hósdagur 20. oktober 2016síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. OKTOBER 2016
SOSIALURIN 121
27
Komandi partur
Í komandi viku verður umframt framhald
av saltfiskasøguni eisini frásøgn frá
“saltfiskatúrinum” hjá Sólorku.
hjá fiskagentunum. Í 2007 greiddi
Dinnafía Ferjá frá Gjógv í Miðvikuni frá
teirri ferðini, hon fór til Vágs at arbeiða fisk.
Her er brot úr frásøgnini:
Tá ið eg var 18 ár, vildi eg sleppa at síggja
Suðuroynna, so eg fór til Vágs at arbeiða
fisk. Vit fóru frá Gjógv við Smirli. Hetta var
eisini ein longri ferð. Á leiðini lá Smiril eina
nátt á Klaksvík. So varð farið til Suðuroyar,
men tað varð lagt at í Havnini á vegnum.
Her var tíð at sleppa í land, men tað skuldi
ansast eftir at vera umborð, áðrenn Smiril
floytaði 3. ferð.
Tað verður sagt, at tað onkuntíð vóru
upp til 200 fiskagentur í Vági. Vit komu so
at búgva í einum húsum, har fiskagentur
búðu.
Vágur var ein tann fremsta bygdin í
landinum tá í tíðini, og tað vóru nógvir reið
arar, sum turkaðu teirra fisk. Vit arbeiddu
fyri Magnus á Gørðunum, størsti reiðarin í
Vági og ein tann størsti í landinum. Hann
hevði tvey hús at hýsa gentum, teir á
Løghamri høvdu tvey, teir á Tjørn eitt og teir
á Marknoyri eitt. Húsini høvdu ymisk nøvn.
Eitt var kallað Kikkenborg og eitt Brimborg,
tí tað lá so niðarlaga við sjóvarmálan.
Tað vóru ofta meira enn 4 gentur í einum
kamari.
Hægri løn í Vági enn í Klaksvík
Tað var seinast í mars, at vit koma til Vágs.
At vaska fisk høvdu vit ikki roynt fyrr. Vit
vaskaðu inni, og tað var ikki í kari, men
heldur við ein langan kassa, har fleiri gent
ur stóðu hvør sínu megin. Fiskurin ið vask
ast skuldi, varð lagdur uppá borðið, har
dolkurin og bustin lógu. Mannfólkið bar
okkum so nógvan fisk inn, sum vit kundu
arbeiða.
Fyrst skuldi skræðan vaskast og allar
fjaðrar skuldu lyftast upp og vaskast væl
undir teimum. So var fiskurin vendur.
Serliga nógvur dentur varð lagdur á, at
allir blóðplettir vórðu skavaðir burtur. Teir
gjørdust annars sera sjónligir, tá ið fiskurin
var turrur og hvítur. Sera væl mátti eisini
ansast eftir, har livrabroddar høvdu hingið
fastir. Annars gulnaði fiskurin, har hesir
høvdu verið. Fiskurin skuldi skrubbast væl
á báðum síðum, og blóðið skerast og skav
ast úr uggunum og blóðgeislunum. Roygg
ið skuldi alt burtur úr uggunum. Til at fáa
royggið burtur var ein fingraleysur vøttur,
tann sokallaði »lógvin«, nýttur.
Vit máttu sjálvar skera blóð og tílíkt
burtur úr fiskinum. Tey, sum búðu á pláss
inum, kundu ofta hava síni børn at gera
hetta arbeiðið, og kom tá so mikið meira
burtur úr. Fiskurin var so turkaður úti, og
tað má hava verið nógv betri veður tá enn
nú. Apríl mánaður kom, og tá var byrjað at
turka fiskin úti. Umframt at vaska fisk, so
arbeiddu vit eisini við at breiða fisk, tá ið
hann skuldi turkast úti. Tær góðu løturnar
skuldu nýtast til fulnar, og tá máttu øll í
sving við tí.
At vaska fisk var akkord arbeiði, tað
fekst vist fyri hvørjar 100 fiskar. Í Vági fingu
tey meira í løn enn í Klaksvík. Fyri 100 fiskar
fingu tey fyri tann størsta fiskin kr. 1,80 í
Vági og kr. 1,60 í Klaksvík.
Lønin fyri millumfiskin var kr. 1,20 fyri
hundrað fiskar og fyri smáfiskin 80 oyru.
Tað var tískil sera ymiskt, hvussu nógv ið
kom burtur úr hjá hvørjari. Hjá mær mundi
tað vera nakrar hundrað fiskar um dagin,
so daglønin var bert nakrar fáar krónur. Tá
ið vit breiddu fisk, var tað fyri tímaløn, og
eg haldi at hon var 35 oyru. At vaska gav
hóast alt meira enn tað. Gongdin var tann,
at tá ið tað ikki var veður at arbeiða úti,
varð arbeitt inn í fiskakjallaranum, so tað
var altíð nóg mikið at gera. Sunnudag høvdu
vit so altíð frí.
Teir á Gørðunum fingu í 1929 eisini
innandura turkarí, sum varð nýtt, tá ikki
var veður at turka úti.
Høvdu mat við heimani frá
Vit búðu frítt og fingu eisini frítt brenni,
men vit máttu kosta okkum sjálvar. Vit
gjørdu sjálvar mat, og nógvar høvdu eisini
mat við sær heimani frá. Vit høvdu epli
við, og tað vóru eisini aðrar, sum høvdu,
sum t.d. genturnar úr Vágum. Vit høvdu
eisini kjøt við okkum, og eg minnist, at eg
hevði kjøtpylsu eisini. Men annað máttu
vit sjálvsagt keypa okkum.
