Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-17, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. oktober 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 17. oktober 2016 · Nr. 119 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 1 til 6 FÓTBÓLTUR Víkinga áskoðararnir. Ígjøgnum allan dystin á tamb sunnudagin, trummaði og róptu Víkinga áskoðararnir, Ultras. Hetta gjørdi tað nógv meira undirhaldandi at vera til dyst. Thumbs up, Ultras! Klokkan. Sum heild var lítið at seta fingurin á rundanum leikvøllin, og hendan áheitanin fer skjótt at verða skøvað eisini. Men vinnur Víkingur FM-heitið, eigur ein klokka rundanum leikvøllin, at vera ein hin fyrsta íløgan sum felagið ger. So sleppur man frá at tendra stop-ur undir dystinum KÍ VIL HAVA HØRÐUR Undir dystinum millum Víking og B36 sunnudagin, hoyrdist fleiri ferðir, at KÍ liggur framvið eftir B36 verjuleikaranum, Hørði Askham. Helst sannlík tíðindi, tí nógv bendir á at Jonas F. Rasmussen ikki fer at halda fram í KÍ komandi kappingarár 2 TÓRÐUR THOMSEN Hevði sum heild ikki ein av sínum bestu døgum. Hevði útspørk sum hann vanliga ikki kiksar, og kom eitt sindur illa út til fyrsta málið hjá Víkingi. 4 JÓNAS TÓR NÆS Var ógvuliga eyðsýndur í fyrra hálvleiki frameftir vøllinum, har nógv av spælinum gekk fyri seg í høgru síðu. Hevði eisini gott tamarhald á Hans Paula Samuelsen. 2 BJARNI PETERSEN Spældi sum heild ein fínan fyrra hálvleik, har tað mesta riggaði. Broyttist tó í seinna hálvleiki, var innblandaður í báðum málunum hjá Víkingi, men er týðuliga ein lovandi ungur verjuleikari. 4 HØRÐUR ASKHAM Var eyðsýndur á liðnum hjá B36, har hann matchaði Andreas Lava Olsen bæði viðvíkjandi ferð og styrki. Vísti veruliga hví hann er so nógv eftirspurdur hjá feløgum. 3 GESTUR B. DAM Spældi sum heilt ein fínan og stabilan dyst. Var ikki so eyðsýndur frameftir vøllinum, men hevði gott tak á Filip Djordjevic í seinna hálvleiki. 4 HANNES AGNARSSON Besti leikari á liðnum hjá B36 sunnudagin. Var avbjóðandi og ein støðug hóttan. Bert endaproduktið manglaði, men sær út sum ein lovandi ungur leikari. 3 ODMAR FÆRØ Arbeiddi væl á miðvøllinum í fyrra hálvleiki, har B36 var við yvirlutan. Teir mistu tó takið eitt sindur í seinna hálvleiki. 3 ELI F. NIELSEN Spældi eisini ein fínan fyrra hálvleik, men hevði einstøk bólttap undir dystinum sum mundu kosta. Spældi samanumtikið tó ein fínan dyst. 2 LUKASZ CIESLEWICZ Í mun til tað hann kann, kundi hann fingið meira burturúr sunnudagin. Brendi stórar málmøguleikar og hevði einstakar feilavleveringar sum hann ikki plagar at hava. 3 RÓALDUR JAKOBSEN Er sum heild altíð við í nógvum kreativum hjá B36. Spældi skilagott við bóltinum, men hevur havt dystir har hann hevur verið meira avgerandi. 3 SEBASTIAN PINGEL Stríddist fínt sum fremsti maður og var ein hóttan. Hevur tó ein vansa, sum er, at hann tykist at avslutta ógvuliga illa. Hevði tvær royndir í fyrra hálvleiki sum fóru langt framvið málinum. SPÆLARAMETING gear til seinna hálvleik, sum teir ikki høvdu víst í fyrra hálvleiki. Forloysandi løtan í Sarpugerði Frá byrjan av í seinna hálv­leiki, sá tað eisini út til at eydnaðist betur hjá Víkingun­um. Longu í fyrsta minuttinum í seinna hálv­ leikinum, fingu teir horna­ spark, og lítla løtu seinni var vandamikli áleyparin, Andras Lava Olsen, eisini nær við, tá hann mundi