Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-17, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. oktober 2016síða 43

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 42 • 17. OKTOBER 2016 19 Faroexpo & Mentanarvikan Skýming TEMA halda fram og Pop Up-handlum kring um. Nýtt á skránni hósdagin er eitt nú framsýning í Barnagarðinum á Mýr­ unum frá klokkan 10 til 12, har evnið er rúmdin, og frá klokkan 19.30 til 21.30 verður temakvøld í Løkshøll um barnauppaling. Hóskvøldið verður eisini linedansur fyri nýbyrjarar í Glyvra skúla, og her verður høvi hjá fólki at dansa saman við Jóhonn’unum báðum. Fríggjadagin og fríggjavøldið verð­ur ymiskt nýtt á skránni aftrat áðurnevndu framsýningunum og Pop Up-handlunum. Biljana Sarcevic fer at selja bindi- lutir og dekorativar lutir í einari smáttu við síðuna av Gulu Smiðju, og søl­an fer fram í tímunum frá klokkan 11 til 20. Frá klokkan 17 til á midnátt fer Shop In at hava stóra lagurútsølu í húsinum hjá Kongshavnar Kvinnu­ felag, og her verður høvi hjá fólki at fylla sær posan fyri 400 krónur. Fríggjakvøldið klokkan 20 verður konsert í Gulu Smiðju, og her fara Benjamin, Hans Andrias, Ragnar Finn­ son og Finnur Koba at framføra. Klokkan 21 verður konsert við Hervør á Torkilsheyggi á loftinum í Café Cibo, og frá klokkan 21 til á mid­-nátt verður føroyskur dansur í høl­unum hjá arbeiðarafelagnum Hæddini, har tað er Eysturoyar Dansi­ felag sum verður vertur. Tað nýggja í skránni fyri leygar­ dagin, 29. oktober, verður familjutiltak – ella sirkus – har eitt nú gyklarin, Ás­ bjørn verður við. Klokkan 20 fríggjakvøldið verður konsert í Gulu Smiðu við Hanusi Jo­ hansen, Kára Sverrissyni og Sámali Ravnsfjall. Á konserttiltakinum fer Jóannes Nielsen eisini at lesa upp yrk­ingar, og Meinhard Jensen fer at hugleiða um Bob Dylan. Annars halda afturvendandi til­ tøkini og framsýningarnar fram til og við leygardagin, 29. oktober. Sunnudagurin í skránni fyllir ikki nógv, og kvøldið endar við aftansangi eftir enskari fyrimynd í Glyvrakirkju, har kórið eisini luttekur. Vit luttaka á Faroexpo narvikuni Tá mentanarvikan – Skýming – verður í Runavíkar kommunu, 23.-30. oktober, verður nógv ymiskt og forvitnisligt at fara til Runavíkarøkið verður nú enn einaferð karmur um Faroexpo og mentanarviku Vilmund Jacobsen S tórt ókeypis tiltak fyri pen­ sjónistar verður í Løkshøll 30. oktober klokkan 14.30. Hetta er eitt tiltak, sum økis­ tænastan Roðin skipar fyri, og her eru allir pensjónistar búgvandi í Runa­víkar kommunu, Nes kommunu og Sjóvar kommunu hjartaliga væl­ komnir. – Hetta verður eitt áhugavert og hugnaligt tiltak, sum umframt góðan felagssang, eisini fer at hava annað undirhald. Økistænastan Roðin veit at siga, at tónleikabólkurin Vestmenn við Ólavi Højgaard fer at framføra gamlar slagarar, eins og bólkurin fer at stuðla uppundir felagssangin. Hentze og Bøgesvang Fyri stuttum varð almannakunngjørd áhugaverd »tørvs-og nøgdsemis­ kanning«, sum Roðin hevði fingið Gallup Føroyar at gera. Á pensjónistakvøldinum í Løks­ høll sunnukvøldið 30. oktober fer Laila Hentze, stjóri í Gallup Føroyar, at leggja úrslitini fram. Eisini fer Bøgesvang, prestur at hugleiða yvir evnið »Pensjonistur -– og hvat so?« – Kaffi og okkurt gott verður afturvið, sigur Roðin – økistænastan. Tey eldru syngja við Tónleikabólkurin Vestmenn fer at spæla gamlar slagarar, og bólkurin fer eisini at stuðla undir felagssangin