Til Vágs komu eisini rættuliga nógvir
fiskimenn aðrastaðni frá. Her var jú ein
slíkur hópur av skipum. Eg haldi, at bert
á Gørðunum vóru eini 14 skip. Umframt
skipini vóru so nógvir motorbátar, sum
róðu út. Magnus keypti eisini saltfisk úr
Íslandi at vaska og turka, áðrenn skipini
komu heim av Suðurlandinum.
Nógvar gentur fingu sær drong í Suðuroy
og búsettust har.
Norsk frásøgn um fiskaarbeiði
Sverre Stove (f. 1905), var kendur norskur
blaðmaður. Hann var systirsonur gamla S.
P. Petersen í Fuglafirði.
Hann hevði í 1947 eina frásøgn úr Før
oyum í norska blaðnum Magasinet. Í hesi
frásøgn er ein áhugaverd frásøgn um
hvussu hann minnist fiskaarbeiðið í Fugla
firði:
På brygga i Fuglafjørður står en halv snes
kvinner ved nogen lange bord og pakker
saltfisk. Med raske sting syr de strien rundt
de 50 kilos buntene. Et par mannfolk slenger
fisken op på bordene til dem og bærer væk
de færdige ballene.
Jeg blir stående og se på, det er et
arbejde jeg har været med på så ofte. Til en
krambubetjents arbejde dengang jeg sidst
var i Fuglafjørður hørte også det at være
en slags arbeidsformann på tørkeplassen
og under pakkingen. Det var nå ikke altid
like greit for en 17-18 års gutt å hevde sig like
overfor kanskje hundrede munnrappe koner
og sprelske jenter. I den tiden arbejdet næsten
hele den kvinnelige delen af bygdefolket på
tørkeplassen sommeren gjennom fra de
første sluppene kom fra Island i maj måned
og så længe utover høsten som det var noe
håp om å få fisken tørr. Også de større barna
og en og annen gammel mann var med, de
unge mannfolkene var på fiske. Ofte var det
et slit, så usikkert som sommervejret er på
Færoyanes. Knapt var fisken spredt ud på
de stensatte tørkeplassene, før en drivende
skur tvang en til at samle den under pre
senningerne igen. Mangen gang ble det
tatt sjansen på at skuren skulle drive forbi,
sommeregnen kan være umåtelig lokalt.
Regn var avbjóðing
Så gikk eg og vaktet på vind og truende
skyformationer og tok varsel på alle over
leverte tegn og merker, Værst var det når
den gamle – handelsmannen selv – gik inn
til middagsluren, mens fisken lå der som en
gulkvit risiko på steinheller og knatter, og
ansvaret med all sin forferdelige tyngsel falt
på ungguttens skrøpelige skuldre. Mørknet
det så over fjellkammen eller sør i fjorden
var det ingen anden udvej enn å rådspørre
gamlingerne, som altid satt der, de som
hadde opmagasineret all livets erfaring på
vær og vind i rinnende øjne og gigtbrudne
ben. Men som alle virkelig sagkyndige var
de uenige eller udtrykte sig med alle slags
reservationer. Ble beslutningen så tatt:
Fisken sammen igjen for en truende skur,
kom signalflagget op på handelsbygningen.
Folkene, som var gått hjem – de skulle
ikke have betaling for den tiden fisken lå
der og blev tørket af Vorherre, strømmet
tilbake. Koner og barn og gamlinger slet
fisken sammen i stakker og surret matter
og presenninger over. Da var det, at
katastrofen iblandt inntraff. Den gamle
kom ut fra middagsluren, opfrisket og
energisk, og møtte bare tomme tørkeplasser,
hvor fisken lå under røde og grønne og blå
presenninger, mens sola strålte og stekte
fra en blå og smilende sommerhimmel
– de truende skyene hadd opløst sig til
intet i samme øjeblik den siste surringen
ble lagt på en siste stakken. Så var det jo
ungdommelig ukyndighet – hva det kanska
også var. Men hadde skurren kommet, mens
fisken lå der udover, kunnet den have kostet
tusinder af kroner. Siden er det blevet lettere,
værvarslingen gir noenlunde sikkerhet mot
at de virkelige regnværene kommer uventet.
Interessant nok er det den norske meldingen
fra Bergen færøyingene lyttet ivrigst etter
og stoler mest på. Men skal de vare sig for
lokale skurer, må ennå de gamle tegn tydes.
Sverre greiðir frá síni
vitjan 20 ár seinni:
Konene står og titter på meg, de har vist
kjent meg igjen. Det er de samme, som jeg
ofte har arbejdstimer for Vi hilser, og det
blir lidt prat:
Det er nok vi gamle, som må holde for,
de unge vil ikke arbejde i fisk nå til dags.
Meget av arbejdet er tungt og slitsomt,
ikke mindst å vaske saltfisken, stå mere
og mindre gennemvåt og skrubbe på svær
torsk dagen lang. Selv om mannen er borte,
gir huset og barna arbeid nok.
–––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Dollin. Seinni partur av sendingini í
Iktus um Dollan kemur fríggjdagin og
sunnudagin. Tíðirnar kunnu síggjast á:
Iktus.fo
Magnus Dahl var stjóri á Gørðunum,
tá ið Dinnafía vaskaði fisk har
Soleiðis vaskaðu tær fisk á Gørðunum, har Dinnafía arbeiddi
Teir á Gørðunum fingu turkihús í 1929
Fi k
ki
á G ð
h
á Di
fí
í fi ki
Fiskaarbeiði á Gørðunum