Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. oktober 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 19. oktober 2016 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FISKIVINNA verður í vanligum búskapum gjørd tiltøk fyri at monopol skulu upploysast. Vanliga verður eisini rokn­að við, at bankavinnan ikki bert kann latast upp til marknaðin at virka óregu­ lerað. Í frágreiðingini verð­ur víst á, at tá ið før­oysk­ir trol­ arar fiska í Barents­havinum, so verður partur av fiskinum tveittur fyribborð, tí hann ikki kann brúkast og í løtuni ikki hevur marknaðarprís, so tað loysir seg at taka hann við lands. Uppá stutt sikt hevði eitt krav um, at alt skal til lands allarhelst viðført minni virðisøking, men hevði tað uppá longri sikt ver­ið møguleiki fyri at hes­in av­ skurður endar á landi til virk­ingar, sum skapti størri samlaða virðis­øking? Kann tað vera ein mark­n­aðar­ feilur í hesum, møgu­liga eru tað manglandi stór­drifts­ fyri­munir, ið gera at slík fram­leiðsla ikki ber seg, spyr høvundurin í fragreiðingini. Góð virðisøking Til tess at staðfesta góðskuna í virðisøkingini verður hugt eftir hvussu nógv løn­takara­ ársverk eru knýtt at virðis­ økingini, tað vil siga rokna út virðisøkingina pr. løn­ takara­ársverk. Hetta lutfall verður eis­ini kallað arbeiðsmegis-pro­duk­ tiviteturin. Tað ber eisini til at velja at rokna út virði­søk­ ingina pr. kapital­eind. Hetta er tó truplari, tí tað er ikki so einfalt at kvantifisera stødd­ ina á kapitalinum. Í 2013 var virðisøkingin fyri hvønn løntakara 970.000 krónur í fiskiveiðuni og 710.000 krónur í matvøru­ ídn­aðinum. Samanborið við meðal­ talið fyri allan búskapin, so eru tað høg tøl, tí tað meðal­ talið var 543.000 krónur pr. løntakara. Ein forkláring er helst, at vit fingu tær stóru makrel­ kvot­urnar og havast skal í huga, at her er talna um leyp­andi prísir, sum hækka ár fyri ár. Í frágreiðingini verður víst á, at úrflutningurin sjálvandi eisini hevur týdning fyri bú­ skaparvøksturin. Ofta verður eisini sagt, at nærum allur okkara útflutn­ ingur er fiskur. Hetta er ikki heilt beint. Víst er nærum allur okkara vøruútflutningur fisk­ur, men tænastu útflutn­ ingurin er av øðrum slagi og er her ikki taldur við. Aðrar inntøkur uttan­ lands frá eru ríkisveiting og aðrar veitingar frá danska statinum, umframt inntøkur frá føroyingum, ið arbeiða uttanlands men hava bústað í Føroyum. Samanumtikið stava undir 60 prosent av samlaðu inn­tøkum Føroya frá ú­t­ landinum frá fiskivinnuni. So sjálvt um virðisøking er ein partur av kjakinum um nýggja fiskivinnuskipan, so eru tað onnur viðurskifti, sum gera seg galdandi um hetta skal bøta um búskapar­ støðuna í landinum. Fyrst og fremst at før- oyska framleiðslan er kapp­ ingar­før og eisini at so fáar forðingar eru sum møguligt verður sagt í álitinum. Politikkurin Tá ið politisku flokkarnir fara at viðgera nýskipanarálitið, so fara tey sjálvandi eisini at tosa um virðisøking og størri inntøkur til sjálvt sam­ felagið. Um hetta fer at gera, at vinnan fær færri markn­ aðar­forðingar og um fyri­ munirnir í fiskivinnuni og fiskavirkingarvinnuni verða tikin burtur er ilt at siga áðrrenn, men sambært búskapar­frøðingunum, so er hetta neyðugt skal samlaða samfelags­kakan gerast størri enn hon er í dag. Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur, hevur gjørt eitt rit um virðisøking fyri fiskimálaráðið Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, heldur ikki, at hann og konan høvdu megnað at gjalda húsalánini, um tey bert sótu á Toftum og kliptu hvør øðrum Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur boðið andstøðuflokkunum á fund um fiskivinnuna í morgin Um alt var tikið við heim úr Barentshavinum verður tað ein virðisøking uppá langt sikt