hósdagur 20. oktober 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. OKTOBER 2016
SOSIALURIN 121
6
HALLUR AV RANA
T
að er ikki gerandiskostur,
at stjóraskifti er í ein av
teimum stóru føroysku
reiðarínum, so tað vakti
ans, tá tíðindi bórust í síðstu viku,
at Eyðun Rasmussen hevði lagt
frá sær sum stjóri í Christian
í Grótinum samtakinum eftir
trettan ár sum stjóri í samtakinum,
ið hann sjálvur eigur saman við
pápanum, Kristian Martin Ras
mussen, og beiggjunum Jón Ras
mussen og Boga Rasmussen.
Leitað verður tó ikki eftir einum
nýggja stjóra til peningasterka
reiðaríið við heimstaði í Ánunum,
men boðaði felagið frá, at Jan
Petersen er nýggi maðurin ið skal
standa á odda fyri samtakið, ið í
2015 taldi tvey skip, 253 starvsfólk
og ein umsetning á 537,9 milliónir
krónur.
Ikki ókendur í felagnum
Hóast reiðaríið sostatt hevur sett
ein persón uttanfyri familjuna
í stjórastarvið, so er tað ikki ein
fremmandur persónur, ið nú
tekur við stjórasessinum í familju
fyritøkuni.
Seinastu trý árini hevur Jan
Petersen nevniliga verið fíggjar
stjóri í Christian í Grótinum sam
takinum, umframt at hann hevur
nevndarlimur í felagnum seinastu
fimm árini.
At standa á odda fyri einum
at Føroya størstu reiðarínum er
tó ein heilt onnur uppgáva enn
at vera nevndarlimur og fíggjar-
stjóri. Nýggi stjórin er tó við gott
mót, og væntar at hann fær ar
beiðsfrið, hóast talan er um eina
familjufyritøku.
– At vera stjóri í eini familju
fyritøku kann sjálvandi verða
annarleiðis enn at verða stjóri í
einhvørjari aðrari fyritøku, men
um allir partar eru greiðir yvir
sínar leiklutir er ikki tann stóri
munurin, sigur Jan Petersen.
– Eg havi starvast í familjufyri
tøkuni í meira enn trý ár og kann
ikki siga annað enn, at eg síggi
fram til at skula arbeiða saman
við teimum í mínum nýggja starvi,
sum stjóri.
Vildi vera maskinmaður
Fyri 43 ára gamla Jan Petersen, so
lá tað tó aldrin ordiliga í kortunum,
at hann skuldi gerast reiðari.
Sum ungur var hugurin til
sjógvin, og royndi hann seg sum
sjómann við línubáti, nótabáti og
partrolara, áðrenn hann fór undir
á skúlabonk. Dreymurin var at
gerast maskinmaður, men sum
hjá so nógvum øðrum føroyingum,
so brast dreymurin hjá honum, tá
fíggjarkreppan skolaði yvir landið
í nítiárunum.
– Upprunaliga ætlaði eg at verða
maskinmaður, men sum hagtølini
vísa fall talið av lærlingum fyrst
í nítiárunum nógv, og tískil var
ikki lætt at fáa lærupláss eftir
loknan fólkaskúlan. Tískil valdi
eg at fara á handilsskúla og har
blivu lunnarnir lagdir undir míni
starvsleið, greiðir Jan Petersen frá.
Eftir at Jan Petersen var liðugur
í handilsskúla gekk leiðin til
grannskoðarafelagið Rasmussen
og Weihe har hann byrjaði í læru,
samstundis sum hann tók HD 1.
part. Har var hann í trý ár, áðrenn
hann valdi at royna eydnuna í
Danmark, har hann fekk starv hjá
Nilfisk-Advance og tók HD (R).
Aftur til Føroya
Um aldarskiftið gekk leiðin heim
aftur til Føroya, har hann fekk
arbeiðið í einum av Føroya størstu
feløgum.
– Í 2000, eftir trý ár í Danmark,
valdu eg konan at flyta aftur til
Føroyar og fór eg at arbeiða á
fíggjardeildini hjá Føroya Tele.
