Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. oktober 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 121 15 15 10 TEIR STØRSTU Í HAVN Tað vóru nývunnin fólksins rættindi, tá kommunuval var 27. november í 1908, tá kvinnur og ognarleys í Havn fyri fyrstu ferð sluppu at stilla upp til val og at velja. Hesi 107 árini hava 140 fólk sitið í Tórshavnar býráð, 18 kvinnur og 122 menn – ella 12,9 prosent kvinnur og 87,1 prosent menn. Í býráðnum, sum varð valt fyri 4 árum síðani, var kynsbýtið heldur javnari, 6 kvinnur og 7 menn – ella 46,2 prosent kvinnur og 53,8 prosent menn. Við tey fyrstu býráðsvalini í Havn vóru bara tveir listar, sum vit í yvirlitinum kalla Sjálvstýrisflokkurin og Sambandsflokkurin. Listarnir eita ávikavist Framburðsfelagið og Føroya Væl. Føroya Væl er framvegis valfelag Sambandsfloksins, meðan Havnar Framburðsfelag seinni gjørdist valfelag Fólkfloksins. Sambandsflokkurin hevur verið størstur 10 ferðir – og er tað serliga fyrstu tíðina, at Sambandsflokkurin var størsti flokkur í Havn. Fram til 1936 vóru tveir og tríggir listar uppstillaðir. Teir báðir gomlu flokkarnir og aðru hvørja ferð ein Arbeiðaralisti. Hóast Fólkaflokkurin er 36 ár yngri enn Sambandsflokkurin, so hevur Fólkaflokkurin verið størsti flokkur 9 ferðir síðani 1952, tá hann fyrstu ferð gjørdist størsti flokkur. Viðhvørt stillaði Havnar Arbeiðsmannafelag lista upp, og tá stilla Javnaðarflokkurin ikki upp. Soleiðis var eitt nú í 1944, tá javnaðarmaðurin Palli Henriksen, varð valdur og gjørdist borgarstjóri. Hann umboðaði fleiri ferðir Javnaðarflokkin bæði í býráðnum og á Løgtingi. Í sjeytiárunum var Uttanflokkalistin (viðhvørt kallaðist hann Borgaralistin) hjá Petur í Gong í vælmaktini. Hann var størstur í býráðnum valini í 1972, 1976 og í 1980. Í áttatiárunum var tað aftur Fólkaflokkurin, tá Poul Michelsen var í vælmaktini. Hann vann valini í 1984, 1988 og í 1992, tá Poul Michelsen ikki stillaði uppaftur. Í 1996 gjørdist Sambandsflokkurin størstur, eftir at Lisbeth L. Petersen hevur verið borgarstjóri fyri Sambandsflokkin. Eftir valið í 1996 gjørdist Leivur Hansen borgarstjóri, men hóast Tjóðveldisflokkurin bleiv stórur, so vann hann seg ikki upp á fyrsta pláss í 2000, tí Fólkaflokkurin var 133 atkvøður frammanfyri – og í millum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin lá Sambandsflokkurin. Í 2004 var Fólkaflokkurin aftur størstur – 21 atkvøður framman fyri Tjóðveldi. Í 2008 gjørdist Javnaðarflokkurin størstur og aftur í 2012, tá Javnaðarflokkurin vann meirilutan, 7 av 13 býráðslimum í Tórshavnar býráð. Niðanfyri síggja vit, hvussu ofta ymsu flokkarnir í Havn hava verið støstir til býráðsval frá býráðsvalinum í 1908 til býráðsvalið í 2012. 1 9 5 6 10 7 3 4 8 2 Flokkur 1 Sambandsflokkurin 10 2 Fólkaflokkurin 9 3 Sjálvstýrisflokkurin 5 4 Uttanflokkalistin Petur í Gong 3 5 Framburðsfl. Kjartan Mohr 2 6 Javnaðarflokkurin 2 7 Arbeiðsmannafelagið 1 8 Tjóðveldi 0 9 Framsókn 0 10 Miðflokkurin 0 2012 Javnaðarflokkurin 2008 Javnaðarflokkurin 2004 Fólkaflokkurin 2000 Fólkaflokkurin 1996 Sambandsflokkurin 1992 Fólkaflokkurin 1988 Fólkaflokkurin 1984 Fólkaflokkurin 1980 Uttanflokkalistin Petur í Gong 1976 Uttanflokkalistin Petur í Gong 1972 Uttanflokkalistin Petur í Gong 1968 Fólkaflokkurin 1964 Fólkaflokkurin 1960 Fólkaflokkurin 1956 Framburðsf. Kjartan Mohr 1952 Fólkaflokkurin 1948 Framburðsf. Kjartan Mohr 1944 Arbeiðsmannafelagið 1940 Sjálvstýrisflokkurin 1936 Sjálvstýrisflokkurin 1932 Sambandsflokkurin 1928 Sambandsflokkurin 1924 Sambandsflokkurin 1920 Sambandsflokkurin 1920 Sjálvstýrisflokkurin 1916 Sambandsflokkurin 1912 Sjálvstýrisflokkurin 1908 Sjálvstýrisflokkurin SO LEINGI HAVA BORGARSTJÓRARNIR SÍÐANI 1909 SITIÐ Í STARVINUM: 1 Heðin Mortensen 2005-2016 12 2 Mads A. Jacobsen 1933-1944 12 3 Poul Michelsen 1981-1992 12 4 Johan Pauli Henriksen 1944-1948 og 1952-1957 11 5 Petur Christiansen 1972-1980 9 6 Søren Emil Müller 1913-1920 8 7 Sigfred Skaale 1958-1967 7 8 Mads Andreas Winther 1909-1912 4 9 Valdemar Lützen 1925-1928 4 10 Johannes O. Joensen 1929-1932 4 11 Kjartan Mohr 1949-1951 og 1971 4 12 Lisbeth L. Petersen 1993-1996 4 13 Leivur Hansen 1997-2000 4 14 Jan Christiansen 2001-2004 4 15 Anton Fr. Arge 1921-1922 2 16 Peter F. Christiansen 1968-1969 2 17 H. C. W. Tórgarð 1923-1924 2 18 Hanus við Høgadalsá 1970 1