hósdagur 20. oktober 2016síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. OKTOBER 2016
SOSIALURIN 121
9
SÓLVIT E. NOLSØ
Tað eru bert tvær fyritøkur at
velja ímillum á føroyska fjar
skiftismarknaðinum: Vodafone
og Føroya Tele. Seinastu umleið trý
árini hava viðskiftafólkini merkt
eina kapping millum partarnar,
ið hevur havt eina ógvusliga prís
lækking á haldunum við sær. Vit
hava fingið hald við fríari talu og
nógvum data íroknað.
Vit hava ikki nógvar stórar fyri
tøkur, sum kappast á føroyska
marknaðinum. Tí kunnu vit sum
viðskiftafólk sjálvandi fegnast
um, at kappingin millum Føroya
Tele og Vodafone hevur menning
av haldum við sær. Hinvegin hevur
tað eisini verið ein liður í, at ávís
ómaksgjøld, sum fyritøkurnar fyrr
tóku á seg sjálvar, nú verða løgd á
kundan.
Gjaldið er fyri tænastu
frá øðrum veitara
Føroya Tele hevur ómaksgjald á
bæði sjálvvirkandi gjaldsskipan
og á rokningum, sum verða sendar
heim til kundan. Tað vil siga, at
bæði sjálvvirkandi og manuellar
rokningar hava eitt ómaksgjald á.
Fleiri hava víst á sína ónøgd hesum
viðvíkjandi. Gjaldið fyri at hava
eina fasta gjaldsskipan er kr. 9.75
pr. rokning. Um ein ikki hevur eina
fasta gjaldsavtalu, er kostnaðurin
kr. 39 pr. rokning, ið verður send
heim til tín.
John Syderbø frá Føroya Tele
sigur, at hetta eitt ómaksgjaldið er
lagt á kundan, tí tað er ein tænasta,
ið kundin brúkar beinleiðis frá
øðrum veitara.
- Ómaksgjaldið er ein
tænasta, sum kundin betalir fyri
frá einum øðrum veitara enn okk
um. Tað er ikki nakað, sum vit gera.
Í hesum førinum er tað Elektron,
sum tekur pengar av konto hjá
kundanum og flytir hana inn á
konto hjá okkum, sigur John Syd
erbø, marknaðar- og produktstjóri
hjá Føroya Tele.
Fyrr hevur Føroya Tele tikið
hesa upphæddir á seg, men í sam
band við eitt skiftið frá einum
donskum veitara til føroysku
loysnina, valdi Føroya Tele at
leggja gjaldið fyri gjaldsskipanina
á kundan.
Gjalda fyri at gjalda
Avgjøldini á rokningar kann tykast
eitt sindur løgin. Við skipanini
mugu viðskiftafólkini gjalda eitt
ómaksgjald fyri at kunna gjalda
rokningina.
- Tað kann hugsast, at fólk halda
tað, men hetta er ein tendensur,
sum tú sær nógva aðrastaðni. Tað
er ikki bara Føroya Tele, sum ger
tað. Vit gera tað fyri at málrætta
og sjónliggera tær útreiðslurnar,
sum hetta hevur fyri okkara fólk
og tær uppgávurnar, sum vit gera
innanhýsis í samband við hetta
her, sigur John Syderbø.
John Syderbø sigur, at Føroya
Tele eisini mennir ein annan
leist, ið er bíligari enn tann, sum
fyritøkan hevur nú. Á Ver hald
inum hjá Føroya Tele kann ein
skráseta sítt gjaldskort beinleiðis
og har verður ein lægri kostnaður
á flytingum.
Vodafone eisini
avgjøld á flytingum
Eins og Føroya Tele, hevur Voda
fone eisini avgjøld á flytingum, ið
eru tilmeldaðar eina gjaldsskipan.
Sambært heimasíðu felagsins,
kostar tað kr. 7.50 pr. mánað, um
tú er tilmeldaður gjaldsskipan á
tænastunum Betalingsservice ella
Leverandørservice. Hinvegin er tað
ókeypis um tú er tilmeldaður eini
sjálvvirkandi kortgjalding.
- Vit umsótu gjaldið sjálvir fyrr,
men hava valt at leggja gjaldið á
kundan. Hinvegin vildu vit eisini
hava eitt alternativ og tað gjørdu
vit við at hava skipanina við gjalds
kortinum, har gjaldsskipanin er
ókeypis, sigur Suni Justinussen,
sølustjóri á Vodafone.
Rembingar á marknaðinum
kravt tillagingar
Suni Justinussen sigur, at tað er
eingin loyna, at telemarknaðurin
hevur havt eina sera aktiva
kapping og tað hevur havt stórar
broytingar við sær. Tí mátti mann
hyggja eitt sindur nærri uppá
ymsar samansetingar í teimum
tænastum, sum fyritøkan bjóðaði,
millum annað hesari.
John Syderbø sigur eisini, at
stóru broytingarnar á telemark
naðinum hava sett ferð á hesa
broytingina í tænastuni. Tá so
Føroya Tele valdi at gera eina
umlegging í hesi gjaldsstænastuni
frá Nets til Elektron, bleiv avgjørt
at leggja henda kostnað á kundan.
- Vit hava í nógv ár tikið henda
kostnaðin á okkum, men vit høvdu
nú møguleikan gera eina umlegg
ing, sigur John Syderbø, sum tó ikki
hevur tøl á hvussu nógv hetta hev
ur kosta Føroya Tele.
AVGJØLD Á ROKNINGUM:
– VIT GJALDA
FYRI AT GJALDA
TEMA: Avgjøld