Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-17, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. oktober 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 17. oktober 2016 · Nr. 119 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð Pætur E. Jensen KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... Tróndur Arge Í hesum Ronaldo døgum er tað ikki óvanligt, at síggja áleyparar hava stóran áhuga í at skjóta mál. Ikki bara fyri liðið, men eisini fyri seg sjálvar. Her í Føroyum hava vit tó ikki nógvar av tí slagnum. Oddurin í toppskjúttaralistanum er mannaður av vinmonnunum Klæmint A. Olsen og Páll A. Klettskarð. Felags fyri báðar er, at teir raðfesta gylta skógvan lægst, meðan liðið verður raðfest hægst. Fleiri skógvar enn føtur Klæmint A. Olsen hevur heilt serliga eginleikar at skjóta mál. Tað vísa tølini eisini, tí hann hevur longu tríggjar gyltar skógvar. Also ein til hvønn fót – og so ein afturat! Áleyparin hevur eisini ein annað eginleika, ið vinnur honum nógv rós. Hann arbeiðir sera hart í verjustøðu og er ongantíð ov fínur til at hjálpa hinum á vøllinum. Hann hevur nú verið toppskjútti í trý ár upp í slag og hevur tvey mál fleiri enn Páll A. Klettskarð í løtuni. Liskiparin hjá NSÍ hevur skotið tvær ferðir 21 mál, og eina ferð 22 mál. Nú er hann á 22 málum og NSÍ manglar ein dyst, sum er móti B68. Sostatt hevur hann møguleikan at sláa sítt egna met. Føroyska metið eiga Uni Arge og Súni Fríði Barbá við 24 málum, men tað var í tíðini, tá tað bara blivu spæld 18 umfør. Vit fara fyrst og fremst fyri at vinna dystin, tí tað verður ein torførur dystur, nú B68 spælir fyri seinastu ferð í bestu deildini á hesum sinni. Um vit vinna móti B68, so hava vit fleiri stig enn i fjør, so er tað hóast alt ikki so galið. Tað hevði bara verið eitt bonus, um eg blívi toppskjútti, sigur Klæmint A. Olsen. Ongan gyltan skógv enn Páll A. Klettskarð eigur ongan gyltan skógv enn. Í 2012 skoraði hann eins nógv mál og Clayton Soares hjá ÍF, men brúkti fleiri minuttir um at skora síni mál. Tí fór brasilski framherjin avstað við heitinum sum toppskjútti. Páll A. Klettskarð hevur í ár skotið 20 mál og hevur ein dyst eftir móti ÍF í Fuglafirði. Meðan Klæmint A. Olsen hevur skotið javnt nógv mál seinastu trý árini, meðan KÍ framherjin hevur verið meiri óstøðugur. Eisini KÍ áleyparin er kendur sum ein spælari, ið er sinnaður at arbeiða hart fyri liðið. Hann stríðist allan dystin á tamb og eigur stóran lut í uppspælinum hjá KÍ. Eg hugsi ikki so nógv um tað. Tað er restina av liðnum at takka, at eg skjóti nógv mál, sigur Páll A. Klettskarð. Brotsspørkini munurin Eitt kjakpunkt, tá tosað verður um málskjótin, er altíð brotsspørkini. Argumentið plagar skifta við hvør tað er, sum hevur skotið flest brotsspørk. Tað síggja við eitt nú, tá fjeppara hjá Lionel Messi og Cristiano Ronaldo kjakast um hvør er betri av teimum. Har er portugisin væl tryggar úr ellivu metrum, so argumentið blívur, at hann skorar so nógv mál upp á brotsspørk. Her heima hevur Klæmint A. Olsen havt fleiri møguleikar frá ellivu metrum. Nøkur eru brend, men samanlagt hevur hann skorað seks mál frá ellivu metrum, meðan Páll A. Klettskarð hevur skotið eitt. Spælt líka nógv Tá tað stendur á jøvnum við málum, so verður hugt eftir hvør hevur brúkt færri minuttir upp á at skjóta málini. Har hevur Klæmint A. Olsen spælt 15 minuttir færri enn KÍ áleyparin. Báðir hava spælt allar 26 dystirnar, so tað sigur ikki so lítið um týdningin teir hava fyri liðini hjá sær. Fyrimyndarligir Í løtuni hevur Klæmint A. Olsen munin á Pálli A. Klettskarð, men felags fyri teir báðar er, at teir eru fyrimyndarligir í atburði á vøllinum, og prógva at ein áleypari nýtist ikki at verða sjálvsøkin fyri at skjóta mál. trondur@sosialurin.fo Tað er ein orsøk til, at tað er so nógv fólk elska fótbólt. Tað er skjótt frá gleið til vónbrot, og tað eru so nógvar mekanismur, sum spæla inn, at tað er ógjørligt meta um útfallið av einum dysti. Soleiðis var eisini tá Portugal kom á vitjan á Tórsvølli í farnu viku. Eftir at pílurin hevur peikað beint upp í loft síðani sigurin í Pireus móti Grikkalandi, so komu vit niður aftur á jørðina, tá Portugal uttan at sveitta vann heili 6-0. Ikki síðani mars mánað 2013 hava vit tapt so nógv. Tá fyri Eysturríki. Vónirnar undan dystinum móti evropameistarunum vóru góðar, men landsliðsvenjarin hevði gjørt greitt, at orkan skuldi fordeilast yvir tveir dystir. Tað bleiv tó bara til tvær útskiftingar, sum eftirfylgjandi er mett til at hava verið ov lítið. Eisini halda fleiri, at uppleggið til dystin ov bláoygt. Hetta er fyrstu ferð síðani vit spældu móti Týsklandi, at vit møta einum landsliðið í heimsflokki. Í so máta, er hetta góður lærdómur fyri hetta landsliðið. Føroyar skulu í novembur spæla móti Sveis á útivølli. Sveis vann fyrr í ár á Portugal, so tað er ikki hissini mótstøða vit møta. Nú er vónin, at vit hava ment okkum enn meiri, og eru betri til at møta sterkari mótstøðu, tí helst er Sveis nærri styrkini Portugal, enn styrkini hjá Ungarn og Lettlandi. Skaðandi selfie Tíðin er komin at leggja lok á hendingina, tá ein ungur drongur rann inn á vøllin stutt fyri at seinni hálvleikur skuldi byrja. Her er bara at leggja afturat, at tað er ikki í ordan at renna inn á vøllin og taka ein selfie av einum spælara. Líka mikið hvussu stórur spælarin er og líka mikið hvussu stórur fjeppari tú er, so er tað aldrin í ordan at hevja seg uppum eitt tiltak, sum tá evropameistararnir koma á vitjan. Bara tað, at vit kunnu fáa Portugal á vitjan í einum kappingarførum dysti, er ein kempi sigur fyri føroyskan ítrótt. Vit eru sera lítil í samanhanginum, og tí er týdningarmikið, at vit ikki tirra UEFA, FIFA og størri londini. Vónandi hendir nakað líknandi ikki aftur. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Og niður aftur á jørðina ÓSJÁLVSØKNIR MÁLSLÚKAR Tað var gamalt, at áleypararnir vóru sjálvsøknir spælarar, ið mest hugsaðu um seg sjálvan. Tað bleiv enntá mett sum ein góður eginleiki. Soleiðis er ikki í stríðnum um gylta skógvin hesaferð