Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-17, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. oktober 2016síða 39

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 42 • 17. OKTOBER 2016 15 Faroexpo & Mentanarvikan Skýming TEMA Myndin er frá einum Bakkafrost- tiltaki í Bylgjuni á Faroexpo ligt høvi Vilmund Jacobsen Ráðstevnan, sum í ár verður á Faro­ expo, verður í Løkshøll í Runavík fríggja­dagin, 28. oktober frá klokkan 13-17. Høvuðsheitið á ráðstevnuni er: »Almenni geirin – ein avbjóðing í før­oyska búskapinum«. Ráðstevnan hevur eisini trý und­ ir­heiti, 1) Lýsing av støðuni, 2) Av- bjóðingar – gongdar leiðir og 3) Hvat gera okkara grannalond? – Nú alt fleiri almennar uppgávur verða lagdar út til kommunurnar at umsita, seta vit spurningin, hvørjar avbjóðingar og hvørjir møguleikar liggja í hesum skifti. Spurt verður eisini, um støddin á almenna geiranum er ein hótt­an móti vælferðini í føroyska búskap-in- um – ella, um hetta er rætta løtan til nýhugsan á økinum. – Spurningarnir, sum kunnu reis­ ast í hesum sambandi, eru nógvir, og tí vænta vit eina spennandi og av- bjóðandi ráðstevnu um hetta evnið. Á føroyskum Fyrireikararnir av Faroexpo vísa á, at ráðstevnan í ár verður hildin á før­oyskum, men tað verður gjørligt at hoyra enska umseting beinleiðis umvegis oyrabúffar. – Fyrri parturin av ráðstevnuni verður fyrilestrar, har evnið verður lýst, og seinni partur verður kjak. Fyrilestrarhaldarar verða Ben Ara­bo, Leon Lerborg og Marita Ras­mussen. Í kjakpanelinum verða Marita Rasmussen, Ben Arabo og Sirið Sten­berg, landsstýriskvinna í heilsu- málum, og tað verður Uni Arge, sum verður orðstýrari. – Luttakarar, sum verða við á ráð­ stevnuni, fáa sjálvsagt eisini høvi at luttaka í kjakinum, verður lagt aftrat. Fyrilestrarhaldarar Í stuttum er at siga um fyri­lest­rar­ haldararnar, at Ben Arabo er forstjóri í Atlantic Petroleum. – Oljuvinnan hevur effektiviserað og skorðið niður seinastu tíðina, men samstundis hevur verið ansað eftir, at neyðugu førleikarnir ikki eru mistir. Danin, Leon Lerborg, er granskari í CBS og stjóri í stovni fyri almennari leiðslu. Hann hevur drúgvar royndir við leiðslu og stýring innan almenna økið. Leon Lerborg er magistari í heim­ speki og stjórnmálafrøði, rit­høv­und­ ur og fyrilestrarhaldari. Marita Rasmussen er stjóri í Vinnu­húsinum, sum eisini varðar av Føroya Arbeiðsgevarafelag. Ráðstevnan, sum verður í Løks­ høll, er almenn, og tilmelding fer fram um heimasíðuna www.faroexpo.fo - ella á tlf. 666600. Á almennu Faroexpo-ráðstevuni verða tríggir fyrilestrar, og síðan verður kjak um evnið, hvørt støddin á almenna geiranum er ein hóttan móti vælferðini í føroyska búskapinum – ella, um hetta er rætta løtan til nýhugsan á økinum Almenni geirin – ein avbjóðing í búskapinum Ben Arabo, forstjóri Leon Lerborg, granskari og stjóri Marita Rasmussen, stjóri