Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-20, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. oktober 2016síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 121 26 Óli Jacobsen SALTFISKUR – GRUNDAR­ LAGIÐ FYRI SAMFELAGNUM Sólorka skipaði í heyst fyri einum »saltfiskatúri« til Spania. Hetta gav íblástur til nøkur brot úr okkara saltfiskasøgu 1.partur T að er sjálvsagt nógv sum er skriv­ að og sum kann skrivast um okkara saltfiskasøgu, sum var avgerandi fyri okkara búskap í mong ár. Her skulu bara nøkur brot takast fram. Saltfiskur hevur verið framleiddur í Føroyum síðan í 18. øld. Tey fyrstu hagtølini tykjast at vera frá 1841. Árini 1841-50 vóru framleidd 21 tons ár­ liga, árini 1858-65 vóru tey 581 tons, og árini 1866-75 var árliga framleiðslan 1.520 tons Skjúrtur á bliki Ein nokk so stuttligt frásøgn er frá skipinum Fox, sum í 1860 var í Føroyum í sambandi við kanningar av møguleikanum at leggja telegrafkaðal millum Amerika og Europa. Her verður m.a. sagt um tá ið teir nærk­ aðust landi: Langs Kysten opdagede vi en mængde Fruentimmere, tilsyneladende i færd med at tage Storvasken hjem, som havde ligget paa Blegen. Hele Terrainet syntes Over­saaet med hvide Skjorter og andet Linned. Dette gjorde et overmaade behageligt Indtryk paa os, da vi ankom med helt andre forudsætninger, navnlig da vi danske, som havde hørt og læst saa meget om Færingers mindre Omhyggelighed i Retning af Renlighed. Da vi imidlertid rettede Kikkert­en paa den utallige masser Skjorter, som forekom os at afgive rent linned for Thorshavns 900 indbyggere, opdagede vi stor Skuffelse. Linnedet forvandledes til opsprættede Fisk, som laa spredte til Tørring. Framleiðsla av klippfiski Vanliga verður roknað við, at slupptíðin, og harvið saltfiskatíðin, byrjaði í 1872 við trappubrøðrunum og sluppini Fox. Fyrstu árini var størstur dentur lagdur á veiðu undir Føroyum, men sum frá leið gjørdist Ísland høvuðsálitið. Vit skulu inn í 1900 talið, áðrenn saltfiskaveiðan kemur at gerast størsta álit hjá okkum. Í 1901 veiddu 83 skip 2.900 tons í saltfiski undir Íslandi. Hetta tal var í 1930 komið uppá 158 skip, sum veiddu 20.000 t. og við hesum skipum vóru tilsamans 3.200 mans. Hetta var ein heilt stórur partur av arbeiðsføra mannfólkinum í landinum. Í 1925 byrjar fiskiskapurin undir Grøn­ landi, og í 1930 veiddu vit 9.000 tons av saltfiski undir Grønlandi. T.v.s. samlaða nøgdin var um 30.000. Hetta var støðið fram til 1970. Tað var kortini eingin framleiðsla av saltfiski undir krígnum. Men aftaná kríggið fingu vit ein stóran trolaraflota, mest grundaður á saltfisk. Og í 1950-unum og 60-unum ein enn størri línubátaflota, sum eisini mest var grundaður á saltfisk. Taka vit útflutningin av klippfiski, so lá hann flestu av 1950-unum omanfyri 10.000 tons, meðan hann í 60-unum minkaði niður í nærum einki. Taka vit saltfiskin, so var hann t.d. í 1950 um 25.000 tons. Størsti marknaður var Italia við 14.000 tonsum og næst var Spania við 8.000 tonsum. Koma vit til 1970, so er tó við nógvum sveiggjum mynstrið tað sama, men nøgdin er minni. Men seinastu um 20 árini er ikki ein tann einasta saltfiskur ongin framleiddur umborð á einum føroyskum skipi. Tað, sum hevur verið framleitt, er framleitt á flakavirkjum á landi. Hetta hevur eisini verið minkandi. Fyrsta stig í framleiðsluni Mannagongdin umborð var tann á eini slupp, at fiskurin var bløðgaður, so hvørt hann varð veiddur. Tá veiðudagurin var lið­ ugur var farið at reinsa. Fiskurin varð flakt­ ur og rásaltaður í lastini. Tá fiskurin var íligin eftir nøkrum døgum varð hann umrivin, og saltaður av nýggjum í krubbum. Hetta gav sjálvsagt bestu góðsku. Tá trolararnir komu, varð mannagongdin øðrvísi. Tað kom nógvur fiskur inn á dekkið í senn, tí var hann ikki blóðgaður beinanvegin. Fiskurin var saltaður bein­ leiðis í krubburnar, tá var ikki tíð til somu viðgerð sum umborð á sluppunum. Hetta merkti, at keypararnir vóru ikki so hugaðir fyri trolarafisk sum sluppfisk, hetta ávirkaði eisini prísin. Tann fiskur, sum varð veiddur fyrra partin av árinum, fór fyri ein stóran part av landinum aftur sum klippfiskur. Men áðrenn turkihúsini komu, mátti fiskurin, sum skipini komu heim við um heystið, verða útfluttur sum saltfiskur. Viðhvørt fóru skipini sjálvi av landinum við saltfiskinum, ofta til Keypmannahavnar, men eisini enntá til Spania. Søga hjá fiskagentu Ein stórur partur av saltfiskasøguni er tann Siðsøga SIÐSØGA Hetta var fyrsta stigið í saltfiskaframleiðsluni. Menn standa við snøri Óli Jacobsen So tætt lógu sluppirnar á Suðurlandinum. Tað vóru upp til 150 sluppir undir Íslandi