Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. oktober 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 121 18 KOMMUNUR Sofus Johannesen, sigur, at gjáarfólk hava næstan bara havt góðar royndir av at leggja saman í eina størri kommunu ÁKI BERTHOLDSEN - Vit hava næstan bara havt góðar royndir av at leggja saman. Tað sigur Sofus Debes Johan­ nesen, kommunustýrislimur í Sunda Kommunu. Hann hevur verið í kommunu­ politikki í 28 ár. Tey fyrstu, nógvu árini var hann bygdaráðslimur við Gjógv, har hann eisini var borgmeistari. Men í 2004 legði Gjógv saman við hinum bygdunum í Sunda Komm­unu, og síðani hevur Sofus Debes Johannesen verið komm­ unustýrislimur har. Men tað er greitt, at nýggj­árs­ aftan er hann liðugur í komm­ unupolitikki, tí hann stillar ikki upp á valinum, sum verður nú 8. november. Og nú spurningurin um komm­ unusamanlegging í Suðuroy, enn einaferð, er sett á breddan, hava vit spurt Sofus Debes Johannesen, hvørjar royndir, hann, sum er úr eini lítlari bygd, hevur havt av at leggja saman í eina størri kommunu. Fleiri orsøkir Sofus Debes Johannesen sig­ ur, at tey síðstu árini, hann var borgarstjóri við Gjógv, varð komm­unustýrislógin broytt, og fleiri ábyrgdir vórðu lagdar á kommunurnar. Av tí sama vaks fundarvirksemið hjá borg­ar­ stjóranum rættiliga nógv. - Av tí sama varð kommunan lut­falsliga dýr at reka. Samstundis varð grund­ar­upph­ æddin hjá pensjónistum gjørd skattafrí og tað var ein smeitur hjá eini lítlari kommunu, sum Gjáar kommunu. Harafturat hendi tað, at smáar kommunur, har undir 100 fólk búðu, skuldu bara hava tríggjar bygdaráðslimir. - Ein avleiðing var, at mangan vóru bara tveir bygdaráðslimir tøkir, tí tann triði var sjómaður, og ikki altíð heima, tá ið fundirnir vóru. Og sjálvt um eykamaður var tøkur, riggaði tað slett ikki, at bara tvey fólk vóru samd, so var meiriluti fyri einum máli. Sofus Debes Johanesen sigur, at sostatt vóru tað fleiri viðurskifti, sum talaðu fyri eini samanlegging og hon varð veruleiki á kommunu­ valinum í 2004, tá ið Gjógv legði saman við fleiri øðrum bygdum í Sunda Kommunu. Eru ikki forfjónað Eitt, sum tey, ið eru ímóti kommunusamanlegging, stúra fyri, er, at tey smærri plássini fara at detta niður ímillum og fara sostatt at fella í órøkt. Men tað eru ikki royndirnar hjá teimum við Gjógv. - Eg haldi ikki, at vit hava verið forfjónað í Sunda Kommunu, sigur Sofus Johannesen. Hann sigur, at tey hava fingið lutfalsliga nógv burtur úr. Hann vísir á, at skal nakað gerast í einum lítlum plássi, sum við Gjógv, hevur ein størri kommunukassi nógv betri møguleika fyri at gera tað, enn ein lítil kommuna er. - Lítlar kommunur eru lutfalsliga dýrar í rakstri. Og bara tað at leggja eina kloakk, ella gera ein vegastubba, kann verða eitt so mikið tungt tak hjá eini lítlari kommunu, at tað skal sparast saman til tað í fleiri ár - og so verður heldur onki annað gjørt tað tíðina - Við Gjógv hava vit fingið tjaldingarpláss, nýggja brúgv, vegir og grunøki til ein heilan býling við summarhúsum, síðani vit løgdu saman. Hinvegin heldur Sofus Debes Johannesen, at ábyrgdin fyri trivnaðin í eini bygd, kann ikki bara leggjast á kommununa. - Tað stendur eisini til bygdarfólkið sjálvt at skapa trivnað, tí tað er ein fortreyt fyri trivnaði, at fólkið á staðnum er saman um ymisk tiltøk. Onkur hevur nevnt, at fyri at forða fyri, at smábygdir, sum leggja saman í eina størri kommunu, verða forfjónaðar, ber til at stovna staðbundnar nevndir, sum enntá kunnu fáa eina pulju av pengum til at brúka til trivnað innanfyri bygdarmark. Tað er Sofus Johannesen ikki samdur í. - Fyri tað fyrsta ber tað ikki til at geva eini staðbundnari nevnd eina pulju av pengum, tí eftir kommunulógini, er tað kommunustýrið, sum umsitur pengarnar. - Tá ið Gjógv legði saman í Sunda Kommunu, gjørdu vit av, at vit skuldu ikki hava eina staðbundna nevnd, leggur hann afturat. - Tað er ein spurningur, hvørjar uppgávur, staðbundnar nevndir skulu røkja, tí tað er undir øllum umstøðum kommunustýrið, sum Kommunustýrið kann freistast at gera eina staðbundna nevnd til syndabukk« Sofus Johannesen ANGRAR IKKI AT TEY LØGDU SAMAN Kommunusamanlegging