mánadagur 17. oktober 2016síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 42 • 17. OKTOBER 2016
18
Faroexpo & Mentanarvikan Skýming
TEMA
Nógv at fara til á menta
Vilmund Jacobsen
S
kráin fyri mentanarvikuna í
Runavíkar kommunu – Skýming
2016 – byrjar longu sunnudagin,
23. oktober, tá stóra mentanarliga
tiltakið verður sett í Løkshøll klokkan
15.
Eftir setanartiltakið klokkan 16.30
skipar Roysni fyri gongu-og rennitúri,
og her fáa luttakarar húgvur, vatn og
fruktir.
Tað er BankNordik, sum er høvuðs
stuðul hjá mentanarvikuni, og eftir
setanina vitjar Vitus á Bókasavninum
við Løkin og hevur ballónir og okkurt
søtt við til børnini.
Longu henda fyrsta dagin verður
okkurt at fara til, og eitt nú verður
málningaframsýningin Skýming í bý-
ráðssalinum hjá Runavíkar kommunu.
Framsýningin letur upp klokkan 16
og verður opin til klokkan 18 henda
fyrsta dagin, men opið verður eisini
hinar dagarnar í mentanarvikuni.
Sunnudagin klokkan 17 verður
tiltakið – Dansa so væl og leingi
(Marionett Teatur) – í Gulu Smiðju, og
klokkan 20 letur upp listaframsýning
í Glyvra kirkju.
Afturvendandi og nýtt
Mánadagin 24. oktober verður nógv
ymiskt á skránni á mentanarvikuni,
og lagt verður fyri longu klokkan 9,
tá handilin í Verkhúsinum Stíggi letur
upp við spennandi gávulutum.
Men, tað er ikki bara Stíggjur, sum
fer at selja henda mánamorgun og
teir næstu dagarnar á mentanarvikuni.
Umframt vanliga handilslívið, sum
er í økinum, lata eisini fleiri Pop Up-
handlar upp í Runavíkar kommunu, og
hesir fara at hava opið, meðan ment
anarvikan er.
Mánadagin verður Pop Up soleiðis
bæði í Gamla handli, á Heiðavegi 39,
har Vollabúðin var áður, í Café Cibo og
í Heiðabúðini við ymiskum seljarum.
Mánadagin klokkan 10 letur eisini
Orkis á Glyvrum upp, og her fer Rita
Larsen at geva góð ráð.
Fleiri ymiskar framsýningar byrja
eisini mánadagin, og eitt nú fer Harry
Knudsen at sýna fram á loftinum
í Café Cibo, málningaframsýningin
Skýming verður í býráðssalinum, og
framsýning verður á Bókasavninum
við Løkin við Sædis Eilifsdóttir og
Onnu Jacobsen.
Men, her verða fleiri framsýningar
aftrat.
Næmingar,
sum
hava
fingið
undirvísing í at dekorera á miðnámi,
fara at sýna fram í Bókasavninum
við Løkin, Heimavirkni fer at hava
framsýning, og myndaframsýningin -
Støkk 50 ár - verður í Bylgjuni.
Bygdasavnið Forni hevur eisini á
mentanarvikuni í ár eina forvitnisliga
framsýning.
Onnur ting á skránni mánadagin,
24. oktober, er familju- og barnabio
grafur í Løkshøll, sum verður fleiri
fylgjandi dagar á mentanarvikuni.
Í Skótahúsinum verður forvitnisligt
tiltak mánakvøldið klokkan 19 við
Katrini Kallsberg, sum bæði er lækni
og løgtingslimur. Hon fer at greiða frá
um skiftisár og aðrar avbjóðingar.
Mánakvøldið verður eisini Syngið
við kvøld í verkhúsinum Stíggi, og
kvøldið endar við list og kvirru í Glyvra
kirkju.
Týsdagin 25. oktober halda ymisku
Pop Up-handlarnir fram, og tað gera
framsýningarnar eisini.
Klokkan 13 letur badmintonfelagið
Nápur upp kafé í Bókasavninum við
Løkin, og klokkan 19 letur upp jóla
stova og listaframsýning í Orkis.
Klokkan 19.30 týsdagin fer Sára
Mrdalo at hava bindiskeið í kantinuni í
Skúlanum við Løkin, og fylgjandi kvøld
enda við list og kvirru í Glyvra kirkju.
Mikudagin 26. oktober halda fram
sýningarnar, sum eru í økinum, fram,
og klokkan 15 henda dagin verður
verkstova í grafiskari fasilitering við
Maibritt Højgaard í Gott í Saltangará.
Eitt, sum er nýtt á skránni miku
dagin, er sjónleikakonsert klokkan 19
við Tarira í Gulu Smiðju.
Klokkan 20 mikukvøldið verður
mentanarkvøld í Orkis og Shop-In.
Her verður listaframsýning og móta
sýning, og okkurt leskiligt verður eisini
at fáa.
Afturvendandi og nýtt
Hósdagurin líkist undanfarnu døgum
við ymiskum framsýningum, sum
Vit hava hugt ígjøgnum skránna og hava gjørt ein samandrátt
av tí, sum fer fram í Runavíkar kommunu á mentanarvikuni -
Skýming - sum verður í døgunum, 23.-30. oktober