Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-20, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. oktober 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 121 31 til og staðfesti, at pulsurin var har – kanska alt ov høgur – og so varð ringt eftir sjúkrabili, ið var skjótur á staðnum. Albert varð innlagdur til kanningar, og dagin eftir varð hann fluttur norður til Havnar. Tað sást einki óvanligt, hann varð útskrivaður, og í morgin skal hann møta aftur til kanningar, segði Sigfríður Clementsen ígjár. - Vit tosaðu allir saman, og vit hava havt samband við Albert. Vit fegn­ast um, at talan eftir øllum at døma ikki er um nakað álvarsligt. Kanska var tað maktarloysi, ella kanska var tað bara eitt tilfeldi, sum vit plaga at siga. At vit vórðu kløkkir komst sjálvandi av, at vit í sjónvarpinum hava verið eygnavitni til álvarsamar van­ lukkur, tá ið spælarar eru hoykn­ aðir. Tíbetur sóu vit skjótt, at soleiðis var tað ikki í hesum før­ inum. Albert Adu skal heim til Lon­don, har hann býr. Ætlanin er, at hann og unnustan skulu giftast um jóltíðir. Vit fegnast saman við honum um, at henda ætlanin fram­ vegis sær út til at verða veruleiki. TB venjarin heldur, at løtan við Stórá næstsíðsta týskvøld reisir prinsipiellan spurning: - Tað er krav, at spælarar, ið lut­ taka í altjóða kappingum, skulu heilsu­kannast. Helmingurin av liðunum í bestu føroysku deild­ ini hava ikki tikið lut í altjóða kappingum. Eg haldi, at kravið um heilsukanningar átti at verið galdandi fyri allar spæl­arar í bestu føroysku deildini. Fót­bólts­mynd­ ug­leikarnir áttu at umhugsað hetta, sigur Sigfríður Clementsen. Í FSF taka tey spurningin í stórum álvara - Hetta ítøkiliga málið hava vit ikki hoyrt um. Vit hava dømi um sovorðið frá fyrr av, eisini í ung­ dómsdeildunum. Vit fylgja við í tí, sum FIFA og UEFA viðgera og samtykkja og taka tað til okkum, og hesin tilburðurin gevur høvi til at viðgera málið av nýggjum, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum. NSÍ fer eftir bonus vinninginum B68-NSÍ: KÁRI J. Á HØVDANUM Leygardagin klokkan 14.00 Tað verður í grannauppgerð á heima­vølli, at B68 fyri fimtu ferð í hesi øldini sigur farvæl við bestu deildina. Setningurin er tann sami, sum hann hevur verið alt kappingarárið: - Hjá okkum ræður um at vinna ein sigur í hesum kappingarárinum, og nú hava vit bara møguleikan í morgin eftir, sigur B68 venjarin Eliesar Olsen. Tølini siga, at tað ofta hevur gingið javnt á, tá ið NSÍ og B68 hittast. Eitt nú vann NSÍ 2-1 við Løkin í seytjanda umfari. Soleiðis var tað ikki í fimta umfari, tá ið NSÍ fór av Svangaskarði við 5-0 sigri. Ta ferðina var Klæmint A. Olsen trífaldur málskjútti. Klæmint er toppskjútti við 22 málum. Hann sigur seg ikki ganga so nógv uppí, um hann er toppskjútti ella ikki: - Tað snýr seg um at vinna dyst­ irnar. Um eg verði toppskjútti, so er tað bonusvinningur, sigur NSÍ liðformaðurin. Klæmint A. Olsen er undan síðsta umfari tvey mál omanfyri Páll A. Klettskarð á máltindinum. Tí fara liðfelagarnir at stríðast fyri, at Klæmint skal vinna máltind­ in, og hann fær ivaleyst høvið at royna seg enn einaferð úr ellivu metrum, um NSÍ tiltuskar sær brotsspark. Klæmint hevur annars síðani summarsteðgin misnýtt trý brotsspørk. Her valdast tað um hugburðin SKÁLA-HB: PETUR REINERT Leygardagin klokkan 14.00 Pauli Poulsen verður aftur næsta ár venjari á Skála, og Jan C. Dam er aftur næsta ár sáttmálabundin at HB. Skála tryggjaði sær síðsta sunnu­dag rættin at halda fram í bestu deildini. Tað er møguleiki fyri at taka sjeynda plássið. Soleiðis verður tað, um TB einki vinnur í Gundadali ímóti B36, og um Skála vinnu fulla úrtøku ímóti HB. - Okkara spælarar vístu góðan hugburð og stóra spæligleði ímóti ÍF, og eg rokni avgjørt við, at vit fara at avrika eins væl á Skála. Tað eiga og skulu vit gera fyri trúgvu áskoðararnar, hóast tað er greitt, at vit ikki røkka longri upp enn fimta plássið, sum vit eru á, sigur HB venjarin Jan C. Dam. Skála venjarin Pauli Poulsen rokn­ar við at tað verður undir­ hald­andi: - Nú hava vit spælt fýra dystir uttan at tapa – tveir sigrar og tveir javnleikir. Spælararnir hava verið óførir, og vit fara at leggja okkum eftir at vinna ímóti HB. Kanska er tað møguleiki fyri, at talan verður um minni bundna uppgerð, enn tær vóru, tá ið spurningurin um niðurflyting ikki var avgjørdur, sig­ur Pauli Poulsen. Effodeildin støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 Víkingur 26 18 4 4 56 24 +32 58 2 KÍ 26 18 3 5 61 25 +36 57 3 NSÍ 26 17 1 8 57 35 +22 52 4 B36 26 13 7 6 41 26 +15 46 5 HB 26 12 6 8 42 28 +14 42 6 ÍF 26 9 5 12 41 56 -15 32 7 TB 26 7 6 13 29 43 -14 27 8 Skála 26 6 7 13 23 39 -16 25 9 AB 26 5 6 16 30 46 -16 18 10 B68 26 4 7 19 19 77 -58 7 KÍ: Við aftur eftir skaðar: Jóannes Bjartalíð, Ahmed Mujdragic og Semir Hadzibulic Ikki við: Poul N. Mikkelsen og Gunnar Christiansen (langtíðarskaddir) Við aftur: Jan Ó. Ellingsgaard (var burturstaddur) kki við: Karstin Højgaard og Gunnar Haraldsen (skaddir) Ikki við: Jákup Pauli Breckmann (leikbann) Ivasamur: Albert Adu Allir mans tøkir. Við aftur: Pauli G. Hansen KÍ ÍF AB TB SKÁLA 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 = Heimasigur X = javnleikur 2 = Útisigur B68 - NSÍ AB - Víkingur ÍF - KÍ B36 - TB Skála - HB KENDI TIPPARIN Hildur Høghamar Grafikari í Miðlahúsinum Kendi tipparin hesaferð: Seinast tippaði lýsingarstjórin í Miðlahúsinum, Frida Mellemgaard. Hon hevði ikki færri enn fýra rættar av fimm, men fall upp á B36 hjartað. Frida Mellemgaard tippaði: Víkingur – B36 X (2-0), TB – Skála X (1-1), KÍ – B68 1 (6-0), HB-ÍF 2 (3-1) og NSÍ – AB 1 (4-1)