Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-17, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. oktober 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 42 • 17. OKTOBER 2016 6 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Spæla minigolf í SMS T að er vorðið alsamt meira vanligt at síggja myndir av Merkinum á nøkrum heimsins hægstu tindum sum Mount Everest og Kilimanjaro, eftir at tað veruliga hevur vundið upp á seg hjá føroyingum at søkja nýggjar, og fyri føroyingar ókendar, leiðir. Ein slík hending var leygardagin 8. oktober 2016, tá Merkið helst fyri fyrstu ferð veittraði á afrikanska pólinum. Tað var føroyingurin Rani Herup, flogskipari, ið helst var fyrsti føroy­ ingurin á afrikanska pólinum. – Leygardagin 8. okt 2016 var eg á afrikanska pólinum og setti Merkið á stong har. Eg eri, so vítt eg veit, fyrsti føroyingur ið hevur verið har. Eg var har saman við tveimum servandum amerikonskum hermonnum. Afrikanski pólurin, ið á enskum hevur heitið The African Pole of In- accessibility, er tað staðið í Afrika, ið verður mett at vera torførast at koma til vegna sína fjarskotnu staðseting. Afrikanski pólurin liggur í tættum skógi, 1.814 km frá nærmasta sjógvi á positión N05°39’ E026°10’, tætt við landamarkið millum Miðafrikanska Lýðveldið, Suðursudan og Kongo. Rani Herup á afrikanska pólinum við Merkinum F lestu føroyingar hava roynt at spælt minigolf á frítíðarferðum uttanlands. Men møguleikarnir at royna hetta í Føroyum hava verið avmarkaðir, hóast onkur einstakur vøllur er í landinum. Nú sleppa vitjandi í SMS at royna seg. SMS hevur nevnliga ognað sær eina flytbara minigolf-breyt við níggju holum, og alla hesa vikuna verður høvi hjá fólki at støkka inn á gólvið í SMS og royna seg í minigolf á nýggjum breytini. Tað verður ókeypis at spæla minigolf, og alla vikuna verður skipað fyri ymiskum kappingum og spølum fyri bæði børn og vaksin. Tað er einki at taka seg aftur í, at minigolf er eitt spæl, sum bæði børn og vaksin kunnu taka lut í á jøvnum føti, og tí ber tað eisini væl til at hava kappingar, har familjur kappast innanhýsis. Í SMS eru tey ógvuliga spent at sleppa at royna nýggju breytini, og tey vóna, at fólk taka væl ímóti nýggja tilboðnum. Merkið veittrar á afrikanska pólinum