og fast uppá at frensanir eta rosinurnar og skraða skurðarnir niður komandi vikuskiftið. FM vónin livur enn. SÆBJØRN LEITI ÍF 4-1 millum 5 og 6 tað er ikki gott nokk, KÍ kemur til okkum sísta dyst kanska verður tað 3 stig til okkum Koyr á ÍF ALLAN ENGHAMAR HB - LISSI MOURITSEN B36 Øll sum elska hvítir hoppa nú hoppa nú ! JAN B. ANTHONIUSSEN NSÍ Tað var ongantíð nakað ivamál um at vit fóru at vinna. Meira hvussu nógv. Brendu dekan ov nógvar kjansir, men 4 mál bleiv tað so til allíkavæl! Triðja plássið er tryggjað, og Klæmint er, sum so ofta fyrr, á markinum at taka metið! Nú fara vit út á Toftir, at enda við einum braki! Góðir! FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Spurningurin í hesum um­far­ inum var fyrst og fremst, um Víkingur fór at standa stóru FM royndina á heimavølli ímóti meistaraliðnum tvey tey seinastu árini. Víkingur vann 2-0 ímóti B36, sum í fyrra hálvleiki hevði gott tak á spælinum og spældi seg til fleiri góðar møguleikar. Dystargongdin minti nógv um hana á ólavsøku, tá ið B36 spældi væl og til­tuskaði sær fleiri møgu­leikar í fyrra hálvleiki, og tá ið Víkingur vann 2-0. Undan­farnu árini var Lukasz Cieslewicz ofta avgerandi, tá ið hann sum ketta úr høvda­trog skoraði og koppaði tí B36 til fyrimunar. Soleiðis hevur tað ikki verið í ár, og soleiðis var tað ikki í gjár, tá ið Lukasz fleiri ferðir var í góðum støðum, uttan at hann hevði eydnuna við sær. Venjararnir í hinum feløgun­um eru samdir um, at Víkingur vinnur FM á Argjum leygar­dagin: – AB er flutt niður, og Víkingur ríður á FM alduni. Tí er eingin ivi um, at Víkingur fer at vinna á Argjum, sigur HB venjarin, Jan C. Dam, og B68 venjarin Eliesar Olsen er samdur: – Nú liggur tað til Víking, sum blakar FM heitið burtur, um tað ikki eydnast, sigur Eliesar Olsen. Páll nærkast toppinum KÍ var stórfavoritur á heima­vølli ímóti B68, og tað eydnaðist at vinna 6-0. Tríggir av stuðlunum higar­ til í ár vóru ikki við – Ahmed Mujdragic, Semir Hadzibulic og Jóannes Bjartalíð. Súni Olsen, sum var við fyri fyrstu ferð síðani steypafinaluna, var í plássinum, ið Jóannes Bjarta­líð hevur røkt, og veteran­urin skoraði tvey tey fyrstu málini eftir uppspæl í vinstru, har Hjalgrím Elttør og Ísak Simonsen vóru eyðsýndir. Tórur Justesen fekk møguleikan á sentrala mið­ vøll­in­um, og hann skoraði í seinna hálvleiki við skoti av brots­teigar­markinum. Páll A. Klettskarð skoraði tríggjar ferðir í seinna hálv­ leiki eitt nú eftir gott upp­ spæl frá Heðini Klakstein, ið hevur verið lítið á vøllinum í ár, men sum í gjár var á vøllinum allan dystin á tamb. Harvið er Páll A. Klettskarð nú bara tvey mál aftanfyri Klæmint A. Olsen, sum higartil hevur verið greiður toppskjútti. – Tað er harmiligt, at vit mistu odda­sessin fram ímóti kappingar­enda. Undan steðgin­um kendist tað ímóti B68 stirvið, men so glapp tað, og sigur­in var trivaligur. Vit fokusera á okkara av­ bjóðingar. Tann síðsta verður í Fugla­firði. Hjá okkum ræður um at vinna, og so fæst at