runnið frá verjuni hjá B36. Átta minuttir inn í seinna hálv­leik, kom forloysingin hjá Víkingi. Heldur til­vildar­ liga vann Andreas Lava Olsen bóltin frá unga B36 verju­leik­ar­anum, Bjarna Petersen, sum helt seg hava betri tíð á bóltinum enn hann hevði. Andreas Lava Olsen kom í støðu einsamallur móti málverjanum, Tórði Thomsen, har hann fekk bóltin uppum málverjan uppá onkran máta. Hann kundi tí lættliga skalla bóltin í eitt tómt B36 mál, soleiðis at Víkingur kom á odda 1-0. Og nú kókaði alt í Sarpu­gerði. Rund­ an­um leik­vøllin reistust allir áskoðararnir seg, har teir sungu ”Øll sum elska Víking, hoppa nú, hoppa nú!”. Tað merktist týðiliga at málið hevði heilt serstakan týdning. Andreas sendi eystur­ búgvar í annan heim Løtuna eftir málið, tóktist Víkingur veruliga at fóta sær í dystinum. Teir fingu nógv betri tamarhald á sínum spæli, og málið sum lá í luftini eftir 1-0 málið var nógv meira tað at Víkingur fór at økja, heldur enn at B36 fór at javna. Og tað var eisini júst tað sum hendi 20 minuttir fyri leiklok. Eftir eitt langt innkast úr høgru síðu frá Gert Hansen, kom Andreas Lava Olsen í góða støðu, har hann hevði B36 verjuleikaran, Bjarna Petersen í rygginum. Andreas kláraði lættliga at halda unga verjuleikaranum vekk, og so vendi hann sær á og smekkaði bóltin í málið til 2-0 til Víking. 2-0 málið sendi allar eysturbúgvar mestsum í annan heim, har ein týðuliga kundi merkja, at fyrsta FM-heitið í søgu felagsins hómaðist. Tað sum eftir var av dystinum, hevði Víkingur fullkomið tamarhald á, og tað tóktist næstan sum um at B36 gavst at spæla dystin, eftir at Víkingur hevði lagt seg á odda 1-0. Ella teir kláraðu ongantíð aftaná tað at trýsta Víkinga liðið uppá nakran sum helst máta. Nú eigur tað ikki at kiksa Endaliga úrslitið var tí, at Víkingur vann týðandi dystin 2-0. Aftaná fyrra hálvleik, var talan ikki um uppibornan sigur til Víking, men sum dysturin útviklaði seg í seinna hálvleiki, var talan um ein fult uppibornan sigur til Víking, sum at enda væl kundi havt verið størri. Eftir hjá Víkingi er bert tann eini snávingarsteinurin, áðrenn felagið kann tryggja sær fyrsta FM-heitið í søgu felagsins. Hann er á Argjum móti AB, har Víkingur søguliga sæð, fleiri ferðir fyrr hevur havt tað trupult. Men tá hugsað verður um hvussu stóran týdning dysturin hevur fyri Víking, og tá AB um vikuskiftið tryggjaði sær niðurflyting til komandi kappingarárár, skal tað vera heilt løgið, at Víkingur fer at seta stig til móti AB á Argjum. Men tað sama var sagt, tá KÍ skuldi spæla móti AB á Argjum, og tað søguna kenna vit øll. Livst, so spyrst! Víkingur-B36 2-0 (0-0) 1-0: Andreas Lava Olsen 53. 2-0: Andreas Lava Olsen 69. Dómari: Lars Müller Víkingur: Geza Turi – Gert Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sorin Anghel, Heðin Hansen (Gunnar Vatnhamar, 69.) – Philip Djordjevic, Sølvi Vatnhamar, Hans Pauli Samuelsen – Andreas Lava Olsen (Jón Krosslá Poulsen, 85.) Gult kort: eingin Venjari: Sámal Erik Hentze B36: Tórður Thomsen – Jónas þór Næs, Bjarni Petersen, Hørður H. Askham, Gestur B. Dam – Eli F. Nielsen (Pætur Petersen, 71.), Odmar Færø – Hannes Agnarsson (Erlendur Magnussen, 87.), Róaldur Jakobsen, Lukasz Cieslewicz - Sebastian Pingel (Benjamin Heinesen, 76.) Gult kort: Sebastian Pingel, Róaldur Jakobsen Venjari: Eyðun Klakstein Mynd: Sigmar Mørkøre