týsdagur 18. oktober 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. oktober 2016 · Nr. 120
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
Jákup Petur er ættaður av Viðar
eiði. Mamma hansara var ættað úr
Oyndarfirði og pápin av Viðareiði.
Mamman æt Johanna og pápin
Janus. Tá ið tú trívur í pennin og
fert at skriva, so rennur mangt og
mikið fram fyri teg. Tunt er tað blóð,
sum ikki er tjúkkari enn vatn og so
stingur hesin táttur seg upp í sinnið
um skyldskap og uppruna. Johanna
var dóttir Abraham Abrahamsen,
Abraham á Bakka í Oyndarfirði og
kona hansara æt Elsebeth Malena
Poulsen. Hon var dóttir Daniel
Peder Poulsen úr Tarti og Jóhannu
Sofíu Horn hjá Gutta. Tey búsettust
á Trøðni í Fuglafirði. Daniel Peder
er sostatt langabbi Jákup Petur,
og var hann langabbabeiggi grein
skrivaran. Sostatt verða vit báðir
fermenningar.
Setti búgv í Fuglafirði
Jákup Petur kom til Fuglafjarðar
1958, tá ið hann giftist 20. juli sama
ár við Kathrinu Skarðsá, dóttur
Edvard á Bakkanum- klokkaran
og Mariu(Mia), ið var ættað úr
Leirvík.. Trina doyði 9. Nov. 2013
og varð borin í heim 2.8.1936. Tey
fingu 5 gentur – Johanna Maria
(Hanni Mia), Elsa, Edva, Sunn-vá
og Janet. Mia var ættað úr Leirvík.
Faðir og Edvard vóru trímenningar.
Edvard var sonur Óla á Bakkanum
og Petru. Petra var dóttir Lamba
Tummas
og
Lísbettu.
Lamba
Tummas var somuleiðis langabba
beiggi greinskrivaran, so vit eru
eisini fermenningar. Sostatt er
skyldskapur okkara millum í báðar
leggir.
Jákup Petur og Trina settu seg
niður á Bakkanum í Fuglafirði tætt
við Kirkjurygg, heiman fyri hús
ini hjá Martinu og Petur Halga
dal. Sjálvur eri eg uppvaksin
á Bakkanum, og var hetta eitt
gróðrarmikið stað at vaksa upp í,
har fólk gingu oman og niðan tíl
arbeiðis, tí havnalagið var dygst
við. Ja, vakurt var tað at síggja t.
d. skipini landa við Stórubrúgv
og arbeiðsfólkið – børn og vaksin
koma oman millum Koksið, sum
var eitt skot, ið var ein loka oman á
brúnna. Hetta var ein hvønndags-
sjón.
Viðareiði
Jákup Petur, sum sagt, kom av
Viðareiði. Pápin var kallaður Janus
av Grømmanum ella Grømma
Janus, tí staðið, har tey búðu, æt
á Grømma. Jákup Petur vaks upp
undir góðum korum eins og manga
staðni, sum tað var í Føroyum tá,
so hjálpti hann saman við systkj
um sínum – 6 í tali, við øllum
heimaarbeiði. Saksa, seta niður
epli, hjálpa til í torvi, við seyði og
kúgv. Ja, nógv var at gera, men
hóast tað, so var eisini tíð til spæl
og leik í umhvørvinum saman
við hinum børnunum í bygdini.
Torvið varð skorið Inni í Dølum,
har tunnilin kemur út. Her skóru
allir viðoyingar torv. Her høvdu
tey tvey stykki, har tey skóru , eitt
nær við vegin og eitt, sum lá longri
burtur. So sigast kann, at øll høvdu
sama møguleika. Pápin plagdi at
koma heim fyrst í mai, og var hann
heima uml. 14 dagar og skar torvið
tá. Mamman setti eplini niður. Um
hoyggingina er at siga, at tað var
ikki nóg mikið av lendi til tey sjálvi,
tí varð neyðugt at hoyggja eitt
annað gerði fyri helvt, so hoyggið
skuldi røkka til.
Bjørgini drógu Jákup Petur til
sín, og enn tann dag í dag hugsar
hann um hesa sjáldsomu mentan.
Í Rivi og Torvu hevði verið nógvur
lundi, men hesin var oyddur av
rottuni. Hugsi mangan, tá ið komið
verður til rættindi bæði á fjøllum
og í bjørgum, at vit hava dugað væl
at farið við hesum lunnindum t. d.
vóru Seyðtorvan og Urðin býttar
ímillum garðarnar á Heygum, við
Garð og Ónagerði soleiðis, at t. d.
tveir bólkar áttu Seyðtorvuna, með
an ein hevði Urðina. Soleiðis varð
skift millum hesar bólkar.
