Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-20, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. oktober 2016síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 121 24 ÁRNI GREGERSEN Fleiri stórar verkætlanir eru ella eru á veg í Klaksvík. Hetta er ikki nýtt, men sjalvd­an er so nógv fingið frá hondini sum nú. Miðbýarætlanin, sum í eini 30 ár hevur verið til umrøðu í Klaks­ vík er nú í ferð við at taka skap og fleiri aðrar verkætlanir eru settar út í kortið. - Tí tað er sera umráðandi at halda fast í tí, sum ein setur sær fyri at gera, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri. - Tá ið man arbeiðir uppá hendan mátan, millum annað við nógvum politiskum hugskotum, so er tað avgedrandi, at býráðið heldur fokus. Tað ber ongantíð til at gera alt í senn og tí má rðafestast, sigur hann. Í hesum árum er tað skúla­ bygg­ingin, sum er ovast á bredd­ anum, men eisini miðbýruin hev­ ur fokus. Arbeitt verður við at fáa sjóhita til miðbýin og til stóru almennu bygningarnar í býnum, so sum ítróttar-, badminton og svimjihøllina. Broytir býin Borgarsstjórin í Klaksvík heldur, at serliga miðbýarætlanin, sum er komin væl ávegis, fer at broyta Klaksvík. - Tí er tað so avgerandi, at vit halda fast um at gera hesa verkætlan lidna, so vit fáa ein heitan og hugnaligan miðbý í Klaksvík, tí nóg mikið er tosað um hetta seinastu 30 árini, sigur hann. Miðbýarætlanin er ein nýggj­ur partur av Klaksvík og fer at geva býnum eitt nýtt skap og eitt nýtt savningarstað. - Eydnast tað at fáa hetta at virka, sum vit ætla, so broytir hetta fullkomiliga býarmyndina í Klaks­vík til tað betra, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri. Vanligur rakstur Borgarstjórin í Klaksvík veit eis­ ini væl av royndum, at mark er fyri hvussu nógvar íløgur ein komm­ una kann gera í senn. Mark­ið er bæði fíggjarligt, men so sanni­liga eisini í aðrar mátar. Vanligur rakstur kostar nógv hjá kommununum. Vegir og kloakk­ir, havnir og lendingar og so fram­vegis. Klaksvíkar kommuna hev­ur síðani 2010 brúkt átta milljón­ir hvørt ár til at tryggja at kloak­skip­ an­in virkar í býnum. Jógvan Skorheim sigur, at ein av stóru uppgávunum hjá komandi bý­ráðnum verður sum heild at dag­føra viðurskifti í kommununi. Mill­um annað skulu vegirnir dag­ førast. Á vágni er eisini ætlanin at skifta bátabrúgvarnar út um­framt ábøtur á lendingar annars. Einar 12 milljónir krónur verða brúkt­ar uppá bátabrúgvarnar í Klaksvík. Nýggjan vøll Í Klaksvík fyllir ítrótturin nógv og serliga stórur áhugi er fyri fótbólti. Tí hevur býráðið avgjørt at gera ein nýggjan venjingarvøll. Hann verður gjørdur har sum hini ítróttaranleggini eru. Umframt at talan verður um ein venjingarvøll til fótbólt, so verð­ur eisini rennibreyt gjørd kring vøll­in. -Vit byggja soleiðis, at tað fer at bera til at seta eina høll út­yvir vøllin, men tað fara vit ikki at gera nú, sigur borgarstjórin. Hesi vóru vald í býráðið fyri fýra árum síðani: LISTI NAVN ATKVØÐUR LISTI A GUNVÁ VIÐ KELDU 302 LISTI E STEINBJØRN O. JACOBSEN 244 LISTI D JÓGVAN SKORHEIM 230 LISTI E ÓLUVA KLETTSKARÐ 211 LISTI C SIGNHILD VILHELMSDÓTTIR JOHANNESEN 182 LISTI A ELISABETH M. GUNNLEYGSDÓTTIR 138 LISTI D KRISTIAN ELI ZACHARIASEN 116 LISTI A EYÐSTEIN Ó. POULSEN 108 LISTI A ATLI S. JUSTINUSSEN 107 LISTI A HERFRÍÐ SØRENSEN 87 LISTI E JÓHANN LÚTZEN 72 Tað hevur alstóran týdning at halda fast um tað, sum ein ætlar at gera - og fáa tað gjørt UMRÁÐANDI HJÁ BÝRÁÐI AT HALDA ÁRNI GREGERSEN Tað er eitt ódnartak fyri eina komm­unu at fara undir at byggja ein fólkaskúla, men arbeiðið verður ikki minni, tá ið tú samstundis skalt leggja tveir skúlar saman. Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, dylir ikki fyri, at tað hev­ ur tikið nógva orku bæði so og so at fara undir stóru verkætlan­ina at leggja Ósaskúlan og Skúlan á Ziska­trøð saman. - Tað tekur nógva orku at fáa sam­anleggingina at rigga, og tá ið vit samstundis fara undir eina stóra verkætlan at byggja ein nýggj­an stóran skúla, so tekur tað bara uppaftur meira tíð og orku, leggur hann afturat. At byggja ein nýggjan fólka­ skúla í Klaksvík hevur leingi lig­ið í kortunum og fyri nøkrum ár­um síð­ani var farið udnir at seta pen­ ing av til verkætlanina. Býráðið veit hvussu nógv hvørt ár kann brúkast til íløgur og hvussu nógv kann lænast, so í góð­ ari tíð var peningur settur av til at byggja skúlan fyri. Ikki alt er avsett, men so mik­ið nógv, at skúlabyggingin ikki fer at nerva arbeiðið hjá nýggja býráð­ num serliga nógv. Klaksvíkar kommuna er eisini væl fyri við likviditeti. Og tað hong­ ur saman við, at einar 20 mill­jónir í fleiri ár eru settar av til skúla­bygg­ ingina. Í dag hevur Klaksvíkar komm­ una einar 70 milljónir í tøk­um pen­ ingi.Eftir ætlan skal skúl­in vera klár­ur at brúka eftir summar­frí­ tíð­ina í 2018 Skúlin fyllir nógv í býráðsarbeiðnum Samanleggingin av tveimum skúlum og nýggjur bygningur fyllir nógv í Klaksvík