Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-17, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. oktober 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 42 • 17. OKTOBER 2016 7 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ JÓLASØLAN 2015 Jólasølan verður í høllini á Nabb tann 26. og 27. Novembur. Tilmelding fer fram hjá Elsy eftir 19. Oktobur ímillum kl. 19.00 og 21.00 á telefon 255434. Borðini kosta 300/- kr. Nýggir limir kunnu tekna seg hjá Eyðnu Mikkelsen yrkadagar frá kl. 19.00 til 22.00 á telefon 210090. Ella við SMS TIL LIMIR FØROYA HEIMAVIRKISFELAG Vilmund Jacobsen H in 1. januar í ár keypti Finn Ol­sen, sum hevur arbeitt hjá Strandfaraskipum Landsins í 32 ár, partin hjá Martini Christensen í Hotel Bakkanum í Vági. Sonur Finn, Róin Olsen, sum arbeiðir í Havn, hevði tá átt hotellið saman við Martini. Nú Finn Olsen keypti partin hjá Martini Christensen, eru tað faðir og sonur, sum eiga Hotel Bakkan í Vági. Tað var í oktober í fjør, at Finn Ol­ sen, sum er føddur og uppvaksin í Vági, fylti sjeyti og fór úr starvi hjá Strand­faraskipum Landsins. – Eg arbeiði nú sum eitt slag av rakstrarleiðara á Hotel Bakkanum, og tað er Ingun Poulsen, ið hevur dagligu leiðsluna á hotellinum og sum serliga tekur sær av matinum, sigur nýggi eigarin. Alt tveymanskømur Síðan Finn Olsen keypti partin hjá Martini Christensen, hevur hann skift allar einkultsengur á hotellinum út við dupultar sengur. – Soleiðis hava vit í dag 10 tvey­ mans­kømur. Fýra av hesum hava brúsu, men øll kømrini hava atgongd til brúsu – at kalla beint uttan fyri hurð­ina. Finn Olsen sigur, at tað hevur verið væl at gera í summarhálvuni, og hann er nøgdur við gongdina síðan yvir­tøkuna. – Jú, eg haldi, at hetta sær bara heilt gott út, og tað er við áhuga og spenningi, at vit ganga framtíðini á møti. Vit bjóða øllum hjartaliga væl­ komnum til Vágs at gista, og vit vilja gera okkara besta fyri at veita okkara gestum eina góða tænastu í okkara hugnaliga umhvørvi, sigur hann. Døgurði hvønn dag Hotel Bakkin bjóðar døgurða hvønn dag, bæði vanligar yrkadagar, leygar­ dag og sunnudag, og døgurði er frá klokkan 12 til 13.30 ella 14 - alt eftir, nær gestirnir sessast. – Í matarskránni er gjarna ein góður føroyskur døgurði sum flestu kunnu fyrihalda seg til, og her er Ingun Poulsen, sum tilsamans eigur nógv ár á Hotel Bakkanum, álitið, og hon hevur góð fólk aftrat sær. Finn Olsen sigur, at sum dagurin líður, og klokkan er farin av 16, hevur Hotel Bakkin eitt nú pizza, burgarar og fisk & chips. Vanligar yrkadagar er opið til klokkan 21 - og um vikuskiftið til klokkan 22. – Vit gera eisini smyrjibreyð út av húsinum til ymisk høvi, eitt nú til barnadópar, føðingardagar, konfirma­ tiónir, merkisdagar og veitslur annars, og vit koyra eisini betri døgurðar út til slík endamál. Finn Olsen sigur, at umframt døg- urðan á middegi, kunnu fólk eisini bíleggja sær enskan búff at eta út á seinnapartin ella um kvøldarnar á Hotel Bakkanum. – Øll eru hjartaliga vælkomin, og hava fólk hug at spyrja seg fyri um okkara møguleikar og tænastur, kann ringjast á tlf. 373961, leggur hann aftrat. Vælkomin á Hotel Bakkan Síðan Finn Olsen keypti partin hjá Martini Christensen í Hotel Bakkanum í Vági, hevur hann skift allar einkultsengur út við dupultar sengur Tað eru Finn Olsen (mynd) og sonur hansara, Róin Olsen, sum í dag eiga Hotel Bakkan í Vági Ingun Poulsen, sum tilsamans eigur nógv ár á Hotel Bakkanum, tekur sær av tí dagliga, serliga matinum Mynd: Vilmund Jacobsen