Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. oktober 2016síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 121 7 Harumframt vísir Jan Petersen á, at tað eru fleiri faktorar, ið hava ávirkan á úrslitið hjá samtakinum. – Vit royna hvønn dag at gera okkara besta fyri at fáa so stór virðir burtur úr fiskinum sum møguligt. Virksemi hjá okkum er tengt at sveiggjum í marknaðarprísum, gjaldoyrakursum, oljuprísum og broytingum i kvotum v.m.. Vit eru leypandi noyddir at fyrihalda okkum til øll hesi viðurskifti fyri at fáa sum mest burtur úr, sigur Jan Petersen. Einki nýtt skip Í løtuni eigur Christian í Grótinum samtakið tvey skip, M/S Norðborg og M/S Christian í Grótinum. Samtakið lat Norðborg byggja í eini skipasmiðju í Kili í 2009, meðan Christian í Grótinum varð keypt brúkt úr Noregi í 2013. Fyri einum ári síðan kom tó undan kavi, at samtakið hevur arbeitt við at byggja eitt nýtt skip, men at tann ætlanin varð slept. Óvissan um hvat hendir eftir 1. januar 2018 varð tá nevnt sum ein av orsøkunum. Jan Petersen upplýsir, at hóast stjóraskiftið, so er tann støðan óbroytt. – Vit hyggja støðugt eftir hvussu vit kunnu betra okkara virksemi og fáa sum mest burtur úr kvotunum. Tískil meta vit javnan um nær tíðin er komin til at byggja nýtt skip. Vit arbeiða tó ikki í løtuni við nøkrum konkretum ætlanum, tí at óvissan um framtíðar fiskivinnuna í Føroyum er alt ov stór, sigur Jan Petersen. Nýggjar vinnur Hóast felagið ikki hevur nakrar ítøkiligir ætlanir um at byggja nakað skip, og hóast eingin veit hvussu fiskivinnan fer at síggja út eftir fiskivinnunýskipanina, so svarar Jan Petersen, tá hann verður spurdur um vónirnar fyri fyrstu árini, at vónandi kann hann hyggja aftur á sína tíð í stjórasessinum og gleðast yvir, at hava verið við til at lagt lunnar undir nýggjar vinnur við samtakinum. – Eg vóni sjálvandi at vit eftir 1. januar 2018 kunnu halda fram við okkara virksemi sum í dag, har vit royna at skapa størst møgulig virðir úr kvotunum til gagn fyri starvsfólk, eigarar og samfelagið sum heild, sigur Jan Petersen og leggur afturat. – Hetta merkir at eg vóni vit hava eitt sterkt reiðarí, sum er ført fyri at gera íløgur í nýggj vinnutól og um møguligt stuðla undir at nýggjar vinnur verða settar á stovn. HALLUR@SOSIALURIN.FO ARI Um Christian í Grótinum samtakið: Christian í Grótinum er ein familjufyritøka, sum var stovna í 1992, men søgan hjá felagnum byrjaði í 1971. Fyrsta skipið var M/S Borðoyanes, sum Palli Rasmussen saman við soninum Kristian Martin Rasmussen og svigarsoninum Jákup Ziskason keyptu frá J. F. Kjølbro. Í 1975 kom Christian í Grótinum, fyrsta uppisjóvarskipið hjá felagnum, sum var í flotanum fram til 1998. Síðani 1998 eru tveir nýbygningar komnir úr Chile og felagið eigur í dag tvey pelagis framleiðslu skip, M/S Norðborg og M/S Christian í Grótinum.