Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. oktober 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. oktober 2016 · Nr. 120 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FISKIVINNA VIRÐISØKING LYKLA­ORÐ Í FISKI­VINNU­ NÝSKIPANINI Stórt fokus er á, hvussu politisku flokkarnir fara at viðgera spurningin um uppboðssølu, nú nýggj fiskivinnulóg skal gerast, men orðið virðisøking fyllir eisini nógv Árni Gregersen Í morgin er andstøðan boð­in til fundar við lands­stýris­ mannin við fiski­vinnu­mál­ um, Høgna Hoydal, Tjóð­veldi, um álitið frá ný­skip­anar­ bólkinum í fiskivinnuni. Nógv verður kjakast um spurningin uppboðssla ella ei og andstøðuflokkarnir søgdu greitt í Sosialinum mánadagin, hvat teir halda um tað. Hinvegin siga teir seg taka undir við stórum parti av øðrum, sum stendur í álit­ inum – millum annað virðis­ øking av tí tilfeingi, sum Før­oyar hava rættindi til í hav­inum. Tá búskaparfrøðingar máta vælferðina í ein­um sam­felagi er hugtakið virðis­ øking eitt týdningar­mikið hug­tak. Hetta hugtak lýsir bú­ skap­arliga vælstandin í sam­ fe­lagnum. Populert kann sig­ ast, at virðisøkingin er »tað vit liva av«. Fyrr í ár gav Fiskimála­ ráð­ið eitt rit úr um virðis- øking, sum Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur, hevur skrivað. Í hesum riti verður serliga hugt at, hvussu vit kunnu fremja virðirsøking í fiskivinnuni. Virðisðisøkingin vedrður roknað sum landingarvirði minus útreiðslur til olju, salt, útgerð, proviant osfr. Fyri fiskavirkini (mat­ vøru- og njótingarevnaídnað) er tilsvarandi talan um fram­ leiðsluvirðið (søluvirðið) min­us kostnaðin av at keypa fiskin og kostnaðir til el­veiting, olju, salt, rakst­rar­ gøgn osfr. Í tjóðarroknskapinum verð­ur hendan virðisøking í hesum vinnum tillutað sum samsýning til arbeiðsmegina sum løn, og til at samsýna kapitaleigunum sum yvir­ skot, rentur og avdráttir. Fyri ata finna fram til, hvussu stór virðisøkingin er í samfelagnum er neyðugt at gera ein tjóðarroknskap og tann seinasti sum er gjørdur er tann, sum Hagstovan gjørdi fyri 2013. Uppgerðin vísir, at virðis­ økingin í fiskivinnnuni var 10 prosent, í alivinnuni sjey prosent, meðan onnur til­ feingisvinna ikki gav nakra virðisøking. Fiskavirking og annar ídn­aður góvu tilsamans onn­ ur 17 prosent í virðirøking. Stóru lopini í virðis­ økingini síggja vit í almennu fyrisitingini og øðrum tænastuvinnum. Tilsamans eru tað 66 prosent. Tað vil siga, at vit í Før­oy­ um í 2013 høvdu eina virðis­ øking uppá tilsamans 100 prosent – ella tilsamans 13 milljardir. Klippa hvørjum øðrum Av tí at tveir triðingar av virði­søkingini koma frá al­ mennari umsiting og tæn­ astuvinnuni, so kallla bús­ kaparfrøðingar ofta hetta fyri, at vit liva av at klippa hvørjum øðrum. Sjálvt um tað í tjóðar­ rokn­skapinum frá 2013 vísir seg, at virðisøkingin frá fiski­ vinnuni og alivinnuni bert er ein lítil fjóðringur av virðis­ økingini í Føroyum, so er hetta eitt ómetaliga høgt tal samanborið við onnur lond. Í Grønlandi er ikki talan um meira enn 13 prosent, í Íslandi 10 prosent, í Noreg 0,7 prosent og í ES 0,1 prosent. Tá ið hesi tøl vóru løgd fram á fundi í Norður­landa­ húsinum, ivaðist formaðurin í Føroya Fiskimannafelag í, hvussu vit kunnu liva í Før­ oyum, bert við at klippa hvør øðrum. – Tí eitt veit eg. Sótu kon­ an og eg á Toftum og kliptu hvørjum øðrum og ikki fóru til arbeiðis, so hevði ikki ver­ ið nógv at goldið húsa­lánini við, segði Jan Høj­gaard. Kappingarføri Fyri at føroyskar vørur kunnu seljast úti í heimi er neyð­ugt, at tær kunnu fram­ leiðast til kappingarførar prísir. Tá ið búskaparfrøðingar tosa um kappingarføri hjá fyri­tøkum, so eru trý viður­ skifti, hugsað verður um: 1. At fyritøkan kann kapp­ ast á (heima ella altjóða) marknaðinum við sínum vørum 2. At fyritøkan kann kapp­ ast á innlendis markn­að­ inum um arbeiðsmegi 3. At fyritøkan kann kapp­ ast á innlendis markn­að­ inum um kapitalin Fyritøkurnar skulu sostatt hava lítlar kostnaðir til til dømis lønir og rávørukeyp soleiðis at teirra vørur kunnu seljast, men tey skulu sam­ stundis hava so mikið høgar lønir, at tær kunnu tiltrekkja arbeiðsmegi at arbeiða fyri seg, og eisini hava so høgt kapitalavkast at kapitalurin vil seta pengar í fyritøkuna. Punkt tvey og trý arbeiða eitt sindur hvør móti øðrum, tí í fyrsta lagi skal fyitøkan kapp­ast um at fáa fólk til ar­beiðis. Hetta er ein inn­an­ lands kapping um arbeiðs­ megina við aðrar fyritøkur í landinum. Samstundis skal fram­ leiðslu kostnaðurin vera so bíligur, at kapitalurin fær áhuga at gera íløgur í fyri­ tøk­urnar. Í frágreiðingini skriv­ar Hans Ellefsen, búskapar­frøð­ ingur: – Týdningarmikið er, at tað almenna ikki ‘grípur inn’ í marknaðarmekanismuna við stuðli ella øðrum stovns­ ligum forðingum, soleiðis at tað ikki er marknaðurin, sum finnur útav, hvat virksemi loysir seg og ikki loysir seg. Hetta er marknaðurin tann besti til at finna útav Hann vísir á dømir um stovnsligar forðingar í fiski­vinnununi sum eru til dømis avgjøld fyri at landa uppisjóvar fisk uttanlands ella forboð ímóti at landa meir­a enn 25 prosenti av botn­fiski uttanlands. Eisini forðingar fyri at skifta ímillum bólkar í fiski­ daga­skipanini eigur at verða roknað sum stovns­ligar forð­ ingar fyri markn­aðar­mekan­ ismuni. Dømir um stuðul eru sjó­ mannafrádrátturin uppá 14 prosent av allari løn undir 470.000 krónur, ið ger at fiskivinnan kann bjóða lægri lønir enn restina av vinnu­ lívinum. Til seinast er flakavirkis­ skipanin hjá ALS eisini eitt dømi um at flakavirkir kunnu bjóða lægri løn enn marknaðarlønina, tí restin av lønini verður goldin av ALS. Tá ið markanðir til­lagga seg so henda eisini markn­ aðarfeilir. Tað ger, at tað al­ menna onkuntíð noyðist at blanda seg, men hetta eigur bert at vera í seligum før­um og tað skal gerast við var­ semi. Eitt dømi um ein markn­ aðarfeil er monopol støður. Av tí at tað ikki er gott fyri ein markna at hava monopol