Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. oktober 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 121 16 SAMANLEGGING ÁKI BERTHOLDSEN – Kommunusamanlegging er einki at vera bangin fyri. Tað staðfestir Hallur Ellings­ gaard, býráðslimur í Runavík. Hallur Ellingsgaard er úr Oyndafirði og var bygdaráðslimur har í 20 ár, til Oyndafjørður legði saman við Runavík í 2004. Hesi seinastu árini hevur hann verið kommunustýrislimur í Oyndafirði, men hann stillar ikki upp aftur á valinum hesa ferð. Og nú hann leggur frá sær, ásannar hann, at fyri Oyndafjørð hevur tað verið eitt ógvuliga stórt framstig at leggja saman við Runavíkar kommunu. Tað hevur bara verið gott Nú kommunusamanlegging aftur er sett á breddan í Suðuroy, hava vit spurt Hall Ellingsgaard, hvørjar royndir hann, sum er úr eini lítlari bygd, hevur havt at leggja saman við Runavík, sum er eitt nógv størri pláss. Tað ivast hann ikki í at svara uppá. – Vit hava bara notið gott av samanleggingini, sigur hann. Hann sigur síðani samanlegg­ ingina, er nógv hent í Oyndafirði, sum tað at kalla hevði verið ómøgu­ ligt at framt, tá ið Oyndafjørður var ein kommuna fyri seg, tí tá var fíggjarliga grundarlagið alt ov lítið til at gera nakað serligt. – Vit hava fingið nýggjan barna­ ansingarstovn, nýtt bygd­ar­hús og samstundis eru øll kloakk­ viðurskiftini eru fingin í rættlag. Harumframt er Gamli Skúlin gjørdur aftur í upprunastand sum eitt fornminni, og næsta ár er peningur játtaður á fíggjarætlanini hjá Runavíkar kommunu til at vetrarfriða Oyndafjørð fyri. Tað, sum skal gerast á smábygd, er ofta stór tøk hjá eini lítlari kommunu, men hjá eini stórari kommunu er tað mangan at kalla avgreiðsluspurningar, eisini tí, at krøvini á smábygd eru ikki so stór. – Á Smábygd snýr tað seg um at tey grundleggjandi viðurskiftini eru fingin í rættlag, at vatnið er reint, at tað er koyrandi eftur vegunum, at kloakkirnar eru gjørdar, at gøtuljósini lýsa, os.fr. Men er okkurt tiltak á skrá á smábygd, sum tað er neyðugt at fáa stuðul frá kommununi til, hevur tað altíð verið gamaní, bara bygdarfólki gongur á odda. Ein fyrimunur – men ongin treyt Sjálvur haldur Hallur Ellingsgaard kortini, at tað er ein fyrimunur hjá teimum minnu plássunum at hava umboð í bygdaráðið, tí tá koma sjónarmiðini hjá smáplássunum týðiligari fram. Men hann heldur kortini verri enn so, at tað hevur avgerandi týdning, tí í smábygdunum í Runavíkar Kommunu, hava tey staðbundnar nevndir. Og øvugt av tí, gjáarmaðurin, Sofus Debes Johannesen heldur í aðrari grein her í blaðnum, hevur Hallur Ellingsgaard góðar royndir av staðbundu nevndunum, – Tær eru virknar og tær virka væl. Tær fáa øll mál, sum viðvíkja teimum einstøku bygdunum, til ummælis - og tað verður lurtað eftir teimum, sigur Hallur Ellingsgaard. Hann heldur at tað er fyrst og fremst ein spurningur um hug­ burð. – Fert tú í samskifti við býráðið í einum positivum anda, eru sannlíkindini fyri at fáa nakað burtur úr, nógv størri enn tað er við grenji og krøvum. Beint tvørtur ímóti Sjálvur skilur Hallur Ellingsgaard ikki, hví kommunurnar í Suðuroy ikki leggja saman. Nógv stúra fyri, at verða komm­ unur lagdar saman, vera tær smáu bygdirnar forfjónaðar, og