Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-18, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. oktober 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 19. oktober 2016 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 MERKISDAGAR 24. oktober í ár túrurin bleiv góður. Tað var blankur sjógvur allan túrin og at egna stóð ikki á hjá teimum. Høvdu 7 setur og fingu 70.000 pund. Avreitt varð á Ísvirkinumn í Fuglafirði. Eftir henda túrin varð riggað til at fara á sild, men tað var lítið av sild at fáa hetta árið. Okkurt av skipunum endaði norðuri við Jan Main, men tey eldru skipini góvust í septembur, so sildafiskiskapurin hetta árið var vánaligur. Riggað varð til útróður og roynt varð eystur úr Skálhøvda, men tað viðraði illa. Hetta var sama heyst, tá ið Njarlingur gekk burtur, men út á heystið varð veðrið betri og roynt varð á Sand­oyarbankanum og høvdu teir nógvar góðar túrar. Ein dagin, tað var kolandi stormur av land­synningi, so er hugsanin tann, at tað var kanska vert at farið ein túr. Jákup Petur ringdi til Mein­hard á Gulldrangi, um hvat hann helt. Hann svaraði: »Slepp tær avstað, tað verður ein góður dagur í morgin!« Sum hugsað, so gjørt. Jakku hjá Kalinum helt: »Tú ert púra svakur at fara av stað. Eg kann hjálpa tær at fáa stamparnar umborð, men eg komi ikki við.« Jakku plagdi ikki at vera tann, sum leyp frá, tá ið á stóð. Tað gjørdi hann heldur ikki hesa ferð. Tað var ein kolandi stormur av landsynningi, glaðustrok eftir vágni, áarføri og skriðan stóð norður ígjøgnum Djúpini. Tá ið komið varð vestur um Mýling, stakk hann vesturum, og tað bleiv blanka stilli. Sigast skal eisini, at tað var góður streymur. Tað bleiv av bestu líkindum og veiðan var 11000 pund henda túrin. Ein dreymur og svartkalvi Ja, tað kann tykjast løgið, at tú kanst droyma dreymar, sum leiða teg á ta røttu kósina. Ein gubbi Jákup Petur á Viðareiði kemur til hansara í dreymi og sigur, at tað var so nógvur seyður á bakkanum í Eiðsvík. Tá ið Jákup Petur vakn­aði, visti hann, at hetta var á kantin­um á Sandoyarbankanum. Vit settu so tvær setur her og fingu 17000 pund hvørja ferð. Róð var út við Gulldrangi sum vanligt um veturin, men vár­ið eftir 1968 fingu íslendingar so nógvan svartkalva á Eystur­land­inum. Vit fóru at vita, um vit kundu fáa nak­ að. Høvdu 12 setir og fingu 80.000 pund. Seinni fóru vit yvir aftur og settu á Horna­grunninum úti fyri Seydis­fjarðar­dýpinum og royndu í 7 dagar og fingu 100 000 pund. Árið eftir, 1969 varð farið yvir­ aftur, men tað var ringt at fáa pláss her, tí tað vóru fiskifør alla­staðni, so tað var torført at sleppa framat. Siglt varð norður um Seydisfjarðardýpið. Nei, tað tyktist, eins og eingin glotti var at hóma, so setast kundi. Snæfugl lá her. Boas var skipari, sum Jákup Petur kendi eitt sindur. Jákup Pet­ ur helt nógv av at royna millum ís­lendingar. Hann kallaði á Boas, um tað var nakar møguleiki at seta her? »Ja,« sigur Boas, »tú kanst seta ein stubba beint sunnan fyri okkum, og vit skulu flyta okkum eitt sindur, so tú fært sett tveir stubbar afturat.« Hetta var vakurt gjørt. Flytir tú teg eitt lítið sindur á hesum leiðum, so kann dýpið gerast 50 favnar djúpari. Vit settu sjey ferðir og fingu 107000 pund av svartkalva. Her var nógvur fiskur, og hetta líkaði Jákup Peturi væl. Vit máttu ansa væl eftir, tá ið drigið varð, tí tað var so nógv á. Vit drógu 3 stampar um tíman av svartkalva. Hetta mátti gerast varliga, tí svart­ kalvin hevði so moyran kjaft. Árið eftir var ikki roynandi fyri hvali, sum hamaðist upp í okk­um, tá ið vit settu. Ja, teir mólu rundan um boyuna, tá ið vit høvdu sett. Ta eina ferðina bleiv illveður, og lógu vit og andøvdu í tvey samdøgur. Tá ið veðrið hasaði av, og vit fóru eftir boyuni, vóru hvalirnir aftur kring boyuna. Hetta var løgið. Ja, tá ið vit settu, kundu teir eisini koma aftan á okkum. So hesin fiskiskapur helt uppat av sær sjálvum. Endi – Uranus og Fiskiklettur Árið 1970 fekk eg mær frí. Jákup Egholm fór at føra Gulldrang. Kon­ an, Trina var vorðin sjúk, so eg mátti arbeiða á landi. Arbeiddi úti á Ísvirkinum eina tíð, men mær dámdi betur á sjónum. Oddfríður var lagaligur at vera saman við. Hann segði ein dagin við meg, at Uranus var til sølu, um eg ikki skuldi keypa hann? Tað kundi Jákup Petur ikki, hann hevði ikki pening til hetta. Oddfríður segði at Ísvirkið skuldi veita trygd fyri hesum. Soleiðis var. Bátin hevði Jákup Petur í hálvttriðja ár, og so var hann seldur. Eftir tað keypti Jákup Petur helvtina av ognini í Fiskakletti, sum Fuglafjarðar Jákup á Skála og sonurin, John Oluf áttu. Báturin var árendur av Arnatindi, meðan hann lá við bryggju í Havn­ ini og sakk. Teir gjørdu hann aftur á bedingini á Strondum. Hetta var eitt óført far, sum eisini bleiv brúkt til troling á landleiðini. Jákup Petur var umborð til 1993 og fór í land vegna trupulleika við mjødnini. Systur­sonur hansara, Jóhannus Jacob­sen fór at føra Fiskaklett til 2006, tá ið Jóhannus og Ólavur Joensen av Skipanesi keyptu bátin. Ellivu tey seinastu árini sigldi Jákup Petur við skipum hjá Sand­ grevstur í Fuglafirði. Frits Í hesum sambandi fara vit at vísa hølini fram og bjóða ein góðan drekkamunn. Landsstýriskvinnan, Eyðgunn Samuelsen og borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen, fara at bera okum eina heilsan, og Bárður á Lakjuni leggur eisini leiðina fram við. Tað hevði tí glett okkum at sæð viðskiftafólk og samstarvsfelagar á Heiðavegi 21, Saltangará, hósdagin 20. oktober 2016 kl. 14-16. Vit eru flutt í nýggj høli í Saltangará av.fo Hós. 20. okt. Hamburgararyggur • Stoktur høsnarungi • Knettir Frí. 21. okt. Rivjasteik • Lasanja • Rísrættur v. svínakjøti Leyg. 22. okt. FK búffur Mán. 24. okt. Fiskafrikadellur • Gjørd hara Týs. 25. okt. Royktur medistari • Kókað neytakjøt Mik. 26. okt. Stoktur fiskur • Kjøtfrikadellur Matskráin hesa vikuna Matstovan í Hoyvík Tel 660058 Frítt internet í matstovuni í Hoyvík