Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-20, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. oktober 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 121 30 ÍTRÓTTUR JÓANNES HANSEN K lokkan knapt fýra í morgin verður greitt, um tað verð­ ur Víkingur ella KÍ, sum hevur vunnið FM og hálva fjórðu millión krónur. Í KÍ leguni siga tey kappingar­ árið vera framúr gott. Fasittið er sigur í steypakappingini og í minsta lag­ið silvur í landskappingini. Sam­ mett við nógvu tey undanfarnu árini er talan um fínt úrslit. Sammett við støðuna undan 3-1 tap­inum á Argjum í 25. umfari kenn­ist tað at vera vónbrot, at KÍ misti FM heitið á stokkinum. Tað sæst og hoyrist í Leirvík og Gøtu, at lagið er gott. Fyrsta FM heitið í søgu felagsins er á stokk­ inum. Nógvar fyrireikingar verða gjørdar til fagnaðin á Argjum, og tá ið spælararnir og viðhaldsfólk­ ini koma norður aftur. Tí hevur tað so ógvuliga stóran týdning, at tað á Argjum eydnast at vinna fulla úrtøku. Tríggjar tær sein­ astu ferðirnar er tað endað við javnleiki, tá ið Víkingur hevur verið á Argjum – 2-2 fyrr í ár og í fjør tveir málleysir javnleikir. Víkingur hevur ikki vunnið á Argjum síðani níggjunda juni í 2014, tá ið úrslitið var 3-0. Trýstið hevur verið øgiligt AB-VÍKINGUR: DAGFINN FORNÁ Leygardagin klokkan 14.00 Sølvi Vatnhamar hjá Víkingi ásann­ ar, at fyri trimum vikum síðani kend­ist FM møguleikin at vera burt­ur: - Síðani summarsteðgin hava allir dystirnir verið finalur, og trýst­ið hevur verið øgiligt. Vit taptu steypafinaluna ímóti KÍ, og tá ið vit eisini í landskappingini dumpaðu ímóti KÍ, sá tað út til, at møguleikin hjá okkum var burtur. Vit megnaðu at varðveita fokus og fingu nýggjan møguleika, tá ið KÍ dumpaði á Argjum, og vit vunnu finaluna ímóti B36. Nú er ein finala eftir, sigur Sølvi Vatnhamar, og hann heldur fram: - Vit hava stóra virðing fyri AB, sum plagar at standa seg væl ímóti Víkingi. Tað er altíð nógv fót­bóltsprát í Leirvík og Gøtu, og nú er tað uppaftur meiri. Vit hava fokus á tí, sum skal ganga fyri seg á vøllinum. Venjingarnar eru, sum tær plaga at vera. Tað ræður um at verða betri í tí, sum vit arbeiða við – bæði á Argjum leygardagin og eisini næsta ár. Síðani summarsteðgin hevur Vík­ingur spælt tíggju dystir. Burtur­sæð frá 2-1 tapinum á heima­vølli ímóti KÍ hevur talan verið um fulla úrtøku 27 stig og málmunin 24-4. Sjey ferðir er í hesum tíðarskeiðnum einki mál farið ígjøgnum hjá Geza Turi. Fyrsti dysturin var 24. juli ímóti AB á heimavølli. Tá var úrslitið 3-0. Allir Víkinga spælararnir eru tøkir undan stóru finaluni. Fult fokus í Fuglafirði ÍF-KÍ: LARS MÜLLER Leygardagin klokkan 14.00 Gulldreymurin livir framvegis, men tað verður í Klaksvík staðfest, at tað er stórt sannlíki fyri, at túrurin til hús úr Fuglafirði verður umvegis gullrús í Gøtu og Leirvík. - Vit fokusera á okkara upp­gávu. 4-2 tapið á heimavølli ímóti ÍF sig­ur okkum, at avbjóðingin í verður stór. Um AB fer at taka stig frá Víkingi, so verður tað øgiliga snópisligt, um vit ikki megna okkara uppgávu, sigur Páll A. Klettskarð í KÍ. ÍF tapti sunnudagin 4-1 í Gundadali ímóti HB: - Tað er stór avbjóðing at motiv­ era spælararnar, tá ið vit eru í ongamanna landi. Tað hevur øgi­ liga stóran týdning at enda væl, og vit eru sinnaðir at leggja nógv fyri at gera tað, sigur ÍF venjarin Ják­up Mikkelsen. Stórur skelkur við Stórá B36-TB: RANSIN N. DJURHUUS Leygardagin klokkan 14.00 B36 venjarin Eyðun Klakstein fer í morgin at siga farvæl við spæl­ ar­arnar og tey í B36 skýlinum. Úrtøkan úr tvey ára samstarvinum er FM fyrra árið og atgongumerki til europeisku kappingina seinna árið. Tað siga tey seg í B36 at vera væl nøgd við. TB venjarin Sigfríður Clement­ sen fer í morgin at siga farvæl við TB spælararnar. Eisini Sigfríður hevur avgreitt setningin, sum var at endurvinna plássið í bestu deildini. TB hevur vunnið 27 stig, sum er eitt fleiri enn nakrantíð áður. Síðstu umførini hava verið eyð­kend av, at fleiri av TB spæl­ aru­num eru farnir av land­inum í útbúgvinarørindum. Síðsta sunnu­dag var málslúkurin Albert Adu ikki við. Tað varð í gjár mest sann­líkt, at hann ikki verður við í morgin. Orsøkin til, at Albert Adu ikki var við á heimavølli ímóti Skála sunnudagin, var tann, at Albert Adu brádliga small um undir venjing næstsíðsta týskvøld. Tíbetur vísti tað seg ikki at vera so álvarsligt, men tað sá álvarsligt út, og venjari og spælarar vóru kløkkir, greiðir Sigfríður Clementsen frá: - Vit vóru vit at skifta frá ein­ari venjing og til tað næstu. Talan hevði ikki verið um serliga tunga venjing. Vit vóru allir í einum trunka, og vit hildu, at Albert skemtaði, tá ið hann hoyknaði niður. Tá ið vit sóu, at eyguni trillaðu runt, so vistu vit, at tað var ikki skemt. Ragnar Joensen er brandmaður. Hann leyp FÓTBÓLTUR Ársins spælari fer við sjálvsáliti saman við liðfeløgunum suður á Argir til síðstu finaluna eftir tær tíggju, sum hava verið síðani summarsteðgin kki við: Robert Heðin Brockie (langtíðarskaddur, knæið) Høgni Eysturoy (knæið) Alex Mellemgaard (lærkrikin) Andrias Eriksen (kroyst rivjabein) Við aftur: Hanus Thorleifsson (vøddaskaði) Ikki við: Arnbjørn T. Hansen (økslin), Rókur av Fløtum Jespersen (leikbann, 2 dystir fyri útvísing) Við aftur: Christian R. Mouritsen, Ári M. Jónsson (leikbann) og Jóhan Troest Davidsen (leikbann) Allir mans tøkir. Við aftur: Hans Jørgen Djurhuus (Eftir leikbann) Ivasamur: Magnus H. Olsen (lærskaði) Við aftur: Jens Joensen (eftir leikbann) Pól Jóhannus Justinussen (eftir leikbann) Ikki við: Evrard Blé (Uttanlands) Ivasamur: Óli Højgaard Olsen (Knæskaði) LIÐ TÍÐINDI B36 HB VÍKINGUR NSÍ B68 Upptakt VÍKINGARNIR ERU VÁPNAÐIR TIL TENNIRNAR