hósdagur 20. oktober 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. OKTOBER 2016
SOSIALURIN 121
17
ÁKI BERTHOLDSEN
T
að verður mangan ført
fram, at tað eru alt ov
nógv at hava 33 løg
tingslimir í einum so
lítlum landi, sum Føroyar eru, her
tað býr sløk 50.000 fólk.
Men í Suðuroy eru tað sjey
kommunur, og sostatt eru tað
tilsamans 43 kommunupolitikarar
í Suðuroy í einum øki, har tað býr
eini 4.600 fólk.
Og tað er ikki yvir at dylja, at
tað er ein dýr søga hjá suður-oy
ingum, tí tilsamans rinda suður
oyingar góðar 4,1 milliónir í løn-
um, fundarpengum, dagpengum
og ferðaútreiðslur til kommunu
stýrislimur í Suðuroynni um árið.
Tað vísa uppgerðir úr øllum
kommununum, Sosialurin hevur
fingið innlit í um fíggjarligu
viðurskiftini í kommununum í fjør.
Borgarstjórarnir í teimum
báðum stóru kommununum, Vági
og Tvøroyri eru sjálvsagt nógv teir
dýrastu. Borgarstjórin í Vági fekk
sostatt 619.000 krónur í løn í fjør,
og á Tvøroyri kostaði borgarstjórin
646.000 krónur í løn í fjør.
Borgarstjórin í Hvalba kostaði
slakar 286.000 krónur í løn í fjør,
og borgarstjórin í Sumba kostaði
góðar 251.200 krónur í løn í fjør.
Borgarstjórarnir í teimum smáu
kommununum kosta heldur minni.
Borgarstjórin í Hovi fekk góðar
158.300 krónur í løn í fjør og tann
í Porkeri fær 183.100 krónur í løn.
Lægstu lønina fær borgarstjórin í
Fámjin, tí hann fær 130.600 krónur
í løn.
Tilsamans kostaðu borgarstjór-
arnir í Suðuroy góðar 2.274.200
krónur í lønum í fjør.
Slakar 1,7 milliónir
Men kommunustýrislimirnir eru
ikki við sviðusoð heldur.
Býráðslimirnir í Vági fingu
tilsamans 486.000 krónur í løn í fjør
og býráðslimirnir á Tvøroyri fingu
576.000 krónur í løn í fjør.
Í Hvalba fingu býráðslimirnir
321.600 krónur í løn í fjør, í Sumba
fingu teir 107.665 krónur í løn og
í Porkeri fingu kommunustýris
limirnir 98.115 krónur tilsamans í
løn í fjør.
Kommunustýrislimirnir
í
teimum smáu kommunum fing
ið eyðsæð nakað minni. Bygda-
ráðslimirnir í Fámjin kostaðu
skattgjaldarunum 35.100 krónur
í løn í fjør og í Hovi kostaðu teir
slakar 50.500 krónur í løn.
Sostatt fáa kommunustýrislimir
1.674.980 krónur í samsýningum í
fjør.
Men arbeiðið í kommunustýrum
førir eisini nakað av ferðing við
sær, og tær útreiðslurnar koma so
afturat.
Tað merkir, at tilsamans
kostaðu borgarstjórarnir og
kommunustýrislimirnir slakar
187.600 krónur í ferðaútreiðslum,
koyripengum, fundarpengum,
dagpengum, og øðrum.
Tilsamans kosta kommunu
stýrislimirnir sostatt góðar
1.862.580 krónur og tá ið borgar
stjóralønirnar so verða lagdar
afturat, kostar tað tilsamans
4.136.780 krónur í lønum og
koyripengum, fundarpengum,
ferðaútreiðslum, og øðrum,
at hava sjey kommunur, og 43
kommunustýrislimir, í Suðuroy.
Tað er ein dýr søga fyri suðuroyingar at rinda løn til heilar
43 kommunupolitikarar í sjey kommunum
Kosta suður
oyingum góðar
4,1 milliónir í løn
Suðuroyggin er býtt sundur í
sjey kommunur, og tað ger at
raksturin verður lutfalsliga dýrur.
Eitt nú rindaðu suðuroyingar
næstan 2,4 milliónir, bara í
borgarstjóralønum í fjør