Tað búðu uml. 230 fólk á Viðar
eiði, tá ið Jákup Petur vaks upp.
Lærararnir vóru Poul Enok Hansen
og Óli Dahl. Børnini vórðu býtt í
tveir bólkar. Eldri flokkurin gekk
í skúla frá 8 til 12 og tann yngri
bólkurin frá 12 til 2. Tað vóru einir
35 næmingar í skúlanum um hetta
mundið.
Sjólívið
Sum 14 ára gamal fór Jákup Petur
til
skips
við
Atlantsfarinum.
Kristian Olsen ættaður av Eiði
var skipari. Pápi Jákup Petur var
maskinmaður við hesum skipi í
fleiri ár, og var tað í 1951, at hann
legði frá landi sum sjómaður. Hetta
bleiv yrki hansara alt lívið bæði á
dekkinum og á brúnni. Roynt varð
fyri tað mesta við snøri, men høvdu
teir esini línu við. Hesin fyrsti
túrurin var til Grønlands. Tað var
3. juni, at lagt varð frá landi, dagin
eftir Norðoyastevnu og komu aftur
í oktobur mánaði. Jákup Petur
hevði verið 4 mánaðir í Grønlandi,
áðrenn hann fylti fimtan. Veiðan
var 1000 skippund henda túrin.
Eftir hetta var Jákup Petur við
Guðrun í 3 ár, sum Vilhelm Vil
helmsen á Syðradali var skipari átti
sluppina. Síðani við Polarfarinum
55-56, sum Olivur Thomsen førdi,
við Solo Deo Gloria á sild um heyst
ið 1956, har Jóannes hjá Dáva var
skipari. Á heystið í 1956 fór Jákup
Petur upp á skiparaskúla og var
liðugur í juni mánaði 1957, og fór
aftur á sild við Solo hetta heystið.
Tá ið Brestir kom í 1957, fekk hann
tjans við hesum skipi. Júst í Túni
var skipari. Heysti 1957 varð farið á
ísfisk undir Føroyum. Á várið 1958
í apríl mánaði lá leiðin til New
foundland, til Flemmish Kap, 1500
fjóðringar at sigla og tók hetta 10 -
11 samdøgur. Túrurin vardi hálvan
annan mánað. Tað rullaði illa á hesi
leið, tí lagdirnar leggja seg um hesar
leiðir og elva til gjálv í sjónum og
drabbutan sjógv, so tað rullaði illa.
Túrurin vardi hálvan annan mánað,
og nógvur fiskur var at fáa.
Jákup Petur fekk sær, sum sagt,
konu úr Fuglafirði 1958. Hann var
ikki við Bresti hetta summarið, men
fór umborð aftur um heystið og var
við hesum fari til summarið 1959.
Ja, nú varð at flyta av Viðareiði til
Fuglafjarðar. Jákup Petur sigur, at
hann varð væl móttikin, og honum
hevur dámt væl at búgva her. Hann
hevur eisini sett síni spor í bygdini,
sum ein blíður, fryntligur og væl úr
hondum greiddur bygdarmaður og
sjómaður og altíð víst sín kærleika
ímóti øðrum saman við konuni
bæði í trúgv og verumáta.
Jákup Petur skipari
Summarið 1959 fór Jákup Petur til
Grønlands við Brimnes sum besti
maður og á sild um heystið. Hans
í Norði av Toftum var skipari og
var eisini eigari av hesi slupp. 1960
við Polarfarinum í Grønlandi við
snellu eftir toski. Olivur Thomsen
var skipari. 1961 við línubátinum
Stellu Kristinu, har Hallur Laksa-
foss var skipari og var við hesum
fari til 1962. Summarið 1962 við
Víkingi sum stýrimaður við snellu
til Grønlands. Kjartan Mohr átti
Víking. John Joensen, John hjá
Gutta úr Oyndarfirði var skipari og
vóru henda veturin einar 3 túrar í
ísfiski eisini undir Føroyum . 1963
royndu vit á Jøklagrunninum út
fyri Vestfirðum í Íslandi. Hetta
var saltfiskaveiða, og varð fiskurin
seldur og landaður á Ellingsøya
norðan fyri Aalesund í Noregi. Ein
túrur varð gjørdur til Newfound
land í apríl og varð somuleiðis
landað aftur á sama stað sum fyrra
túrin í mai. John fór í land og skuldi
Jákup Petur føra bátin, men hvat
hendi? Jú, báturin varð leigaður
sum hjálparskip til landið. Ovi
Ellingsgaard skuldi verða skipari
og Jákup Petur stýrimaður. Kona
Ova gjørdist álvarsliga sjúk, so Ovi
kom ikki við. Jákup Petur bleiv so
skipari, og var hetta á fyrsta sinni,
at hann helt um stýrisvølin sum
skipari.
