Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-17, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. oktober 2016síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 42 • 17. OKTOBER 2016 TEMA Vilmund Jacobsen V innustevnan Faroexpo, sum fevnir um parteneriat og al­ menna ráðstevnu, verður á hvørj­um ári hildin í viku 43. Í ár eru dag­arnir, 26.-28. oktober. Við at luttaka á Faroexpo, hava fyritøkur møguleikan at - • økja um virksemið • fáa breiðari netverk • størri marknað • øktan kundaskara • økta sølu Í somu viku, sum Faroexpo verður hild­in, verður eisini skipað fyri ment­ anar­liga tiltakinum – Skýming – í Runa­víkar kommunu, og soleiðis setir ment­an eisini sín náttúrliga dám á Faroexpo. Bylgjan, sum er ítróttar- og fim­ leikarhøllin í Runavík, er høvuðs­økið fyri parteneriatinum, og ment­anar- húsið Løkshøll er karmur um almennu ráðstevnuna. VRG samskipar Sum greitt er frá aðrastaðn á hesi opnu, byrjar vinnustevnan við mót- tøkutiltaki mikukvøldið, 26. oktober, og tiltakið endar við veitsluborðhaldi fríggjakvøldið, 28. oktober. Tað er fyritøkan VRG (Virkisráðgev- ing) í Saltangará, sum samskipar vinnu­stevnuna Faroexpo og Skýming í Runavíkar kommunu. Í somu viku, sum vinnustevnan Faroexpo verður hildin, verður eisini skipað fyri mentanarliga tiltakinum – Skýming – í Runavíkar kommunu Faroexpo og Skýming í Runavíkar kommunu Faroexpo gevur tær eitt serl Á Faroexpo hevur tú sum luttakari eitt heilt serligt høvi at marknaðarføra tína fyritøku mótvegis fyritøkum úr Føroyum og útlandinuma Vilmund Jacobsen S kráin fyri Faroexpo-tiltakið byrj­ ar við móttøku – Get together – á Bókasavninum við Løkin miku­ kvøldið, 26. oktober klokkan 19.30. Tað verður Símun Hammer, stjóri í VRG (Virkisráðgevingini), sum fer at bjóða vælkomin og fer at greiða frá um Faroexpo. Móttøkutiltakið varar til umleið klokkan 21, og her verður eisini høvi til lættari ábit og netverkan. Partenariatið Hósmorgnin, 27. oktober klokkan 8, byrjar partenariatið í ítróttarhøllini í Runavík. Parteneriatið, sum er ryggurin í Faro­expo, varar í hálvan annan dag, allan hósdagin og hálvan fríggjadagin, soleiðis at almenna ráðstevnan kann fara í gongd klokkan 13 fríggjadagin. Parteneriat-konseptið er ein háttur at knýta viðkomandi sambond. – Her fært tú sum luttakari eitt heilt serligt høvi at marknaðarføra tína fyritøku mótvegis fyritøkum úr Føroyum og útlandinum. Fyrireikararnir av Faroexpo vísa á, at eitt partenariat er eitt lukkað for­ um. Tað merkir, at bert tilmeldaðir lut­ takarar hava atgongd. – Partenariatið setir fokus á fyri­ tøkur innan ymiskar vinnugreinar. Ein profilur av luttakandi fyritøkunum verður lagdur á heimasíðuna hjá Faro­ expo, og hesin sæst bert av teimum fyritøkunum, ið hava meldað til. Tá meldað verður til, fært tú eitt loggin og harvið møguleikan til at bíleggja fundir við aðrar luttakarar. Lagt verður aftrat, at stutt áðrenn Faroexpo byrjar, verður eitt yvirlit yvir fundir sent luttakarunum, soleiðis at til ber at fyrireika seg til hvønn ein­ stakan fund og gera broytingar, um neyðugt. Setan og ábit Parteneriat byrjar hósmorgun og fríggjamorgun klokkan 8, og frá klokkan 08.15 er morgunmatur. Hin fyrra dagin, tá parteneriatið koyrir til klokkan 18, verður ábit klok­kan 12 – og hin seinna klokkan 11.30, soleiðis at fólk í góðari tíð kunnu verða til reiðar til ráðstevnuna í Løkshøll klokkan 13. Sjálv setanin av Faroexpo verður hósdagin klokkan 9, og tá plagar eis­ini at verða skipað fyri onkrum tón­leika­ undirhaldi. Eftir ráðstevnuna í Løkshøll verður kl. 18 fríggjakvøldið 28. oktober veitslu­ borðhald í Skótahúsinum við Løkin. Parteneriatið, sum er ryggurin í Faroexpo, varar í hálvan annan dag Skýming 14