Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-20, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. oktober 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 121 23 DANJAL AV RANA J avnaðarflokkurin í Tórs­ havn legði í gjár fram valsrá sína upp undir býráðsvalið í Havn 8. novembur. Javnaðarflokkurin hevur sitið við valdi í kommununi seinastu átta árini og velur at vísa á síni avrik hesi árini. – Vit hava hildið lyftini, vit hava úrslit at vísa á og tí siga vit, kom við til 2020, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri. 16 fólk stilla upp fyri Javnaðar­ flokkin, átta kvinnur og átta menn. Javnaðarflokkurin lovar mangt í síni valskrá. 500 nýggjar íbúðir skulu byggast, tvey nýggj par­ kerings­hús, musikkskúli, Skúlin á Fløtum, eldrabústaðir og nýggjan inn­koyringarveg. Búskaparráðið hevur seinastu árini ávara um at seta ov nógvar almennar byggiverkætlanir í gongd og at búskapurin er yvir­ hitaður. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, hevur boðað frá, at hon fer at taka stig til samráðingar við Komm­ unufelagið, til tess at fáa samskipa ymisku almennu verkætlanirnar komandi árini, til tess at stýra ferðini á búskapinum. Tórshavnar kommuna er tó ikki sinnað at helma í. – Sjálvandi skulu vit eisini taka ábyrgd, men vit hava eisini ábyrgd fyri íbúgvunum í Havn. Hesar verkætlanirnar fara at skapa arbeiðspláss í býnum, bæði undir bygging og aftan á. Tá er kanska skilabetri at spyrja, um tað ikki er betri at útseta onkran av undirsjóvartunlunum, sum eingi nýggj arbeiðspláss skapa her á landi, segði Heðin Mortensen. – Minst til, at útbyggingarnar eru grundarlagið undir fólkavøkstri. Um vit ikki hava dagstovnapláss og bústaðir, flyta fólk ikki til Havnar, segði Helena Dam á Neystabø. – Um vit ikki skulu byggja nú í góðum tíðum, nær skulu vit so byggja? Hesar útbyggingarnar kunnu ikki útsetast, tað er okkara ábyrgd yvir fyri borgarunum í Havn at fremja tær, segði Heðin Mortensen. Fyri góðum ári síðani boðaði Heðin Mortensen í lesarabrævi frá, at skjótt fór ikki at vera neyðugt at senda matpakka við børnunum í barnagarð og vøggustovu. Dag­ stovn­arnir skuldu matgera fyri børnunum. Í dag er tónin broyttur. – Matpakkin verður verandi. Vit hava havt fund við dagstovnarnar í kommununi og teir hava allir víst á, at teir heldur vilja hava fleiri námsfrøðiligar tímar enn matgerð. Í fyrsta umfari fara vit tí at orða ein kostpolitikk, so at vit hava heilsugóðan mat á dagstovnunum, men matpakkin verður kortini verandi, sigur Helena Dam á Neystabø. Vit skulu fyrr útseta undirsjóvartunlarnar enn kommunalu útbyggingarnar í Havn, sigur Heðin Mortensen Eingin íløga skal útsetast Valevnini hjá Javnaðarflokkinum til býráðið í Havn hildu tíðindafund á Trappuni í Vágsbotni hósmorgunin MYND: ÁLVUR HARALDSEN