Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-17, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. oktober 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. oktober 2016 · Nr. 119 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 1 til 6 FÓTBÓLTUR HAVA BARA TAPT MÓTI KÍ Dysturin sunnudagin var seinasti heimadystur hjá Víkingi í ár. Seinastu tvey árini hava hilnast ógvuliga væl á heimavølli. Í fjør tapti Víkingur ikki ein einasta heimadyst í Sarpugerði, og í ár hevur felagið bert tapt móti KÍ á heimavølli. Enntá tvær ferðir DYSTURIN HESA VIKUNA 3 GEZA TURI Var tryggur í øllum tí hann fyritók sær og hevði eina týðandi bjarging í fyrra hálvleik, tá Lukasz Cieslewicz kom fríur. Í seinna hálvleiki hevði hann lítið at gera. 4 GERT HANSEN Átti uppleggið til næsta málið og var eisini nær við at fáa mál sjálvur í seinna hálvleiki. Hevði eisini rímiligt tamarhald á aftureftir. 4 ATLI GREGERSEN Sum heild ein tryggur og góður stýrimaður í verjuni. Kom sjáldan í truplar støður, og tað er ein dygd í sjálvum sær. 4 ERLING D. JACOBSEN Hevur spælt allar minuttirnar á liðnum í ár, og er millum stabilastu leikarar í deildini. Spældi aftur ein góðan dyst sunnudagin, og hevur bara eitt støðugt høgt støðið 3 HANUS JACOBSEN Var tann í Víkinga verjuni, sum hevði mest at síggja til, yvirfyri unga Hannes Agnarsson. Kom sum heild væl frá tí, men var ofta í trýstum støðum. 3 FILIP DJORDJEVIC Var kanska tann Víkingurin sum tað glógvaði mest í í fyrra hálvleiki. Men í seinna hálvleiki var hann als ikki líka eyðsýndur 2 HEÐIN HANSEN Var sum heild merktur av tí av Víkingur í fyrra hálvleiki var við undirlutan leikliga. Stríddist, men B36-miðvøllurin var omaná í fyrra hálvleiki. Varð útskiftur tíðliga í seinna hálvleiki 3 SORIN ANGHEL Varð eitt sindur merktur av tí sama sum Heðin Hansen í fyrra hálvleiki. Spældi seg upp í seinna hálvleiki, og átti høvd við í fyrsta málinum hjá Víkingi. 3 HANS PAULI SAMUELSEN Er sum heild altíð góður á bóltinum og hevði einstakar løtur í dystinum. Men var sum heild ikki so eyðsýndur. 4 SØLVI VATNHAMAR Hevur verið besti leikari á Víkinga liðnum í ár. Tóktist eitt sindur við síðuna av sær sjálvum í fyrra hálvleiki, men leikti seg upp í seinna hálvleiki 5 ANDREAS LAVA OLSEN Í fyrra hálvleiki riggaði mestsum einki, men í seinna hálvleiki var hann munurin á liðunum báðum. Hevur ein fysikk sum fáir verjuleikarar í Føroyum klára at móstanda 3 GUNNAR VATNHAMAR Kom inn fyri Heðin Hansen tíðliga í seinna hálvleiki. Stríddist væl, og var inni meðan Víkingur hevði sína bestu løtu. SPÆLARAMETING André Olsen Tað vóru tvey feløg sum vóru á einum vegamóti á vetri í 2007. GÍ, sum gjøgnum 90’ini hevði verið einaráðandi í føroyskum fótbólti, rak tá í tungum sjógvi. Tað var tungt at reka felagið fíggjarliga, og úrslitini á vøllinum ta tíðina rukku sjáldan til eitt pláss betri enn í miðjuni í føroysku landskappingini. Somuleiðis tóktust grannarnir hjá GÍ, LÍF, at vera í fríum falli. Teir høvdu ikki verið í bestu føroysku deildini síðani 1993, og eftir nøkur ár, har teir høvdu satsað um uppflyting, tóktist vónin at vera farin fyri leirvíkingar. Samanlegging Feløgini gjørdu tí av at leggja feløgini saman, so­ leiðis at fólka­grundar­lagið fyri einum nýggjum felags­ liðið kundi gerast betri, og soleiðis at tað fór at vera lættari at reka felagið fíggjar­liga. Líka frá fyrsta