hósdagur 20. oktober 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. OKTOBER 2016
SOSIALURIN 121
13
FYRIREIKA
OS Í ÍSLANDI
sostatt ikki fer at elva til heilsu
skaðar her á landi.
Meta um og ráðgeva
Hann sigur, at hinvegin er eisini
sannlíkt, at øska, sum sprænir
úr gosinum verður tynt so mikið
á veg til Føroya, at tað fer at
elva til skaða. Men kortini vísti
Eyðafjallajøkul okkum, at øska og
bitlar kunn spjaða seg rættiliga
víða, og ta ferðina fall øska eisini
niður í Føroyum.
Pál Weyhe sigur, at verður eitt
stórt eldgos í Íslandi, og ættin
liggur hendavegin, er sostatt
ikki óhugsandi, at bitlar eru í
luftini, sum eru so fínir, at teir
verða hangandi í luftini, so at fólk
anda teir í seg, og tað kann elva
til heilsuskaða.
Hann sigur, at skuldi øska
rikið inn á okkum, og skuldi
luftin verið full av bitlum frá
henni, hugsar hann sær, at eitt
tilmæli frá bólkinum kundi
verið at heitt á fólk, sum ikki
hava fyri neyðini at fara út, um
at halda seg innandura og at lata
øll vindeygu og allar hurðar aftur
og samstundis at sløkkja allar
luftskipanir.
Og tilmælið til tey, sum
noyðast av húsum til arbeiðis,
kundi verið, at tey skulu ikki
vera uttandura longri enn
neyðugt, og at tey skulu skrúva
varmaapparatið í bilinum fyri.
Hinvegin heldur Pál Weye
eisini, at tað er ikki serliga hugs
andi, at tað fer so nógv øska at
reka inn yvir okkum, at vatnið
ikki verður drekkandi.
Men skuldi tað hent, verður
tann metingin send myndug
leikunum, sum so taka støðu í
hvørjum einstøkum føri til, hvørji
stig skulu takast.
Pál Weyhe sigur, at eitt hugs
að dømi kann vera, at øll verða
biðin um at skrúva allar kranar
frá við tí endamáli at tøma vatn
goymslurnar, so at tær kunnu
fyllast aftur. Ein annar, hugsandi
møguleiki, kann vera at dúva upp
á fløskuvatn, til vandin er av.
Pál Weyhe sigur, at tað er
ongin orsøk, til at mála støðuna
óneyðuga dramatiska. Endamálið
við tilbúgvingarbólkinum er at
savna upplýsingar saman um
støðuna, og at geva myndug
leikunum eina fjølbroytta, fak
liga og sakliga meting.
Og so verða tað myndugleik
arnir, hvør á sínum øki,, sum
síðani taka støðu til, hvat skal
gerast, men hvørji stig skulu
takast, veldst um, ta ítøkilgu
støðuna, vit tá eru í, sigur Pál
Weyhe.
Hesi fýra skulu leggja tilbúgvingina til rættis
Tað eru fýra limir í tilbúgvingarbólkinum, ið skal
kallast saman, alt fyri eitt eitt elgos tekur seg upp,
sum er so ógvusligt, at øska ella gass rekur inn
yvir Føroyar, og vandi kann vera fyri fólkaheilsu
ella djóraheilsu her á landi, ella um kann fáa
avleiðingar fyri onnur viðurskifti her á landi.
Tað er Pál Weyhe, sum er formaður í
nevndini. Hann umboðar Heilsumálaráðið.
Birna Mørkøra, landsdjóralækni, er
næstformaður, hon umboðar Vinnumálaráðið og
Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni, er varalimur hjá henni.
Skrivari er Uni Árting, jarðfrøðingur,
sum eisini umboðar Vinnumálaráðið og
varalimur hjá honum er Lis Mortensen,
sum eisini er jarðfrøðingur.
Fjórði limurin í bólkinum er Maria
Dam, evnafrøðingur og deildarleiðari á
Umhvørvisstovuni og varalimur hjá henni er
Rakul Mortensen, umhvørvisevnafrøðingur,
sum eisini er á Umhvørvisstovuni. Tey
bæði umboða Fiskimálaráðið.
Katla er eitt stórt gosfjall, og fer hon at
goysa, kann tað verða ógvusligt. Hinvegin
er onki, sum bendir á, at tað verður beint nú,
soleiðis sum nógvir miðlar annars hava spátt