Eg var á Føroya Tele til 2013, við
undantak av tveimum árum frá
2002 til 2004 har eg var fíggjarleið
ari hjá JFK í Klaksvík. Frá 2007 til
2013 var eg fíggjarstjóri hjá Føroya
Tele.
Januar 2013 fekk hann so aftur
eitt arbeiðstilboð frá einum einum
reiðaríi í Klaksvík, tá hann fekk
bjóðað sessin sum fíggjarleiðari í
Christian í Grótinum.
Ikki tær stóru
broytingarnar
Tað verður ikki tær stóru broyt
ingar, ið kunnu væntast av nýggja
stjóranum, ið hevur alt gott at bera
undanfarna stjóranum.
– Felagið hevur ment seg
nógv tey trettan árini, ið Eyðun
Rasmussen hevur verið stjóri, og
er Christian í Grótinum í dag ein
fíggjarlig sterk fyritøka, sigur
nýggi stjórin.
Spurdur um hvat hann metir
verða størsta avbjóðingin næstu
tíðina vísir Jan Petersen á virksemi
uttanlands.
– Christian í Grótinum er ein
stór fyritøka, sum eisini hevur
virksemi uttanlands. At fáa lønsemi
í hendan partin av virkseminum er
og verður ein stór uppgáva, sigur
Jan Petersen.
Harumframt er ein effektiviser
ing av virkseminum eisini framliga
í huga hjá nýggja stjóranum.
– Umframt hetta, so skulu vit
áhaldandi menna fyritøkuna
soleiðis, at vit fáa sum mest burtur
úr teimum kvotum vit fiska. Hetta
merkir eitt áhaldandi fokus á
virðisøking, effektivitet, góðsku
og sølu, greiðir Jan Petersen frá.
Bíða eftir politikarunum
Tað er eingin loyna, at Jan Peter
sen hevur tikið við starvin
um í eini tíð við stórari óvissu í
føroysku fiskivinnini. Arbeiðið
við eini nýggjari fiskivinnu
nýskipan, ið samgongan við
Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og
Framsókn hevur tikið stig til, er
nevniliga skjótt klár at leggja fyri
tingið.
Nógv rok hevur longu staðist av
arbeiðinum, og fleiri reiðarar hava
verið úti og funnist at arbeiðinum,
har høvuðsendamálið tykist at
vera, at føroyska samfelagið skal
fáa ein størri part av inntøkunum
í fiskivinnuni.
Jan Petersen vísir á, at tað ikki
er so nógv, ið teir fáa gjørt við
sjálvt arbeiðið við at gera eina
fiskivinnunýskipan, men at meira
vinning eitt felag fær burturúr
virkseminum, størri orku leggur
felagið í virksemi.
– Tá ið tað kemur til fiskivinnu
nýskipanina, so fáa vit ikki gjørt
so nógv. Tað er upp til politikarnar
at avgera hvussu okkara framtíðar
fiskivinna kemur at síggja út og
hvør okkara lutur verður, sigur
Jan Petersen, áðrenn hann leggur
afturat.
– Hinvegin haldi eg, at eg kann
siga, at vit fara at gera tað, sum
vit kunnu fyri at Føroyar fáa sum
mest burtur úr tilfeinginum, og
sjálvandi vil okkara motivatión
verða størri um vit eisini kunnu
fáa vinning burtur úr tí orku vit
leggja í.
– At vera stjóri í eini familjufyritøku kann sjálvandi verða annarleiðis enn at verða
stjóri í einhvørjari aðrari fyritøku, men um allir partar eru greiðir yvir sínar leiklutir er
ikki tann stóri munurin. Tað sigur Jan Petersen, nýggi stjórin í Christian í Grótinum
PERSÓNSSØGA
Felagið
hevur ment
seg nógv tey
trettan árini,
ið Eyðun
Rasmussen
hevur verið
stjóri, og er
Christian í
Grótinum
í dag ein
fíggjarlig
sterk
fyritøka
FÍGGJARSTJÓRIN
GJØRDIST REIÐA
Bláa bók: Jan Petersen
Føddur: 1972 í Klaksvík
Heimstaður: Klaksvík
Hjúnafelagi: Tanja Petersen
Børn: Mikkjal 16, Børge 14 og David 6.
Útbúgving: Grannskoðari og HD (R)