týsdagur 18. oktober 2016síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 19. oktober 2016 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Birgar Johannessen
Valevni fyri Framsókn
Man
hoyrir
dagliga
fólk
tosa
um
m a n g l a n d i
lív og trivnað
í miðbýnum. Í seinastuni
er tó hent nakað, t.d. er eitt
torg gjørt oman fyri gamla
BankNordik
bygningin,
og má eg siga, at tað er eitt
genialt hugskot. Eitt torg
skapar jú trivnað og savnar
fólk, um tað er lokkandi.
Hyggja vit, hvat er í nánd
av Torginum, síggja vit m.a.
handlar,
matstovur,
sam
komuhús,
bussterminal,
bókasavn o.s.fr., og meira
lokkandi verður tað í næstum,
nú eitt fitnessentur er á veg.
Men so koma vit til eitt
stórt "MEN", og tað er gamli
bygningurin hjá BankNordik,
sum Tórshavnar kommuna
eigur.
Torg verða gjørd fyri at
savna fólk og at skapa trivn
að, og tað er her, at Býráðið
man hava misskilt okkurt.
Í staðin fyri at sleppa sær
av við gamla BankNordik
bygningin ella leiga hann
út til privat endamál, hevur
Býráðið samtykt, at tríggjar
hæddir
av
bygninginum
skulu hýsa einum parti av
umsitingini hjá Tórshavnar
kommunu.
Inn í aðru hædd flytur
KT-deild og fíggjardeildin
hjá býráðnum, deildin hevur
í mong ár húsast á "Glade
hjørn". Á triðju og fjórðu
hædd er teknisk fyrisiting
hjá býráðnum. Bert veg
hæddin er almenn.
Upp gjøgnum árini hava
fólk trúliga latið søgulig
ar lutir inn til "Tórshavnar
Býarsavn" og Føroya Forn
minnissavn. Innkomnu lut-
irnir verða síðan skrásettir
og goymdir burtur. Hetta er
ikki gott nokk. Fólkið hevur
krav uppá, at hesir fornlutir
altíð standa frammi. Her
haldi eg, at søvnini vísa lítla
respekt móti fólkinum og
serliga móti teimum, sum
hava latið inn.
Sjálvandi skal alt hetta
standa frammi, og tað er her,
at gamli BankNordik byg
ningurin kemur til sín rætt.
Um "Tórshavnar Býarsavn",
Fornminnissavnið, og eg, við
mínum lítla søguliga savni,
sluppu inn á aðru hædd í
gamla BankNordik bygn
inginum, og tað privata við
góðum hugskotum fekk inni
vist á triðju og fjórðu hædd,
ja, so hevði miðbýurin blivið
tað ríkari.
Tað, sum eg her føri fram,
er bert eitt av fleiri góðum
hugskotum, sum eg liggi inni
við.
Og hetta kann bara koma
miðbýnum og Havnini sum
heild til góðar.
Bankabygningurin aftur til æru
Jógvan Arge
varaborgarstjóri úr
Tjóðveldi
Tað er hugaligt
sum
umboð
fyri Tjóðveldi
at bjóða seg
fram
til
bý
ráðsval í Føroya størsta býi.
Tórshavnar kommuna er
landsins størsta við teimum
flestu íbúgvunum og flestu
skattakrónunum.
Hon hevur serliga skyldu
at veita bestu tænastur og
vera framsíggin á øllum økj-
um.
Moderniteturin í Føroy
um sprettur úr Tórshavnar
kommunu, og her virka vit
fyri fólkaræði, javnrættind
um og nýskapan.
Vit eru perlan í Norður
atlantshavi, sum forvitin
ferðafólk síggja fyrst, tá
ferðamannaskip í stórum
tali koma til býin.
Vit geva fegin pláss fyri
fólkum uttaneftir og hjálpa
teimum á leið í okkara sam
felag.
Vit geva pláss fyri nýggj
um vinnum, handlum, veit
ingarstøðum og nýbrotum
annars, so trivnaðurin verð-
ur í hásæti.
Vit stuðla upp undir eitt
ríkt mentanarlív, sum alsamt
mennist á øllum mótum.
Vit hava eitt virkið lestrar
umhvørvi við støðugt fleiri
lesandi og einum nýggjum
miðnámsskúladepli í gerð.
Vit hava eitt virkið ítrótta
lív fyri allar aldursbólkar við
góðum breytum og hølum,
sum alsamt verða ment.
Børnini og tey ungu eru
framtíðin, og teimum verða
vissaðir bestu møguleikar
at mennast á dagstovnum, í
skúlum og í frítíðini.
Vit hava eisini ábyrgd
av teimum, sum eru komin
upp í árini og tørva heima
tænastu, umlætting og røkt-
arheimspláss.
