Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. oktober 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 121 14 ELDGOS Ongin ivi um at tað kann verða øgiligt ÁKI BERTHOLDSEN – Tað er eingin ivi um, at Katla kann vera rættiliga ógvuslig. Tað staðfestir Uni Árting, Jarðfrøðingur. Seinastu tíðina hava vit hoyrt nógv um, at stóra eldgosið, Katla, á Suðurlandinum í Íslandi, er í vanda fyri at fara at goysa hvørja løtu. Og tað eru ógvuliga ymiskt, hvat ið sagt verður um Katlu. Onkuntíð verður ført fram, at Katla kann fara at goysa nær, sum helst, tí í seinastuni hava fleiri jarðskjálvtar verið í økinum, og tað er eitt vist tekin um, at nú stendur eitt gos fyri framman. Hinvegin hava jarðfrøðingar í íslandi, roynt at sissa fólk, tí teir hava boðað frá, at tað er einki, sum bendir á, at Katla fer at goysa beint nú. At Katla fer at goysa aftur, er lítið at ivast í, tí seinastu 1100 árini hevur hon goyst 21 ferðir, og eini 300 ferðir seinastu 10.000 árini. Harumframt hava fleiri smærri eldgos verið undir ísin­ um. Flestu gosini hava verið í sjálvum gosfjallinum, men ein umleið 80km long rivugos-skip­ an er eisini knýtt at gosfjallinum og har hava gos verið einar 8-10 ferðir seinastu 10.000 árini. Í miðal hevur Katla sostatt goyst hvørji 50 ár, men seinasta stóra gosið var í 1918, ella fyri 98 árum síðani. Sostatt skal tað ikki undra nakran, at fer hon at goysa aftur, áðrenn langt um líður. Vita ikki nógv Men Uni Árting staðfestir, at í roynd og veru vita vit ikki so nógv um, hvussu Katla ber seg at uppundir eitt gos, ella ímeðan hon goysir. – Av tí at seinasta eldgosið var í 1918 finnast sostatt ongar mátingar av akkurát hesum eldgosinum, og tí hava vit einki samanberingargrundarlag, havt Katlu viðvíkur. Hinvegin vísir jarðfrøðing­ urin á, at sum heild er jarð­frøði­ liga virksemið undir Katlu, økt hesa seinastu tíðina. – Tað hava verið fleiri jarð­ skjálvtar í økinum, teir flestu hava verið veikir, men onkrir hava verið omanfyri trí stig á Richtermálaranum og tað er ein lutfalsliga sterkur skjálvti. Í tíðarskeiðinum frá 29 sep- tember til 1 oktober í ár vóru heili 500 skjálvtar mátaðir undir Katlu. Men síðani hevur aftur verið heilt friðarligt við einstøkum skjálvtum í nakrar vikur. Harafturat hava jarðfrøð- ingar staðfest, at tað eru ikki serliga stórar flytingar eru í jørðini. Hugsa vit okkum, at magma kemur upp úr jørðini, flytir tað fjallið, men tað hava teir ikki sæð so nógv til enn á leiðini. Ikki heilt ógrundað – Men av tí, at ongar mátingar finnast av Katlu í útbroti at samanbera við, er tað ilt at meta um, hvat hetta økta jarðfrøðiliga virksemið í roynd og veru merk­ ir. Hinvegin er tað ikki ókent, at jarðfrøðiliga virksemið undir Katlu hevur verið størri enn vanligt, men tað hevur einans elvt til smærri gos undir ísinum, sum. Slík brot vóru bæði í 1955, í 1999, og eisini so seint sum í 2011, stutt eftir gosið í Eyðafjallajøkli. – Hinvegin mugu vit eisini ásanna, at metingin um, at Katla fer at goysa einaferð í næstum, er ikki heilt ógrundað. Spurningurin er bara nær tað hendir, men tað er ringt at siga nakað um, eftirsum ongar mátingur eru av Uni Árting sigur, at jarðfrøð­ ingar í Íslandi hava eitt ógvuliga vakið eyga við jarðfrøðiliga virkseminum undir Katlu. Undir vanligum umstøðum stendur tilbúgvingin á grønum, men herfyri varð tilbúgvingin í sambandi í Katlu lyft upp á gult, sum merkir, at gosfjallið vísir meira seismiskt virksemi enn vanligt, og jarðfrøðinginar herða eftirlitið við økinum. Men síðani er tilbúgvingin lækkað niður á grønt aftur, sum er tað vanliga. Kemur ikki óvart á Hinvegin leggur Uni Árting afturat, at íslendingar hava tætt samband við onnur lond og sostatt eisini við Føroyar. – Hvørja ferð, okkurt hendir í Íslandi, fáa vit beinleiðis boð. – Føroyingar fáa allar fráboð­ anir úr Íslandi, og seinastu frá­boðanirnar frá almennu mynd­ug­leikarnir í Íslandi siga, at støð­an ikki so hættislig beint nú, sum nógvir miðlar hava boðað frá. – Tað er einki sum bendir á, at Katla fer at goysa beint nú, leggur hann afturat. Hinvegin er Katla av virknastu eldgosum, so at hon fer at goysa, kemur ikki óvart á. Og sum nevnt omanfyri, er Katla nakað »órólig« fyri tíðina. – Tað er heldur øvugt, tí eingin ivast í, at hon fer at goysa aftur einaferð. – Somuleiðis er tað torført at meta um, hvussu ógvusligt eitt gos verður, leggur hann afturat. Men hinvegin er ikki yvir at dylja, at Katla er eitt gosfjall, sum er nógvar ferðir størri enn Eyða­fjallajøkul, og øska frá eld­ gosum í Katlu eru funnin ymsa­ staðni runt um í Evropa, stað­ festir Uni Árting. Á leinkjuni sæst støðan hjá øllum teimum virknu gosfjøllunum í Íslandi: http://en.vedur.is/earthquakes-and-volcanism/volcanic-eruptions/a Eingin ivi er um, at stóra eldgosið í Íslandi fer at goysa, spurningurin er bara nær. Men tað er einki, sum bendir á, at tað verður beint nú - Føroyingar fáa allar fráboðanir úr Íslandi, og seinastu fráboðanirnar frá almennu myndugleikarnir í Íslandi siga, at støðan ikki so hættislig beint nú, sum nógvir miðlar hava spátt, sigur Uni Árting, Jarðfrøðingur