hósdagur 20. oktober 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. OKTOBER 2016
SOSIALURIN 121
12
FØROYINGAR F
SEG TIL ELDGO
ELDGOS
ÁKI BERTHOLDSEN
Skuldi tað hent, at stóra gos
fjallið í Íslandi, Katla, fer at
goysa so ógvusliga, at tað eisini
kann ávirka okkum í Føroyum,
skal tað ikki koma heilt óvart á
okkum.
Tá ið Eyðafjallajøkul fór at
goysa í 2010, fingu vit ein for
smakk upp á, hvørjar avleiðingar
eitt eldgos í Íslandi kann fáa. Tað
eldgosið legði alla flogferðslu
meiri ella minni lamna og enntá
her í Føroyum fingu vit sjónlig
prógv fyri, at eldgos í Íslandi
kann raka okkum, tí tað sást
týðiliga, hvussu øska legðist á
bilar og á klæðini á snórinum.
Men beint við Eyðafjallajøkul
er eitt annað gosfjall, sum er
nógvar ferðir størri, Tað er Katla,
og fer Katla at goysa við fullari
megi, er tískil vandi fyri, at tað
kann tað fáa nógv álvarsligari
avleiðingar enn gosið í Eyða
fjallajøkuli, fekk.
Seinast, Katla goysti var í 1918,
ella fyri 98 árum síðani. Síðani
landnámið í Íslandi hevur hon
annars goyst næstan tvær ferð-
ir í hvørja øld í miðal. Og sum
tað sæst í hinari greinini her
á síðunum, sigur Uni Árting,
jarðfrøðingur, at serfrøðingar
eru á einum máli um, at Katla
fer at goysa aftur. Spurningurin
er bara nær, og hvussu ógvusligt
tað verður.
Fingu eina ávaring
Men tá ið Eyðjafjallajøkul goysti
í 2010, fingu vit eina ávaring um,
hvørjar avleiðingar eitt ógvusligt
eldgos í Íslandi kundi fáa fyri
okkum.
Og í kjalarvørrinum á tí
settu føroyskir myndugleikar
ein ráðgevandi bólk, sum skal
fara til verka, verður eitt eldgos
so ógvusligt, at vandi er fyri
fólkaheilsu ella djóraheilsu, ella
um vandi er fyri, at tað kann fáa
aðrar avleiðingar fyri okkum í
Føroyum.
Arbeiðsbólkurin hevur ongan
fund havt enn, tí tørvur hevur
ikki verið á tí, men tey hava sam
skift í telefon.
Samstarv er ímillum íslend
ingar og onnur lond í slíkum
sambandi og beinanvegin eitt
eldos er í Íslandi, sum kann
ávirka okkum, fær MRCC í Før
oyum boð um tað.
Pál Weyhe, sum er formaður
í tilbúgvingarbólkinum, sigur,
at endamálið er, at tá ið ein slík
fráboðan kemur úr Íslandi, skal
tilbúgvingarbólkurin kallast
saman í stundini. Og tað fyrsta
hann so skal gera, er at meta um
støðuna og um, hvussu vanda
mikil hon kann vera fyri Føroyar.
Hann sigur, at bólkurin
er einans settur at meta um
vandan og at ráðgeva føroyskum
myndugleikum um, hvørji stig
eiga at verða sett í verk.
Og verður mett, at vandi er á
ferð, skal bólkurin so boða av
varðandi myndugleikum, før
oysku myndugleikunum frá,
hvørji tiltøk eiga at verða sett í
verk.
Pál Weyhe sigur, at tað er
rættiliga langt úr Íslandi til
Føroya, so skuldi talan verið um,
at eitrandi gass, fer at spræna úr
einum gosi, er mest sannlíkt, at
tað er tynt burtur í einki, áðrenn
tað er komið til Føroya og at tað
Vit skulu vera til reiðar, skuldi eitt gosfjall í Íslandi farið at goyst
so ógvusliga, at vandi kann standast av tí í Føroyum
Skuldi eitt eldgos tikið seg upp,
sum ávirkar Føroyar, skulu vit
ikki einaferð afturat verða líka
ófyrireikað, sum vit vóru, tá ið
Eyðafjallajøkul goysti í 2010