Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. oktober 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 121 11 SÓLVIT E. NOLSØ Posta er eitt alment partafelag, sum sendir tær brøv og pakkar heim til tín bústað. Um tú bíleggur eina vøru, ið verður send heim til tín sum ein pakki, so veitir Posta tænastuna. Á sama hátt sum aðrar fyri­tøk­ ur, so tekur Posta eisini av­greiðslu­ gjald av ymsum slag, fyri at hand­ fara pakkan, sum tú hevur bílagt. Heimasíðan hjá Posta upplýs­ir, at tú til dømis kann verða kravdur eftir kr. 65 fyri eitt fráboðanargjald. Frá­boð­an­argjald tekur Posta inn, um ein faktura ikki stendur uttaná pakkanum og tey mugu opna pakk­an fyri at síggja hvat er í, sigur Arina Bischoff, søluleiðari á Posta. Joel undir Leitinum, stjóri á Posta, sigur, at tá tað liggur eitt eyka arbeiði í at avgreiða eina vøru, so kostar tað tíð og pengar. Tá koma avgreiðslugjøld á. - Er tað nú soleiðis, at vit skulu gera eitt arbeiði útyvir tað, ein mangl­andi faktura ella hvat tað skuldi verið, so taka vit okkum betalt fyri tað, tí tað liggur eitt arbeiði í tí, sigur Joel undir Leiti­ num, stjóri á Posta. Avgreiðslugjøld dekka m.a. íløgur - Avgreiðslugjøld skulu eisini dekka tær íløgurnar vit gera í tær skipanir vit brúka. Tað vil siga kt-skipanir, tollskipanir og til tey fólkini, sum sita og arbeiða við tí, lønir og hvat tað mátti verið, sigur Joel undir Leitinum. Kann mann ikki siga, at arbeiði hjá starvsfólkunum inniberð m.a. at avgreiða pakkar og tí skal eitt av­greiðs­lugjald liggja í lønini, sum tit rinda einum starvsfólkið, í staðin fyri at leggja tað á kundan? - Um tað verður lagt í lønina heldur enn eitt avgreiðslugjald, so fer prísurin á pakkanum upp í staðin. Prísurin á pakkanum dekk­ ar transportin, meðan av­greiðslu­ gjaldið dekkar tað, at vit skulu toll­ avgreiða vøruna, sigur Joel undir Leitinum. JOEL UNDIR LEITINUM: VIT TAKA GJALD FYRI AT HALDA PRÍSIN Á PAKKUNUM NIÐRI Avgjøld Bank Nordik standardkontur – eit úrval Konta og fytngar Mánaðarligt kontugjald: kr. 20,- Ískoyt fyri samadag fytng tl annan peningastovn: kr. 1,- Ískoyt fyri skund fytng tl annan peningastovn: kr. 2,- Nýtsla gjaldskort í Føroyum Útgjald í sjálvtøkum hjá Bank Nordik, arbeiðstð: kr. 2,- Útgjald í sjálvtøkum hjá Bank Nordik, utanfyri arbeiðstð kr. 2,- Útgjald í sjálvtøkur hjá øðrum peningastovni: kr. 5,- Avgjøld EIK standardkontur – eit úrval Netbankin Flytngar í Føroyum – skundfytng v. stutum boðum: kr. 1,- Flytngar í Føroyum – skundfytng v. longum boðum: kr. 21,- Nýtsla gjaldskort í Føroyum Útgjald í sjálvtøkum hjá EIK: kr. 2,- Útgjald í øðrum FO sjálvtøkum: kr. 4,- Avgjøld SAS (vegleiðandi*) Flogvallagjøld (Vága/Kastrup): kr. 344,- Ferðaavgjald: kr. 65,- Onnur avgjøld: kr. 425,- *Upphæddin á avgjøldum varierar eit sindur. Hesar upphæddir eru útrá einum uml. miðal ONNUR AVGJØLD