mánadagur 17. oktober 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. oktober 2016 · Nr. 119
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hey Andreas. Fyrst
av øllum. Hvussu er
kenslan aftaná at hava
avgjørt ein so týðandi
dyst fyri Víking?
Hon er góð. So sleppur man í
fokus, so tað ikki altíð er Atli
Gregersen sum er tað.
Tit tóktust eitt sindur
sperdir í fyrra hálvleiki.
Ella hvussu føldi tú tað
sjálvur á vøllinum?
Onkuntíð eru vit eitt sindur trekir
at fáa í gongd. Men vit komu so í
gond og vunnu til síðst og tað er
tað sum telur.
Tað tykist at hava
gingið sera væl hjá tær
persónliga í seinnu
hálvu. Følir tú at seinna
hálva hevur verið betri
fyri títt viðkomandi
enn fyrra hálva?
Nú sigur tú tað sjálvur, men sum
heild hevur tað gingið betri hjá
okkum sum lið í seinnu hálvu.
Og eisini hjá mær persónliga.
Nú er bert ein
avgerandi dystur eftir.
Hvussu sært tú uppá
uppgávuna á Argjum?
Tað er sum allir aðrir dystir. Vit
skulu inn at geva alt tað vit klára
og so síggja vit hvat tað strekkir
til.
Fleiri vilja hava teg á
føroyska landsliðið.
Hvussu hevur tú tað við tí?
Tað havi eg tað fínt við. Men tað
eru ikki tey sum bestemma tað.
Vikan ið fór
Føroyska landsliðið tapur 6-0 fyri
evropameistarunum úr Portugal.
Talan er um stórt vónbrot
Cristiano Ronaldo er í
Føroyum og tað setur sín dám
á Hotel Føroyar og Tórsvøll.
Hann verður umringaður av
fjepparum og áskioðarum
frá tí hann kemur, til
hann fer avstað aftur
Víkingur vinnur týdningarmesta
dystin í landskappingarhøpi
nakrantíð, tá liðið vinnur 2-0
á B36. Víkingur er nú bara
eitt stig frá at vinna FM
Argjamenn flyta endaliga
niður í næst bestu deildina
saman við B68, meðan
NSÍ tryggjar sær bronsu
heiðursmerkini. Eftir er bara
spenningurin um FM-heitið.
FSF setur fýra fótbóltsmennarar.
Teir eru Jógvan Martin Olsen,
Øssur Hansen, Eli Hentze og
danski Thomas Thinggaard.
Sámal Erik Hentze skrivar
nýggjan sáttmála við
Víking, sum er galdandi fyri
komandi kappingarár.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Í farnu viku var heimsins størsta
ítróttarnavn, Cristiano Ronaldo, í
Føroyum. Ein skuldi nokk trúð, at
tað var ókent fyri Ronaldo, sum er
kosin at vera heimsins besti fót
bóltsleikari tríggjar ferðir, at vitja
eitt
slíkt
lítið
oyggjarsamfelag
sum Føroyar, men so er ikki. Hin
31 ára gamli Cristiano Ronaldo er
nevniliga uppvaksin á portugisisku
oynni Madeira, har umleið 250.000
fólk búgva.
Í dokumentarini »The making
of Ronaldo«, sum Sky Sports hevur
gjørt, verður tosað við persónar, ið
hava sæð Cristiano Ronaldo vaksa
upp til at blíva tann heilt ótrúligi
fótbóltsspælaran, sum hann er í dag.
Tað var skjótt eyðsæð, at Ronaldo
var eitt risastórt talent. Longu sum
12 ára gamal flutti hann frá Madeira
og til Lissabon, har hann skuldi
spæla við Sporting. Tey fyrstu
árini hevði Ronaldo tað ikki lætt í
Sporting. Hann saknaði familjuna,
ið hann nú mátti vera fyriuttan, og
eisini varð hann happaður, tí hann
var so øðrvísi – serliga hevði hann
eina dialekt frá Madeira, ið gjørdi,
at hinir dreingirnir gjørdu gjøldur
burturúr honum,.
Men tað var júst tað, at hann var
so øðrvísi, sum gjørdi, at hann kom
so langt. Venjararnir í Sporting
varnaðust skjótt, at Ronaldo bæði
hevði talentið og rætta hugburðin.
Hann vandi ofta eyka fyri seg
sjálvan, og ofta mátti Sporting
steingja
styrkirúmið
til
ungu
leikararnar, tí at annars fór Ronaldo
einsamallur inn har á náttartíð.
Dokumentarurin endar, tá ið
Cristiano
Ronaldo
varð
seldur
til Manchester United í 2003.
Orsøkin til, at hann varð seldur
til United júst tá var, at Sporting
og Manchester United spældu ein
venjingardyst, har Ronaldo var
so eyðsýndur, at sjálvt leikararnir
hjá Manchester United hildu fyri,
at hendan mannin mátti Sir Alex
Ferguson keypa. Hann so gjørdi, og
restin er søga.
HYGG UM: Tú hevur áhuga í at
vita, hvussu Cristiano Ronaldo er
blivin tann persónurin, ið hann er
í dag.
IKKI HYGGJA UM: Um tú væntar
at síggja Ronaldo greiða frá
sínum størstu hendingum. Tað
verður ongantíð tosað við sjálvan
Ronaldo í dokumentarini
HVUSSU
VAR
AT
HYGGJA:
Spennandi, tí fólkini, ið tosað
verður við, eru øll fólk, sum
Cristiano Ronaldo hevur hitt á
lívsleið hansara
HVAT SIGUR TÚ: Tá ið hyggjarin
verður leiddur ígjøgnum allan
uppvøksturin hjá Ronaldo, so
er tað eitt sindur keðiligt, at
dokumentarurin skal enda, tá ið
hann verður seldur til Manchester
United. Tí fær dokumentarurin
ikki meira enn fýra av seks
stjørnum
Neli Heldarskarð
Ummæli av ítróttar bókum, sendingum, dokumentarum og øðrum ítróttarligum hendingum…
★★★★★★
INFO: Cristiano Ronaldo er tann einasti fótbóltsleikarin, sum hevur megnað at skora yvir 50 mál hvørt kappingarár seks ár á rað!
Andreas Lava Olsen um tey bæði
málini hann skoraði móti B36
Sámal Erik Hentze um løtuna, tá Lavamaðurin
stútaði bóltin í eitt tómt mál
– Tað plagar at verða trý móti Tórði Thomsen
– Eg helt hann skallaði bóltin uppum
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Andreas Lava Olsen
Aldur: 29
Starv: Fótbóltsleikari (Víkingur)
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1
Nær er Liverpool stovnað?
2 Hvat nummar spældi Roy Keane við hjá Manchester
United?
3 Hvør var venjari hjá Manchester United undan Alex
Ferguson?
4 Hvussu eitur baseball felagið, sum eigarnir hjá Liverpool
eisini eiga?
5 Hvussu nógv ensk meistaraheiti hevur Manchester
United vunnið?
6 Hvat ár bleiv Alex Ferguson settur?
7 Hvør hevur vunnið fleiri Champions League heiti?
8 Hvørjir spælarar eru á myndini?
Teir eru kendir sum serfrøðingarnir hjá Sky Sport
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
Quizzin, svar:
1: 1892 2: Nummar 16
3: Ron Atkinson 4: Boston Red Sox 5: 20
6: 1986 7: Liverpool 5-3.
8: Jamie Carragher og Gary Nevielle
ÍTRÓTTAR UMMÆLI
The making of Ronaldo