Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-20, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. oktober 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 121 19 tekur avgerðirnar. Sofus Johannesen heldur eis­ ini, at fólkið í eini kommunu má hava álit á, at limirnir í einum kommunustýri røkja áhugamálini hjá øllum bygdununum í eini kommunu, og ikki bara arbeiða fyri seg sjálvar. - Í roynd og veru haldi eg, at staðbundnar nevndir eru bara eitt eiti, tí tær hava ongan myndugleika. Hann heldur tvørtur ímóti, at vandi fyri, at kommunustýrið kann freistast at gera eina staðbundna nevnd til syndabukk, og at blaka øll torfør mál í nevndina, so at tað er hon, sum stendur við svartiperi, tá ið kommunustýrið ikki torir at taka støðu í einum viðkvæmum máli. - Og eru tað hinvegin onnur mál, har einki hendur, er eisini vandi fyri, at kommunustýrið gevur staðbundnu nevndini skyldina. Samanumtikið haldi eg tískil, at tær ikki tæna nøkrum endamáli. Hann sigur, at treyðugt so eru tað ymiskt tey við Gjógv kundu hugsað sær, verður gjørt. - Men soleiðs er eisini í teimum størru bygdunum, og alt kemur við í eini íløguætlan, og raðfestingar skulu altíð gerast, sigur hann. - Men vit mugu hava álit á, at limirnir í einum kommunustýri eru so mikið at sær komnir, at teir hugsa um alla kommununa, og ikki bara miðstaðarøkini. Javnast í longdini Ein grundgeving, sum hevur verið brúkt ímóti samanlegging, er, at tað er ógvuliga ymiskt, hvussu tær ymsu kommunurnar, ið skulu leggja saman, eru fyri fíggjarliga. Og fólk í kommunum, sum eru væl fyri, stúra fyri, at verða kommunurnar lagdar saman, verða teirra skattakrónur brúktar til at fylla í eitt svart hol hjá eini kommunu, sum skyldar nógv. Sofus Debes Johannesen heldur ikki, at hetta var ein trupulleiki hjá teimum í Sunda Kommunu. Hann sigur, at fíggjarliga var ikki so stórur munur á kommununum. Tær vóru allar hampiliga væl fyri og tað var eingin kommuna, sum var serliga illa fyri. Hinvegin heldur hann, at er talan um samanlegging, og ein kommuna skundar sær at brúka pengarnar at byggja út fyri hjá sær sjálvari fyri at forða fyri, at onnur fara við pengunum, so er tann kommunan útbygt, og so kann tann samanlagda kommunan hugsa um at byggja út í onkrari aðrari bygd. Og úrslitið verður sostatt, at so má fólkið í teirri kommununi, sum hevur brúkt sínar pengar, bara rinda fyri at byggja út í hinum bygdunum ístaðin, leggur hann afturat. - So í fyrstu syftu kann tað gera mun at kommunur, sum leggja saman, eru ymiskt fyri fíggjarliga, men í longdini kann tað gera tað sama, tí tað javnast alt út aftur, sum tíðin gongur, sigur Sofus Johannesen. Ongin flottur sáttmálur Nú kommunusamanlegging enn einaferð er á breddanum í Suðuroy, verður tað mangan ført fram, at kommunurnar mugu vita, hvat tær leggja saman til. Tað merkir, at samráðingar skulu verða ímillum kommunurnar um, hvar kommunusætið skal verða, og hvat annars skal vera í hvørjari kommunu. Men slíkir sáttmálar eru púra virðisleysir, staðfestir Sofus Debes Johannesen. Hann sigur, at í Sunda Komm­ unu vóru ongir flottir sáttmálar gjørdir um samanleggingina. - Veruleikin er at eitt komm­unu­ stýri er altíð evsti myndugleiki og ikki bundið av nøkrum sum helst sáttmála. - Ein sáttmáli bindur ikki eitt kommunustýri, tí tað kann altíð taka broyta eina avgerð, sama hvat annars stendur í einum sáttmála, leggur Sofus Johannesen afturat. Ábyrgdin fyri trivnaðin í eini bygd, kann ikki bara leggjast á kommununa« Sofus Johannesen Sofus Johannesen, kommunustýrislimur frá Gjógv hevur merkt kommunu­ saman­legging á egnum kroppi, og hann heldur ikki, at tað er nakað at ræðast