Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-20, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. oktober 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 121 21 kanningar: Lóður 2014 og í uppgávu hjá lesandi á Setrinum 2014. Avgerðin hjá meirilutanum – um einvegis at skerja móður­máls­ alfabetið – gongur sostatt bæði ímóti tí politiska viljanum, lærdu umboðunum fyri lingvistarnar (aktivt móðurmál) og fólksins vilja. Okkara professari í føroyskum, Jógvan í Lon Jacobsen, sigur bein- leiðis, at stavraðið ella alfabetið er ikki ein málfrøðiligur spurningur, men talan er um eitt pedagogiskt og praktiskt amboð í tí dagliga, har hugsað verður um nyttuvirðið heldur enn um ideologiskar sann­ føringar. Avleiðingin av skerda stavraðnum Sambært Hagstovuna blíva yvir 8000 føroysk fólkanøvn rakt – so ella so – av at skerja stavraðið. Flest øll eru føroyingar sum bera hesi – mangan aldargomlu – nøvn, og sum nú standa fyri eini mál-etniskari útreinsan. ABC - skerjingin í and­ søgn við viðmerkingar til lógina Skerjingin av stavraðnum leggur ikki einans fót fyri aldargomlum fólkanøvnum í Føroyum, men spennir eisini bein fyri eini altjóða menning av eini breiðari før­oyskari fakterminologi, sum er ein fortreyt fyri at okkara skrá­setta móðurmál kann brúk­ ast sum eitt funktionelt sam­ skiftis­mál – ikki minst innan fyri gransking við beinleiðis tele­sam­ skifti. Sum er kunnu vit ikki so frægt sum stava til okkara nýggjasta skúlamiðdepil: “Glasir Tórshavn College”, og tað er at bíta høvdið av allari skomm! Skerjingin av Móðurmáls- alfa­betinum við c, q, w, x og z er eisini beinleiðis í andsøgn við viðmerkingarnar til § 5 Stk. 4 í lógina fyri Málráðið. Har tað mill­um annað stendur: “at tað er umráðandi at hava eitt væl ment yrkismál, so at samsvar er mill­um málið, sum fólk í ávísari vinnu nýta, og so tey orð, sum eitt nú orðabøkur mæla fólki til at brúka.” Tey allarflestu fakmál krevja fult alfabet, og tí mugu vit hava fult stavrað við c, q, w, x og z, ella onki stavrað, og so bara lána alt uttanífrá. Málráðið lýkur ikki UNGEGN reglur Føroyar eru limir í UNGEGN – altjóða nevndin hjá ST fyri geo­grafisk nøvn, og vit hava tí ábyrgd at fylgja teimum reglum sum eru galdandi har, men tað hevur Málráðið ikki gjørt enn í Atlas-spurninginum, men heldur lagt seg upp at heimagjørdum amatørloysnum. Føroyskt í altjóða høpi Við skerdum móðurmálsalfabetið seta vit føroyskt uttanfyri á so mong­um økjum. Teir skerdu bók­ stavarnar: c, q, w, x og z brúka vit dagliga. Uttan teir kunnu vit ikki stava til okkara egnu fólkanøvn, ella undirvísa í ella umsita: navigatión, medisin, anatomi, fysiologi, psykiatri, psykologi, biokemi, biologi, farmakologi, kemi, fysik, geografi, matematik bert fyri at nevna nøkur dømir. Av teimum 118 grundstoffunum liggja 18 uttanfyri tað skerda stav­ raðið: (14 við c, 1 við w, 1 við x og 2 við z ). National-puristiski meirlutin í Málráðnum hevur eins og teir fundamentalistisku bólkarnir vit kenna frá Miðeystri, eirindaleyst avhøddað fimm av okkara vitalu bókstavum c, q, w, x og z, tí teir – eins og í Miðeystri – ræðast nú­ tíðina, har teir ikki longur eru kong­ ar – men royna kortini! Málráðið – fólksins og móðurmálsins umboð Sitandi meirlutin í Mál­ráð­ num er ein xenofobisk mál­ bremsa (sjúkligur ótti fyri øll­um fremmandum og uttananífrákomandi), ið hevur givið okk­um eitt hjálpar­leyst sibba-alfabet og eitt stagnerað móður­mál. Eitt Málráð skal hava eina breiða umboðan og ikki vera merkt av vina og kenningarpolitikki – tað er ikki eitt forum fyri gamlar klassa­ kammerátar og inhabilar privatar bókaútgevarar. Eitt nýtt Málráð má við støði í móður­málinum byggja á eitt málsøgu­ligt baksýni við atliti til eina fram­hald­andi ella konti­ nueruliga lingvistiska skráseting av málinum. 70% av føroyingum taka undir við hesum. Hetta er eisini politiski vilj­in, at fólkið skal kenna seg aft­ur í málinum og við fullum móður­ málsalfabeti. ráðnum – livir amálsorðingina Málfelagið – móður­ málinum at frama 16.10.2016 Dan Reinert Petersen, formaður Rolf Guttesen, skrivari Regin Eikhólm, kassameistari