hósdagur 20. oktober 2016síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. OKTOBER 2016
SOSIALURIN 121
25
Klaksvíkar kommuna er tann
næststørsta í landinum og virkar
í nógvar mátar, sum mótpolur
móti Tórshavnar kommunu
ÁRNI GREGERSEN
5000 fólk búgva í dag í Klaksvíkar kommunu. Bert eitt tíðarskeið í
áttati-árunum hava áður búð só nógv fólk í landsins næststørstu
kommunu.
Í dag er kommunan vorðin størri gjøgnum samanleggingar við
fleiri smærri kommunur í Norðoyggjum og frá 1.januar verður
Húsa kommuna eisini innlimað í Klaksvíkar kommmunu.
Klaksvík fekk býarheiti í 1972.
Umframt Klaksvík hoyra bygdirnar Ánirnar, Árnafjørður,
Mikladalur, Norðoyri, Strond, Svínoy og Trøllanes til kommununa.
Klaksvík er fiskivinnubýur og Kjølbro-fyritøkan hevur sett dám
á býin í mong á. Í seksti-árunum búðu um 4000 fólk í Klaksvík og
av teimum arbeiddu 1000 í fyritøkum, sum Kjølbro átti.
At hetta er ein fyritøka, sum hevur ófatuliga stóran týdning fyri
økið og alt landið sæst millum annað av, at hon í 2001 stóð fyri 12
prosentum av føroyska útflutningsvirðinum.
Klaksvík er framvegis fiskivinnubýur burturav og Kjølbro
fyritøkan, hvørs eigaraviðurskifti eru nógv broytt seinastu árini
eigur hóp av skipum og part í skipum, sum verða útgjørd í Klaksvík.
Harumframt eru uppsjóvarskipini hjá felagnum Palli hjá Mari
annu partur av nýmótans føroyska flotanum umframt onnur skip.
Ein onnur fyritøka, sum eisini virkar í kommununi, er Bakka
frost, sum er í ferð við at byggja eina risastóra smoltstøð á Strond.
Íløgan er um 640 milljónir krónur.
Kommunan sjálv er fíggjarliga komin fyri seg eftir tungu árini
seinast í farnu øld og í fíggjarkreppuni í 2009.
Nýggjur skúli verður bygdur í løtuni. Teir báðir skúlarnir, Skúlin
á Ziskatrøð og Ósáskúlin verða lagdir saman til ein skúla, og fara
at húsasst undir sama taki. Tann bygningurin verður gjørdur nú
og verður eftir ætlan liðugur í 2018.
Næststørsta
kommunan í
Føroyum var
stovnsett í 1908
Jógvan Skorheim er borgarstjóri í Klaksvík, umboðandi Nýtt Sjálvstýri. Hann stillar upp til býráðsvalið 8. november
NÝGGJUM
A FOKUS
Kjølbro fyritøkan heur gjøgnum mong ár sett dám á Klaksvíkina
og ger tað framvegis, jóast eigaraviðurskiftini eru broytt
Skúlin á Ziskatrøð
Hann sigur, at hetta verður
gjørt, so tað ber til at seta eina
høll omaná. Allar fyrireikingarnar
verða gjørdar, men ongin avgerð er
tikin um at byggja eina høll.
- Tað er ein stór íløga, sum liggur
longur frammi, sigur sitandi borg
arstjórin í Klaksvík.
Klaksvíkar kommuna er annars
fíggjarliga væl fyri. Fíggjarætlan
in javnvigar við 230 milljónum
krónum, tá ið eldraøkið verður talt
við og skuldin er minkað nógv.
Tá ið vit koma til ársskiftið
skyldar Klaksvíkar kommuna
undir eina hálva álíkning.
Eftir ætlan verður nýggi skúlin
liðugur í 2018 og venjingarvøllur
in og renninreytin í 2019. Arbeitt
verður eisini við nýggjum mentan
arhúsi, sum eftir ætlan eisini verð
ur liðugt í 2019.