Kappin
Fyrsta túrin sum skipari við hesum
fari var at fara yvir á Kappan við
greiðum til teir útróðrarmenn, sum
róðu út á Kappanum, tí Blikur, sum
skuldi koma við greiðum og tilfari
til hesar menn, rendi á ís og sakk í
Julanehåbsbuktini. Hetta var í 1963.
Í 1964 var Víkingur eisini brúktur
sum vaktarskip, men tað løgna í
hesi gongd, var, at Smiril var farin
upp á sleipistøð, og Víkingur skuldi
so sigla í rutu millum Havnina og
Suðuroynna.Víkingur varð seldur
til Suður Afrika í juni 1964. Sama
árið var Jákup Petur skipari við
Lizzie, sum Kjartan Mohr reiddi út
og átti, og hann førdi hesa slupp
í 3 ár. Um veturin var róð út við
Gulldrangi. Lizzie lá fyri teymi í
Fuglafirði um veturin, sum Jákup
Petur hevði ábyrgdina av.
Tað eru sjáldsama vakrar veru
ligar hugmyndir, sum mangir før
oyskir sjómenn hava havt. Hetta
er at undrast yvir, so raskir hesir
menn hava verið. Stríðshugur, ar
beiðshugur, guðstrúgv og siðalagið
var ein natúrligur partur av hesum
lívshátti. Tá ið komið varð til 1965
var Jákup Petur á sild við Lizzie.
Royndu á sildaleiðini millum 64-
66 norður, men illa bar til. Høvdu
fingið 130 tunnur og vóru farnir at
sigla inn. Fleiri skip vóru somuleiðis
á veg inn, tí støðan mundi verða
eins hjá sildaskipunum. Jákup
Petur leggur støðuna fram fyri
Várharra og fær bønarsvar, at sigla
í ein norðan. Richard úr Hvanna
sundi var bestimaður. Teir sigldu
so norðuraftur haðani, teir vóru
komnir , so tað mundi tykjast løgið
hjá manningini, at farið varð aftur
á vaðskítaleiðina. Men skjótt sást
á ekkoloddinum, at tað skrivaði
óført. Teir settu og fingu 230 tunn
ur. Dagin eftir, 120 tunnur og 9o
tunnur triðja dagin. Skipið var fult
og teir høvdu nógva sild á dekk
inum. Fleiri skip komu á hesa fiski
leið og fingu nógva sild.
Útróður
Jákup Petur var 3 ár við Lizzie –
1964, 1965 og 1966, og um veturin
róði hann út við Gulldrangi, sum
Jógvan á Brúnni førdi. Hann fór
sjálvur at føra Gulldrang 1966. Hetta
heystið royndu teir vestanfyri. Tað
var nógvur fiskur at fáa, og fingu
teir í novembur 9000 pund upp á
setuna og í desembur 10.000 pund.
Í januar 1967 viðraði illa, og fóru teir
út á Sandoyarbankan at royna. Her
var gott at royna og nógvur fiskur.
Onnur skip royndu eisini her t.
d. Oyrasker, Sjóborgin, Høganes
og Brimnes. Tá ið komið varð út
í mai, varð farið suður á Munka
grunnin. Royndu á vestara kanti á
Munkagrunninum og fingu nógva
brosmu og longu. Settu fyrstu set
una suður av Stórutungu longur
suður ígøgnum kantin og fingu
55000 pund og 50000 pund av toski
og 2,5 tons av kalvaspraggu og
restin brosma og longa. Tað var ein
góður túrur, men prísurin var ikki
nakað serligur. T. d. var prísurin fyri
tann minna kalvan 4 kr og størra
kalvan 6 kr fyri kg.
Um Varmakelduleitið hetta árið
varð riggað til at fara til Íslands. Vit
vóru illa mannaðir, tí einir 4 mans
fóru av, men nakrir ungir dreingir
høvdu biðið um at lova sær við.
Jákup Petur bað teir koma, og
Jacob Petur 80 ár