hósdagur 20. oktober 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. OKTOBER 2016
SOSIALURIN 121
10
TEMA: Avgjøld
SÓLVIT E. NOLSØ
Atlantic Airways hevur leingi verið
einasta flogfelagið, ið føroyingar
hava havt. Mærsk Air gavst í 2004
og eftirfylgjandi hevur Atlantic
verið einsamalt, burtursæð frá
einum hálvum ári, tá FaroeJet var
til.
Tískil hava vit ikki nógv at velja
í um vit skulu av landinum. Vil tú
flúgva, so er tað Atlantsflog, sum er
einsamallur veitari. Í øllum førum
í eitt hálvt ár ella so afturat, inntil
SAS kemur á marknaðin.
Millum brúkarar hevur leingi
verið kjak um prísin á flogferða
seðlunum. Tað eru nógv, sum
halda hann verða í dýrara lagi og
fleiri finnast at avgjøldunum, ið
verða løgd afturat og harvið dýrka
ferðaseðilin. Jóhanna á Bergi er
stjóri á Atlantic Airways. Hon skil
ir atfinningarnar og vil gera nakað
við tær, men samstundis sigur hon,
at tað er ikki teirra felag, ið ásetur
øll avgjøldini.
Áðrenn eg tosaði við Jóhonnu,
hevði eg bílagt eina ferð úr Føroy
um til Danmarkar, t/r. Dømi var, at
eg fór úr Føroyum ein mikudag og
kom aftur úr Danmark mánadagin
eftir. Túrurin hevði kostað mær kr.
3.563. Á bíleggingini sæst, at prís
urin er deildur í fleiri partar:
- Grundprísur:
kr. 3.104
- Avgjøld:
kr. 409
- Avgreiðslugjald:
kr. 50
- Tað, sum eitur avgjøld, fer alt
til aðrar partar enn okkum. Kr. 165
fer til Vága Floghavn, kr. 179 fer til
Kastrup Lufthavn og kr. 65 fer til
landskassan í ferðaavgjaldi, sigur
Jóhanna á Bergi.
Vilja gjarna avtaka
fleiri gjøld
Tær kr. 50, sum Atlantsflog tekur
inn frá okkum, ið bíleggja ferða
seðlar á heimasíðu felagsins, vil
Jóhanna á Bergi við tíðini sleppa
av við.
- Vit eru í ferð við at hyggja uppá
øll hasi gjøldini. Oljuavgjaldið bleiv
koyrt uppí prísin á ferðaseðlinum
og avgreiðslugjaldið á kr. 50 er
stutt síðan koyrt niður frá kr. 70.
Vit arbeiða fyri at koyra tað enn
longur niður og vónandi við tíðini
sleppa av við tað, sigur Jóhanna á
Bergi.
Landskassin tikið
avgjald í nógv ár
Í eini 30 ár hevur landskassin eis
ini tikið avgjøld frá brúkarum á
ferðaseðlum. Upprunaliga bleiv
tað ásett sum ein fyribils loysn, ið
við tíðini skuldi avtakast, men tað
kom ongantíð so langt. Millum
annað kom eitt oljugjald á og eitt
ferðaavgjald. Sum fyrr sagt, so er
oljugjaldið nú ein partur av prís
inum á ferðaseðlinum, men ferða
avgjaldið liggur enn á.
Landskassin tekur kr. 65 fyri
hvønn ferðandi, sum fer úr Før
oyum. Landskassin fær árliga
millum 8-10 mió. burturúr hesum
avgjaldið. Poul Michelsen umsitur
økið sum landsstýrismaður. Sum
tingmaður fyri Framsókn legði
hann í 2015 fram eitt uppskot um
at avtaka ferðaavgjaldið á flog
ferðaseðlum fyri at fáa prísin nið
ur. Sum landsstýrismaður hevur
hann enn ikki tikið stig til at fáa
avgjaldið burtur.
Tað hevur ikki eydnast okkum
at fáa fatur í Poul Michelsen áðr
enn blaðið fór til prentingar.
SÓLVIT E. NOLSØ
Tað hava nógv feløg á føroyska
marknaðin eisini tikið til sín og
geva viðskiftafólki ábyrgd at skipa
síni egnu viðurskiftir. Tað er lættari
fyri fyritøkurnar, ger tað lættari
hjá viðskiftafólkum t.d. at bíleggja
vøruna og eitt lið verður tikið úr
bíleggingarketuni.
Sjálvandi skuldi tað eisini havt
við sær, at vøran bleiv bíligari.
Kundin avgeiðir jú seg sjálvan, so at
siga. Ofta umvegis eina heimasíðu.
Tað er tó ikki ein so stór sjálv
fylgja. Hinvegin kemur tað meir
enn so fyri, at tú sum viðskiftafólk
rindar fyri at avgreiða teg sjálvan
ella, sum í einum dømi vit brúka í
dag, so rindar tú fyri at gjalda tína
rokning.
Avgjøld ella ómaksgjøld verða í
nógvum førum brúkt av fyritøkum.
Eitt ómaksgjald er eitt gjald, sum
fyritøkur taka fyri at hava eina
tænastu. Tað kann tó ofta tykast
løgið, at ómaksgjøld oftast verða
løgd lagdar á tænastur, sum vit sum
viðskiftafólk handfara sjálvi.
Vit hava dømi í blaðnum í dag,
har hugt verður at nøkrum fyri
tøkum. Vit hava tosa við umboð frá
telefyritøkum. Báðar fyritøkurnar
taka pening, fyri at viðskiftafólk
stovna gjaldsavtalur. Tað vil siga,
at í summum førum gjalda vit fyri
at gjalda rokningina.
Vit tosa eisini stjóran á Atlan
tic Airways, Jóhonnu á Bergi og
við stjóran á Posta, Joel undir
Leitinum. Atlantic Airways tekur
avgreiðslugjald frá teimum, ið
bíleggja flogferðaseðlar á netinum.
Hóast eitt umsitingarlið verður
lopið um og tann ferðandi sjálvur
bíleggur, so verður ein kostnaður
tikin fyri tað.
Posta tekur eisini gjøld
fyri at handfara pakkar,
ið vit hava bílagt. Joel
undir Leitinum førir
fram, at í avgreiðslugjøld
verða løgd á fyri at
dekka tær íløgur, sum er
neyðugar í t.d. skipanir
og starvsfólk.
Eisini hava vit gjørt eitt
yvirlit yvir onnur avgjøld,
ið viðskiftafólk rinda í
bankunum og í nýggja flog
felagnum á føroyarutuni, SAS.
solvit@sosialurin.fo
At avgreiða okkara egnu viðurskiftir er nakað, ið
vit øll miða eftir. At kunna hava eina yvirorðnaða
stýring og yvirlit yvir tað, ið mann fæst við er gott
JÓHANNA Á BERGI:
ARBEIÐA FYRI AT MINKA AVGJØLDINI
VIT RINDA FYRI AT
AVGREIÐA OKKARA
EGNU VIÐURSKIFTIR