degi, tókt­ ist saman­leggingin at vera ein sól­skins­søga. Fyrsta árið varð brúkt til at saman­sjóða nýggja hópin og felagið, men longu annað árið tók felagið risa stig móti oddin­um av føroyskum fótbólti. Fram­ gongdin hevur síðani tá alla tíðina gingið støðugt rætta vegin, har felagið hevur vunnið ikki færri enn fimm steypasigrar í stuttu søgu felagsins. Tað einasta sum líka sum hevur mangla fyri felagsliðið, hevur verið FM- heitið, sum teir heldur ikki hava verið bangnir fyri at melda út, at teir vilja hava. Sunnudagin tók felags­ liðið størsta stigið mótvegis fyrsta FM-heitinum í søgu felagsins nakran­tíð. Við at vinna trupla heima­dystin móti tvífaldu føroya­meistar­ unum úr B36, er Víkingur nú so nær við FM-heitinum, at tað næstan ikki tykist at kunna kiksa. Setning­ur­in er greiður. Vinna teir úti­ dystin á Argjum móti AB sunnudagin, kunnu teir tryggja sær fyrsta FM-heitið í søgu felagsins. Ein støða sum tóktist full­komiliga óhugsandi fyri gott og væl tíggju árum síðani, tá bæði GÍ og LÍF ruku í tungum sjógvi. Setningurin greiður Líka so greiður sum set­ning­ urin er til seinasta umfar leygar­dagin, var hann til dystin móti B36 sunnudagin. Víkingur hevði hvørki ráð at spæla javnleik ella at tapa, tí so vildi KÍ farið framvið Víkingi á fyrsta plássinum. Trýsta støðan tóktist at ávirka Víkinga liðið eitt vet í fyrra hálvleiki. Teir tóktust at gera feilir sum teir vanliga ikki plaga at gera, og teir tóktust at hava tað trupult við at fáa spælið at koyra. Eisini ávirkaði veðrið eitt sindur í fyrra hálvleiki, har Víkingur spældi ímóti vindinum. B36 var klárt omaná Heldur var tað mót­støðu­ liðið, B36, sum var omaná í fyrra hálvleiki í Sarpu­gerði. Teir høvdu sum so einki at spæla fyri undan dystinum, so teir kundu spæla dystin øgiliga frítt, uttan at hava nakað trýst á sær. Teir skuldu eisini at havt lagt seg á odda í fleiri førum í fyrra hálv­leiki. Størstu møgu­ leikarnar fekk póllendski Lukasz Cieslewicz, tá hann í tveimum førum hevði risa møgu­leikar. Í fyrra førinum eftir at Víkingur hevði havt horna­spark, har Hannes Agnars­son og Lukasz Cieslewicz einsa­ mallir kontraðu Víkinga liðið, har Lukasz Cieslewicz kom púra leysur móti Víkinga málverjanum, Geza Turi, sum tó fekk bjarga møgu­leikan­um. Og í seinna førinum eftir eitt gott einmans­avrik av Lukasz Cieslewicz, har hann slapp at skjóta bóltin millum beinini á verju­leikara hjá Víkingi, soleiðis at bólt­ur­in fór beint framvið stongini. Vónin kom beint áðrenn hálvleik Móti endanum av fyrra hálv­leiki tóktist Víkingur at rakna betur við, har teir fingu trýst B36 liðið nógv meira, enn teir gjørdu fyrsta hálva tíman av dystinum. Tað búði meira í Víkingunum Tá farið var til hálvleiks, hevur eingin ivi verið um, at nøgd­semi hevur verið størri í skiftingar­rúminum hjá B36 enn hjá Víkingi. B36 tóktist at hava fult tamarhald á dystinum, og tað sást ov illa á spæl­in­um hjá Víkingi í fyrra hálv­leiki, at teir vóru trýstir til at vinna dystin. Millum áskoðararnar í hálv­ leikin­um var eisini breið semja um, at Víkingur átti í øllum førum eitt eyka EITT FET FRÁ FM Víkingur: Við sigrinum á B36 sunnudagin, er Víkingur nú so nær við FM-heitinum sum teir ongantíð áður hava verið í søgu felagsins. Ein sigur á Argjum leygardagin, tryggjar teimum FM-heitið og verður krúnan á verkinum fyri samanlagda felagið úr Gøtu og Leirvík