hósdagur 20. oktober 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Tíðargrein
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi
fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum.
Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni,
sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú.
Tíðargrein
E
in afturlítandi meting
nú nýtt Málráð skal velj
ast til komandi ár
Tann 8. januar 2013
avloysti nýstovnaða 11-manna
Málráðið, ta gomlu 5-manna Mál
nevndina. Nú skuldi móðurmálið
endiliga fáa eina breiða umboðan,
so fólkið kundi kenna seg aftur í
málinum, men hevur tað gingið
sum politiska ætlanin var við
Málráðnum?
Óheppin samanseting
av Málráðnum og
vantandi leiðreglur
Tað er eitt heldur sjaldsamt sam
anfall, at 5 klassakammerátar hjá
einum av leiðarunum í menta-
málaráðnum blivu útnevndir
til ráðslimir umboðandi tann
national-puristiska vongin. For
maðurin og næstformaðurin, ið
beinleiðis eru settir av lands
stýrismanninum, umboða bæði
tann national-puristiska vongin –
íalt 8 út av 11. Bert 3 umboða tann
lingvistiska móðurmálsvongin.
Uttan nakrar leiðreglur fyri
breiðari umboðan bleiv 5-manna
starvsnevndin vald við simplum
meiriluta, og bert umboð frá tí
national-puristiska vonginum
komu við í starvsnevndina. Hóast
sera væl kvalifiserað – so blivu tey
3 umboðini fyri tann lingvistiska
móðurmálsvongin sett totalt uttan
fyri ávirkan í ráðnum, tí tað reella
valdið liggur í starvsnevndini.
Sterki maðurin í
Málráðnum inhabilur
Sterki maðurin í Málráðnum
er stjórin í Sprotanum, ið árliga
fær munandi upphæddir frá tí
almenna til sítt privata bóka
virksemi v.m. At hann situr í
Málráðnum, er búra burturvið,
og vildi verið tað sama sum at
sett stjóran í Gyldendal at ráða
í “Dansk sprognævn”, ella at lata
ein rokskipara ella ein stórreiðara
býta út fiskakvotur.
Í Bók, “AVMARKAÐUR MARK
NAÐUR, Estra 1996 – álit til lands
stýrismannin í sambandi við
ráðlegging av mentanarpolitikki
í framtíðini”, hevur stjórin í
Sprot-anum eina grein (s. 39-65):
“LITGEISLANDI PASSIÐ INN Í
HEIMIN – hugstroyggj um móður
málið”, har hann hóreiggjar sær
við at niðurgera alt sum stavar frá
okkara samskifti við Danmark og
skýrir tað imperialismu av versta
slag. Reyði tráðurin í greinini
er hansara danafobiasyndrom,
lýst við demagogiskt niðrandi
og veruleikafjarum pástandum.
Henda slóðin spøkir tíverri aftur í
fleiri av Sprotans – annars – frálíku
orðabókum.
Søgan hevur lært okkum, at ein
demagogur er altíð ágrýtin – tað
er ein eginleiki – men ikki neyð
turvliga ein kvalifikatión, tá talan
er um umboðan í einum breitt um-
boðandi forum.
Stjórin í Sprotanum er eisini
kendur frá útvarpinum, tá hann
proklameraði: “at øll sambandsfólk
vóru mentanarloysingar”. Við slík-
um persónum í Málráðnum, er
nokk við einum limi og ikki sum
nú við 11 limum.
Stavraðið
Spurningurin um stavraðið hevur
fylt nógv í Løgtinginum. Álit í
løgtingsmáli nr. 16/2009 vísir, at
Løgtingsins mentanarnevndin
helt, at stavraðið skuldi hýsa C,
Q, W, X og Z eins og stavrøðini
í nærum øllum teimum málum,
føroyskt er skilt við. Eisini helt
nevndin, at Løgtingið bæði kann
og eigur at geva sína hugsan til
kennar um hetta mentanarpolit
iska mál.
Nevndin tók undir við at seta
eitt Málráð, treyta av at Málráðið
verður so breitt samansett, at fleiri
fatanir koma til orðanna. Hetta
er als ikki hent, og tí er verandi
Málráð í stríð við ta politisku
grundhugsanina – smb. omanfyri
nevnda álit nr. 16/2009 - sum lá til
grund fyri at fáa eitt Málráð.
Fráfarandi 5-manna Málnevnd
in við Jógvan í Lon Jacobsen sum
formanni, mælti – einmælt – til at
tað føroyska stavraðið ella móður
málsalfabetið skuldi vera tað
latínska alfabetið. Tað sama meinti
okkara móðurmálsserfrøðingur,
Jeffrei Hendriksen. Umframt at
70% av Føroya fólki tekur undir
við óskerdum Móðurmálsalfabeti.
Skerjing av stavraðnum
National-puristiski meirilutin í
Málráðnum skerdi stavraðið við
c, q, w, x og z uttan nakra debatt
yvirhøvur.
Minnilutauppskotið – um at
varðveita móðurmálsalfabetið
óskert – fekk onga sømdir ella
viðgerð í Málráðnum, og tískil
noyddist minnilutin sjálvur at senda
tað til mentamálaráðharranum og
miðlarnar.
Bert 30% av føroyingum taka
undir við skerjingini av stavraðnum,
meðan 70% taka undir við óskerda
móðurmálsalfabetinum, smb. tvær
Trupulleikin: Vina- og kenningapolitikkur
saman við vantandi leiðreglum
Meirilutin í Málr
ikki upp til enda