Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-18, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. oktober 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. oktober 2016 · Nr. 120 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 www.gevidblod.fo Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá mín elskaði maður, pápi, verpápi og abbi Marnar Tjørnudal f. 25-6-1945 d. 24-8-2016 doyði og varð jarðaður. Tøkk til tey á lungadeildini á Ríkissjúkrahúsinum fyri tað umsorgan, ta tíð hann var har. Tøkk til Berg Debes Joensen prest fyri góð og troystarrík orð í kirkjuni. Somuleiðis vilja vit takka Podaskórinum og Jóan Birgir fyri góðan sang, tá hann kom norður í kirkjuna. Tøkk til Bergtór prest fyri góð orð í kirkjuni og Svenning fyri góð orð á grøvini. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og berarar og øll, sum bakaðu og annars hjálptu til við ervinum. Eisini vilja takka øllum, sum lótu kransar og gávu til missiónshúsið og annars vilja takka øllum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað, og á annan hátt vistu sína samkenslu. Familjunnar vegna Valborg, Hans Petur, Pauli og Valdimar v. familjum Tøkk Hjartaliga takka vit øllum ið sýndu samkenslu, tá ið okkara kæri pápi, abbi og verpápi Zacharias Bærentsen andaðist og varð jarðaður. Eisini takka vit hjartaliga Ellisheiminum og Landssjúkrahúsinum fyri røkt og umsorgan. Tøkk fyri blómur og kransar. Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Tøkk til prest, berarar, sangarar, kirkjutænarar og fyri hjálpina til ervið. Tey avvarðandi Tøkk Eina hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá mamma, vermamma, omma og langomma okkara Anna Sofía Sólgarð Andreasen Skála f. 23.02.1936 d. 30.08.2016 andaðist og varð jarðað. Tøkk til Jógvan Fríðriksson bisp og Símun P. Jacobsen prest fyri troystarík orð í kapellinum og kirkjuni. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og øll tit, ið hjálptu til við ervinum, og tit ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Takk fyri blómur og minnisgávu til eldrafelagið Kumlá. Sigurlaug, Hans Jákup, Zacharias, Maria og Rósa Tøkk Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu, tá kæra kona mamma, omma og vermamma okkara Sanna Joensen fødd Petersen fødd 12. januar 1945 í Vági – deyð 23. september 2016 í Keypmannahavn varð jarðað í Raklev kirkju, Kalundborg. Familjunnar vegna Jógvan, Hervør & Jógvan Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu samkenslu, tá ið kæra systir okkara Petronella Heinesen Nella í Hoygarðinum Toftir f. 19.06.1920 d. 20.06.2016 andaðist og varð jarðað. Takk fyri góð orð í kapellinum og í kirkjuni. Takk til Meinhard Bjartalíð prest. Takk fyri alla góða hjálp og takk øll tit, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað her á jørð. Takk fyri minnisgávur til Bláa Kross. Hjartans tøkk øll somul. Vegna tey avvarðandi Svanhild, Helena og Herluf Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá kæra mamma, omma, langomma, systir og vermóðir Óluva Durhuus Petersen Vestmanna F. 26.06.1923 og D. 26.08.2016 andaðist og var jarðað. Hjartans tøkk til prest, dekn, klokkara og urguleikara. Tøkk til sangkórið fyri vakran song í kirkjuni. Tøkk fyri troystarik orð úti à Grønanesi og í kirkjuni. Hjartans tøkk til øll tykkum, ið bakaðu til ervið. Tøkk til heimið á Grønanesi fyri lán av høli til ervið. Samstundis tøkk til tykkum starvsfólkið, ið vóru um Óluvu og vóru so góð við hana. Hjartans tøkk til tykkum øll, ið so trúføst vitjaðu Óluvu meðan hon var á heiminum á Grønanesi. Hjartans tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og peningagávur til Vestmanna kirkju og Heimið á Grønanesi. Hjartans tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu Óluvu til hennara seinasta hvíldarstað. Vegna tey avvarðandi Sunneva og Helgi Ommu og langommubørn við húski