hósdagur 20. oktober 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. OKTOBER 2016
SOSIALURIN 121
22
Tíðargrein
Tíðargrein
Í einum samfelag har politikararnir
ikki ynskja at raðfesta heilsuverkið
soleiðis, at tað bara nøkulunda
kann sammetast við grannalondini
er tað eyðsæð, at verður okkurt
uppraðfest má okkurt annað
niður raðfestast. Hetta mugu
føroysku politikkararnir skilja og
taka ábyrgdina av. Avleiðingar av
hesum síggjast longu nú og fara at
síggjast í nógv ár framyvir.
Vísindaliga grundalagið
Vísindaliga er tað als ikki vist, at
mammografi screening í einum
samfelag hevur við sær at færri
kvinnur doyggja av bróstkrabba.
Tvørturímóti. Tað eru gjørdar
nógvar stórar kanningar sum vísa,
at hetta ikki niðursetur mortali
tetin (deyðatíttleika). Tað er eyð
sæð. at við mammografi-screening
fer ein at finna fleir krabbameins-
svullir og fleir kvinnur fara at fáa
viðgerð, men fleiri kanningar vísa,
at hóast hetta, eru tað samanlagt
ikki færri kvinnur sum doyggja av
bróstkrabba orsakað av mammo
grafi-screening. Íalt eru tað færri
kvinnur sum doyggja av bróst-
krabba, men tað er tí, at har eru
komnir betri kanningarmøguleikar
og viðgerðarmøguleikar, eitt nú
hormon-, kemo- og stráliviðgerð.
Hetta er ikki orsakað av mammo
grafi-screening, tí henda gongdin
sæst bæði har sum mammografi-
screening er sett í verk og har
hon ikki er sett í verk. Somuleiðis
hevur mammografi-screening ikki
gjørt, at tað verða færri kvinnur
sum hava framkomna sjúku við
spjaðing. Tað er ma. júst hetta sum
ein mammografi-screening átti at
gjørt. Mammografi-screening kann
heldur ikki við vissu finna allar
krabbameinssvullir, og tí kann hetta
eisini vera við til at geva kvinnum
ein falskan tryggleika. Kvinnur
sum føla sær nakað í bróstunum
mugu framvegis fara til lækna og
blíva kannaðar hóast tær hava
verið til mammografi-screening.
Yvirdiagnostisering
og yvirviðgerð
Tað kann tykjast torført at skilja
hetta, men bróstkrabbi er ikki bert
ein sjúka, men fleiri sjúkur eins og
allar aðrar krabbameinssjúkur
finnast í fleiri formum. Summar
eru meir aggressivar enn aðrar,
meðan summar respondera
betur upp á viðgerð enn aðrar.
Harafturat hevur tað víst seg at
mammografi-screening ger, at
fleiri kvinnur verða viðgjørdar
fyri svullir sum í summum førum
ongantíð høvdu elvt til álvarsliga
krabbameinssjúku. Harumframt
verða tað í summum førum
kvinnur har illgruni verður reistur
um krabbamein, men har tað so
vísur seg, at talan allíkavæl ikki
er um krabbamein, sokallaðar
falsk-positivar kanningar. Tað er
náttúrligt at hugsa sær til, hvat
hetta kann gera við hesar kvinnur
sálarliga, sum fyrst fáa boð um at
har møguliga er krabbamein og
síðani at tað ikki var krabbamein
kortini. Øll viðgerð hevur møgulig
hjáárin við sær, í summum førum
álvarslig og viðhvørt so álvarslig
at tað kostar lív. Henda yvir
diagnostisering og yvirviðgerð
kann tískil eisini verða við til at
kvinnur doyggja av einari viðgerð,
sum kanska í veruleikanum als ikki
var neyðug.
Screening uttan enda
Tað finnast nógv ymisk sløg av
screening innan eitt nú krabba
meinssjúku. Sum dømi um sera
vælvirkandi screening kann
nevnast screening fyri lívmóðir
hálskrabba, sum veruliga kann
bjarga kvinnulívum, men kjakið
í fakumhvørvum og vísindaligar
kanningar hava gjørt at screening
fyri prostatakrabba verður mett
ikki at kunna geva somu effekt.
Tískil verður mælt frá at innføra
screening fyri prostatakrabba
runt um í heiminum. Í Norra og
aðrastaðni verður nú kannað
um screening fyri tarmkrabba
uppfyllir tær treytirnar og gevur
tey úrslit sum skulu til fyri, at tað
at loysir seg at seta í verk eina
screenings-skipan.
Hetta er rættasti hátturin at finna
útav um tað vísindaliga er rætt at
gera stór inntriv í eitt samfelag.
Inntriv sum kostar samfelagnum
nógv má sjálvandi kunna løna seg
bæði út frá einstaklinginum, men
eisini samfelagsliga.
Hini Norðurlondini hava havt
mammografi screening í fleiri ár og
tað kemur neyvan upp á tal í bræði
at avtaka hesi, sjálvt um vísindaligu
úrslitini víkja frá hvørjum øðrum á
hesum økið. Tað eru eitt nú røddir
frammi í Danmark, sum mæla til
at avtaka mammografi-screening.
