Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. oktober 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. oktober 2016 · Nr. 120 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KOMMUNUVALIÐ ✗ BERGUN KASS Listi F Heitar hendur, heimarøkt og eldrabýli. S j á l v s a g t øki, ið eiga at hava hægstu rað­fest­ingar og so sjálvsagt i mín­ari verð, at eg ikki vil troytta lesaran við somu staðfestingum um mangl­ ar og somu lyftum um betringar, sum politikkarar hava gjørt nógvu árini framm­an­undan. Nei! Eg spyrji heldur, hví vit ikki koma á mál og hvat kann gerast øðrvísi fyrisitingarliga og politiskt? Forlongdi armurin hjá politikkarum er embætis­ fólk­ini – hesi hava al­oft­ast góðar og drúgvar út­búgv­ing­ ar og eru serkøn og dugnalig innan hvør sítt og ymisk fakøki. Men tíðin er eisini komin til at hugsa eitt sindur øðrvísi og meira broytt arbeiðsliga. Soleiðis siga tey í Skand­ erborg, Assens og Gentofte kommune, ásannandi, at kommunalt arbeiði ikki er tað tað hevur verið. Paragraffir, rokniark og arbeiðsskabelónir skulu supp­lerast við nýggjum am­ boð­um, persónligheitum og førleikum. Kommunur verða tey mest innovativu og mest spen­n­andi almennu arbeiðs­ plássini, tí tey skulu virka sum ‘menningar­laboratorier’, har nærdemokratiið kem­ur við loysnum og týdn­ingar­ miklum sam­felags­ligum av­bjóðingum, og har vit menna heilt nýggjar fat­anir av komm­unum. Komm­un­an er ikki bara eitt system og ein organisatión, men lokal­sam­ felagið og øll tey menn­iskju, sum búgva, arbeiða og reka vinnu. Hetta merkir, at fleiri dansk­ar kommunur eru í gongd við eina friðar­liga koll­velting, sum flytir seg frá fortíðar system­hugs­ an. Fólkið skal megna lív­ið, upp­gávurnar, verða við­leik­ ari og fáa viður­kenning fyri tað. Kommunan verð­ur, í høv­uðsheitum, ‘om­drej­ ningspunktið’ hjá felags­ skap­in­um við ávirkan og ábyrgd í fólkinum. Og her verður brúk fyri em­bætisfólki, ið stuðlar til­ gongdum, leiðir rørslum og fær til vega nýggjar res­sour- cir í samfelagnum. Hesir nýggju upp­gávu­ hættir, politikkmenning og arbeiði við at fáa til vega res­sourcir í fólkinum og økja um nyttuvirðið av átøk­ unum, stilla stór krøv til embætisverkið, og stór krøv til tillaging, dagføring og nýggjar arbeiðshættir. Stutt og nakað fýrakantað kann man siga, at juristurin skal draga borgaran inn í av­gerð ella niðurstøðu, so borgarin onkursvegna góð­ tekur úrslitið og kennir seg sæddan, hoyrdan og íbland­ aðan. Búskaparfrøðingur skal finna ressourcer til nýggjar loysnir í samfelagnum og ikki bara arbeiða eftir skabe­ lón og príslista, og stjórn­ mála­frøðingurin skal hjálpa politikkarum at møta hvørj­ um øðrum og møta borg­ arunum á palli fyri sam­ starvi. Framtíðar embætisfólk arbeiða ikki fyri skipanum/ system­um, nei, teir ar­ beiða fyri at allir virknir bor­g­arar kunnu virka fyri felags og virðisfullum sam­ felagsloysnum. Fyri at gera mína grein og nýggju tankar eitt sind­ur meira viðkomandi og ítøki­ ligar, vil eg lýsa tað við dømi, har eg sjálv hevði virknan leik­lut sum íblásturgevari á Ellis­heimi. Sum avvarðandi í brúk­ araráði, saman við øðr­um góðum fólki, eisini um­boð­ andi starvsfólk og búfólk, høvdu vit sum endamál at vera eitt slags millumlið mill­um avvarðandi, búfólk og leiðslu. Samstarvið gekk væl og vit arbeiddu konstruktivt. Men tað sum eg siti eftir við er spyrjandi kenslan og ynski um, at kommuna og fyrisiting vísti áhuga, for­ vitnaðist ella bjóðaði til fund. Og er tað júst hetta – tey í Skanderborg, Assens og Gen­ tofte eru samd við mær í. Vónandi megna politik­ar­ ar, fólk og embætisfólk hetta skiftið og taka avbjóðinginga í størsta álvara. Absolutt neyðugt! Absolutt neyðugt! Bjørghild Djurhuus býráðslimur Hálvan tíma eyka um vik­ una, hevði ver­ið ein góð tæn­asta at veitt okk­ara eldru borg­ar­um í Tórs­havn­ ar Komm­unu. Í Danmark hevur seinastu árini verið møguleiki hjá eldri borgarum, at fáa eyka vitjanir frá heimatænastuni. Hendan skipanin snýr seg í stuttum um, at borgarin fær eina eyka vitjan , hálvan tíma um vikuna, útyvir vanliga heimahjálpstørvin. Borgarin velur sjálvur hvat hesar vitjanir skulu brúkast til, og nær tær skulu verða. Hvør vitjan telur ½ tíma, og er tað eisini møguleiki fyri at samla sær saman tímar, soleiðis at tú til dømis kann fáa tveir tímar eyka hjálp/tænastu fjórðu hvørja viku, í staðin fyri hálvan tíma um vikuna. Í Keypmannahavn vóru tað 97 % av borgarum, sum høvdu hendan møguleikan, og tóku av tilboðnum. Tey vóru so sera væl nøgd og feg­ in um hesa klippikort skipan. Hetta eru borgarar við skerdum førleika, sum fáa heimahjálp fleiri ferðir um vikuna. Hendan skipanin er somu­leiðis við til at hækka um lívs­góðskuna – til dømis við nýggj­um sam­skifti, og upp­living­um, sum tey sakna og ikki hava møgu­leika fyri í gerandis­degnum. Royndirnar úr Danmark vísa, at tey flestu vilja sleppa út til eitthvørt, til dømis at vitja avvarðandi í kirkju­garð­ inum, á kafé, at keypa, ein gongutúr, baka eina køku, eitt gott prát, ella okkurt heilt annað. Hugsast kann eisini, at tilboðið seinni kann víðk­ast til, at eisini bjóða røktar­ heimsborgarum hesa tæn­ astu, og hví ikki , eisini heima­búgvandi eldri, sum ikki fáa heimahjálp og njóta gott av sama tilboð. Eina slíka verkætlan sum hesa vil eg raðfesta at sett í verk í Tórshavnar kommunu um eg blívi vald í býráði tann 8. november. Somuleiðis meti eg, at verk­ætlanir sum hendan júst er í tráð við visjónina hjá Tórshavnar Kommunu, virkin og vakin – alt lívið. Tann aldrandi borgarin í Tórshavnar Kommunu kann fáa eina enn betur tænastu, okkurt at síggja fram til og gleða seg til, og ikki minst størri lívsgleði. Klippikort til eldri sum fáa heimarøkt www.sosialurin.fo Fá meira at vita