síggja, hvussu tað verður á Argjum. Víkingur er í góðum stima, so víkingarnir eru greiðir FM favorittar, sigur Páll A. Klettskarð. Um máltindin sigur Páll A. Klettskarð: Liðfelagarnir eiga stórt rós fyri møgu­leikarnar, sum teir geva mær! B68 venjarin Eliesar Olsen ásannar, at tað endaði við stórum muni: – Kenslan var góð undir hvíldini, tá ið støðan var 1-0. Sjálv­andi ávirkaði tað, at KÍ 25 sekund eftir steðgin økti um leiðsluna, og so kendist tað tungt. Verður tað við tær við róðrið, at B68 fer at stríðast fyri at endurvinna plássið í bestu deildini? – Tað verður upp til nýggju nevndina at gera av. Um talan verður um miðvísa menning av liðnum, so eri eg áhugaður. Vit síggja, at tað hevur borið frukt aðra staðni, at tað verður hildið fast við lokalan bul, og at ungir menn fáa høvi aftur og aftur at royna seg. Tað hevði ivaleyst verið besta loysnin á Toftum, har aldurs­býtið ikki er so galið. Tað eru fýra spælarar, ið eru eldri enn 30 ár, meðan hinir eru undir 25 ár, vísir Eliesar Olsen á. Góður dagur hjá Skála og TB Í Trongisvági var úrslitið 1-1. TB legði seg framum við brots­sparki, tá ið tað restaðu tíggju minuttir, og lítla løtu undan leik­loki javnaði Skála við brots­sparki. Úrslitið ber við sær, at TB hevur vunnið 27 stig, sum er nýtt met fyri TB úrtøku, og úrslitið ber við sær, at Skála eisini næsta ár fer at spæla í bestu deildini: – Vit vistu, at tað var upp til okkum sjálvar at tryggja okkum plássið í bestu deildini, og vit fegnast um, at tað eydnaðist. Undan steðginum høvdu vit gott tak á spælinum, men tá eydnaðist ikki at skora. Tað restaðu bara tíggju minuttir, tá ið Poul Ingason um­setti brots­spark til mál, men tí­ betur svaraðu vit aftur. Spæl­ ar­ar­nir vístu góðan hug­burð. Tað sást, at vit høvdu meiri at spæla fyri, og nú hava vit rokkið málið, ið vit undan kappingar­byrjan settu okkum, sigur væl nøgdi Skála venjarin Pauli Poulsen. Hjá TB kom tað illa við, at Albert Adu, sum hevur skorað næstan helmingin av TB málunum, var skaða­ darvaður og harvið ikki førur fyri at spæla. Øðrvísi bollar skulu í AB suppuna Við sannførandi 4-1 sigri tryggjaði NSÍ sær bronsu­ krónurnar. 17 ára gamli unglinga­spælarin, Andri Benjamin­sen, var fyri fyrstu ferð millum teir fyrstu ellivu hjá NSÍ, og tað var hann, sum skoraði einsamalla málið í fyrra hálv­leiki. Beinanvegin eftir steðgin økti Árni Frederiksberg við skoti, sum hann megnar betri enn nakar annar. AB vísti góðan hugburð síðsta korterið undan steðginum, og mið­skeiðis í seinna hálvleiki misnýtti Patrik Johannesen brotsspark, tá ið Símun Rógvi Hansen í NSÍ málinum bjargaði. Síðsta lítla løtan var undir­hald­andi. Símin Hansen minkaði um munin við brots­ sparki, AB spenti álops­bogan, tí tað var bara sigurin, ið møguliga kundi út­seta av­ Skálamenn fegnast um, at teir sjálvir avgjørdu sína lagnu, og bæði AB og B68 venjarnir halda, at tað skal leggjast øðrvísi til rættis, um framtíðin skal verða ljósari EFFO-DEILDIN TRIÐI MØGULEIKIN Í HØVUÐS­STAÐNUM ER HORVIN