Tað eru nógvar kanningar sum vísa
at mammografi-screening í einum
samfelag hevur ikki við sær at færri
kvinnur doyggja av bróstkrabba.
Screening í sær sjálvum ger ikki at
færri doyggja av einhvørjari krabba
meinssjúku.
Alternativ
Ístaðin fyri at innføra mammo
grafi-screening kundi man bygt
upp og styrkt tað tvørfakliga
toymið sum krevst: Skurðlæknar,
røntgenlæknar, patologar, onko
logar osfr.
Harafturat kundi man gjørt
sokallaðar pakka-gongdir sum hini
Norðurlondini hava innan nógvar
krabbameinssjúkur. Tað sum liggur
í hesum er, at tað verður tíðarfest
hvussu lang tíð skal ganga frá ill
gruna um krabbamein til kanning,
útgreining og viðgerð ferð í gongd.
Øll sjúklingagongdin verður sæð
sum eina heild har tað verður tíðar
staðfest hvussu long tíð skal ganga
millum hvørt liðið. Hetta fyri at fáa
sjúklingin skjótt og gott ígjøgnum
alla sjúkugongdina. Ein smidlig sam
skipan av allari gongdini. Til frama
fyri sjúklingin.
Uppraðfesting vs.
niðurraðfesting
Hava Føroyar ráð til at seta í verk
eina mammografi-screening, so
leiðis sum raðfest verður innan
føroyska heilsuverkið?
Tað er rættiliga vist, at um
mammografi screening verður sett
í verk í Føroyum, so vendist neyvan
aftur í fyrstu syftu, men hetta verður
ein fastur partur av heilsuverkinum
fíggjarliga, og útreiðslurnar til
hetta kunnu eisini væntast fara
at økja við árunum. Tað verður tá
neyðugt at niðurraðfesta okkurt
annað. Aðrar krabbameinssjúkur?,
giktsjúkur? hjartaæðrasjúkur? ella
psykiatriskar sjúkur? Tað kundi
møguliga verið grundgivið fyri, at
hetta var rímuligt um so var, at tað
eingin ivi var vísindaliga um, at ein
tílík skipan veruliga loysti seg. Men
tað er vísindaliga stórur ivi um hetta!
Bróstkrabbi í Føroyum
Sjálvandi skulu føroyskar kvinn
ur sum fáa bróstkrabba fáa
best møguligu viðgerð, ið kann
sammetast við hini Norður
londini. Trupulleikin er bert at
mammografi-screening ikki kann
tryggja teimum tað, og hetta kann
soleiðis fara at geva teimum ein
falskan tryggleika. Føroyskar
kvinnur áttu at verið kunnaðar
betri gjøgnum fólkaupplýsing,
hvussu tær skulu kanna seg
sjálvar, hvørji tekin tær skulu
verða varugar við og nær tær skulu
seta seg í samband við lækna. Tá so
illgruni er um bróstkrabba eiga tær
at koma í eina pakkagongd, so alt
gongur skjótt og smidligt fyri seg
har tað er eitt tvørfakligt toymið
sum tekur sær av teimum soleiðis
at tær kunnu føla seg tryggar upp
á, at tær eru í bestu hondum.
Tað er altumráðandi at kjakast
verður, áðrenn stórar og kollveltandi
broytingar verða gjørdar, eisini innan
heilsuverkið. Tá eigur ta vísindaliga
og fakliga fyrst og fremst at liggja
til grund fyri hvørjar avgerðir verða
tiknar.
At enda fyri at svara omanfyri
nevnda spurning: Fer mammografi-
screening at bjarga føroyskum
kvinnum við bróstkrabba? Nei, tað
fer tað ikki!
Keldur
www.nordic.cochrane.org (har liggur m.a
faldari "mammography leaflet")
www.stopbreastcancer.org
www.medicalconsumers.org
Miller A et al: Twenty five year follow-up
for breast cancer incidence and mortality
of the Canadian National Breast Screening
Study: randomised screening trial. BMJ
2014;348:g366
Olsen et al: Cochrane review on screening
for breast cancer with mammography. The
Lancet. Volume 358; Issue 9290; 2001; Pages
1340-1342.
Bleyer et al: Effect of Three Decades of
Screening Mammography on Breast-Cancer
incidence. N Engl J Med 2012; 367:1998-2005
Gøtzche et al: Screening for breast cancer
with mammography. Cochrane Database
Syst Rev 2009;4:CD001877
Autier et al: Breast cancer mortality in
neighbouring European countries with
different levels of screening but similiar
access to treatment: trend analyses of WHO
mortality database. BMJ 2011;343:d4411.
Gøtzsche PC. Mammography screening:
truth, lies and controversy, London:
Radcliffe Publishing; 2012
Hvat hendi við kjakinum, áðrenn samtykt var, at mammografi-
screening skuldi setast í verk í Føroyum?
Bjargar mammografi-
screening føroyskum
kvinnum við bróstkrabba?
Eivind Warberg
Skurðlækni