fara at detta niður ímillum. Hallur Ellingsgaard heldur, at tað er beint tvørtur ímóti, tí hann sigur, at tað eru serliga tær smáu bygdirnar, sum hava ein fyrimun av at leggja saman við eina størri kommunu. – Krøvini til kommunurnar eru stór, og tey eru alsamt veksandi, og tí hava tær lítlu kommunurnar ongan møguleika at lúka krøvini og at geva borgarunum tær tænastur, ið krevjast. Og vilja smærri kommunur ikki leggja saman, skulu tær keypa tænastur frá teimum størru kommununum, men so skulu tær rinda fyri tær – uttan at hava nakra sum helst ávirkan. – Men leggja tær saman, hava tær í øllum førum ávirkan, og fólkið hevur vælrætt, so er fólkið ónøgt, kunnu tey velja onkran annan. Leggja saman í høvdinum Ein forðing fyri at leggja saman í Suðuroy hevur verið, at tað hevur verið so ymiskt, hvussu kommunrnar eru fyri fíggjarliga. Men tann munurin er helst minkaður nú, serliga tí at skuldin hjá stóru kommununum er mink­ að. Hallur Ellingsgaard heldur, at skal tað vera hugburðurin, fer ein samanlegging ikki at gagna nøkrum. Hann heldur at tað, sum hevur størstan týdning er, at leggja kommunur saman, skal samanleggingin ikki bara vera á pappírinum. – Tað er altavgerandi fyri at fáa eitt gott úrslit, at fólkið eisini legg­ ur saman í høvdinum, sigur hann. Og hann heldur ikki, at fíggjar­ ligu viðurskiftini eiga at vera tann stóri trupulleikum. – Pengakassin hjá eini lítlari kommunu, munar lítið í tí stóra samanhanginum. Er tað ein komm­ una, ið eigur pening, kann hon brúka tað til at byggja út við. Men so er tann bygdin útbygd, og so er óneyðugt hjá stórkommununi at hugsa so nógv meiri um tað kommununa í fleiri ár. – Tey, sum leggja saman í einum positivum anda í eini sannføring um, at hetta er tað besta fyri kommununa, tey fáa eisini nógv gott burtur úr. Hann heldur, at tað snýr seg um at brúka vit og skil, og tað er burturspilt at brúka nógva orku upp á ein sáttmála um, hvat skal vera hvar, tá ið kommunurnar eru lagdar saman. – Ein slíkur sáttmáli er virðis­ leysur, tí eitt kommunustýri er altíð evsti myndugleiki og er ikki løgfrøðiliga bundið at nøkr­um sáttmála, sum er gjørdur framm- an­undan. Í Suðuroy er tað serliga spurn- ingurin um Vág og Tvøroyri, sum forðar fyri eini samanlegging. – Tað er eitt korter at koyra ímillum, og tað er eyðsæð, at tað hevði verið ein fyrimunur at lagt saman, heldur enn at gera tað sama á báðum plássum. Hann heldur, art tað snýr seg um at fáa sum mest burtur úr peng­ unum og verður lagt saman, kann nógv fáast burtur úr samstarvi og samansjóingum, heldur enn at hava somu hentleikar fleiri staðni. – Fólk mugu eisini kunna hava álit á, at eitt kommunustýrið hugsar um alla kommununa og ikki leggur alt á einum staði. Og tvey pláss, sum eru áleið líka stór, fara helst eisini at fáa áleið sama tal av býráðslimum, so tað skuldi ikki verið vandi fyri, at annað plássið dettur niður ímillum, sigur Hallur Ellingsgaard. HETTA ER ONKI AT VERA BANGIN FYRI Vit hava notið gott at at leggja saman, tí er er nógv hent, sum vit aldrin høvdu klárað sjálvi Hallur Ellingsgaard: Hjá okkum hevur tað bara verið ein fyrimunur at vit løgdu saman við Runavíkar Kommunu, sigur Hallur Ellingsgaard úr Oyndafirði