Vit eru fólk í øllum aldri
í býi og bygdum, sum hava
spennandi nattúru, søgu og
upplivingar.
Tórshavnar
kommuna
veksur og mennist hvønn
dag. Okkara skylda er at um
sita hesa perluna við góðum
skili og røttum stigum í tøk-
um tíma.
Seta 10-tals
milliónir av
Tí bjóða vit okkum fram
við eini valskrá undir her
rópinum “Fólkið fyrst og
fremst.”
Á
tíðindafundi
mána
dagin greiddu vit býráðslimir
saman við øðrum valevnum
hjá Tjóðveldi frá trimum
teimum
ovast
raðfestu
málsøkjunum, eldraøkinum,
dagstovnaøkinum og bú-
staðarøkinum.
Um eldraøkið varð sagt,
at Tjóðveldi vil játta 10
milliónir krónur eyka til
eldraøkið til tess at fáa fleiri
flógvar hendur til arbeiðis í
heimatænastuni og á ellis- og
røktarheimunum.
Í dag er eitt starvsfólk
fyri hvørjar fýra brúkarar.
Flokkurin vil tryggja, at eitt
starvsfólk nú verður um
hvørjar tríggjar brúkarar.
Tjóðveldi vil eisini játta 10
mió. kr. eyka til dagstovna
økið til tess, at pedagogarnir
í framtíðini fáa longri tíð
saman við tí einstaka barn
inum. Tjóðveldi vil seta í
verk námsfrøðiligu stevnu
miðini fyri allar dagstovnar
og hækka normeringina.
Fremsta treyt fyri verandi
og komandi borgarum í Tórs
havnar kommunu er, at tey
hava møguleika at seta føtur
undir egið borð.
Tjóðveldi fer at bjóða
landsstýrinum, Bústøðum,
fakfeløgum, pensjónsgrunn
um og øðrum áhugaðum
íleggjarum til samstarv um
at loysa bústaðarmálið.
Fólkið má setast fram um
betongið í næstu býráðssetu,
og Tjóðveldi tryggjar, at so
verður.
Fólkið fyrst og fremst
KOMMUNUVALIÐ
✗
Marin Katrina Frýdal
býráðslimur
Tjóðveldi
B u s s l e i ð i n
er lívæðrin í
kommununi
og skal gerast
enn
betri.
Fólk eru sera
glað fyri Buss
leiðina, tó ynski eru um
broytingar í ferðaætlanini,
eyka túrar, og fleiri túrar
fyrr um morgnarnar, seinni
um
kvøldarnar
og
um
vikuskiftini.
Bussleiðin er hjartabarnið
hjá mær. Tá eg frá 2005-2011
var forkvinna í teknisku
nevnd, varð arbeitt miðvíst
við at menna Bussleiðina. Eg
eri tí sera glað og ikki sørt
errin av at hoyra, hvussu
fólkið hevur tikið Buss
leiðina til sín. Enn er ikki
komið á mál, tí ætlanin var
alla tíðina at Bussleiðin
skuldi vera eitt alternativ til
bilin. Tað málið er ikki rokkið
fyrr enn koyrt verður oftari
og allar dagar.
Bussleiðin hevur ómeta
liga stóran týdning fyri
kommununa. Bussleiðin er
ein
samhaldsføst
skipan,
har roynt verður at flyta ein
stóran part av bilferðsluni
yvir á kollektivan flutning,
fyri at minka um bilatalið
og CO2-útlátið. Gjaldsfría
loysnin frá 2007, har eitt av
aðalmálunum var at uppala
børnini at brúka Bussleiðina,
soleiðis at komandi ættarlið
á ein heilt natúrligan hátt
nýta kollektivu ferðsluna
sum ein flutningsmøguleika,
hevur økt brúkaraskaran
munandi.
Trygdin má økjast í bý
bussunum.
Trygdarbelti
skulu verða í bussunum,
tí tað er ikki nóg trygt at
bussar koyra millum bygdir
fullir av skúlabørnum, har
ikki øll eru íbundin.
Higartil hevur tíverri ikki
verið politiskur vilji at økja
um títtleikan, men nú hesir
somu býráðslimir kropp av
kroppi siga, at teir eru sinn-
aðir til hetta, sær ljósari út.
Tjóðveldi fer nú sum áður
altíð at arbeiða fyri eini enn
betri
Bussleið.
Gjaldsfría
skipanin skal halda áfram,
tænastan víðkast í allari
kommununi allar dagar í
vikuni.
So ynskir tú eina enn
betri Bussleið, so er valið
sjálvandi Tjóðveldi.
Enn betri Bussleið