Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-20, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. oktober 2016síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 121 32 Samfelagsfrøði skal í barnaskúlan, siga tey nú. Og tað er enntá avgjørt. Sjálvandi, samfelagsfrøðin skuldi verið komin fyri nógvum árum síðani. Men so skal okkurt úr skúlanum í staðin fyri. Tí lærararnir hava so nógv at gera, at als ikki ber til at áleggja teimum fleiri tímar enn teir longu hava nú. Samfelagsfrøði inn, okkurt út. Og hvat skal so út? Ja, har steðgar konsensus. Tríggir møguleikar eru, danskt, ítrótt og kristni. Løgið, at føroyskt ikki er ein møguleiki, tí eingin lærir føroyskt kortini í fólkaskúlanum. Ella rokning. Hvør tele­fon dugir at rokna. Sjálvandi er danskt ikki nakað heimsmál. Men tað er hent at duga danskt væl, tí næstan allir føroyingar, sum fara uttanlands at læra meira enn tey kunnu læra í Føroyum, fara til Danmarkar. Og í Danmark er snilt at duga danskt so nøkulunda, tí har skilja tey ikki føroyskt. Eg minnist, hvussu tey, sum vóru í studenta­skúl-anum í Íslandi, angraðu, at tey hvørki vildu ella tímdu at læra seg danskt. Tað var av tjóðskapar- romantiskum orsøkum millum annað, og, søgdu tey, danskt var eitt so banalt og ljótt mál, so hví skuldu tey læra og duga tað? Ja, góður spurningur. Svarið er, at tey angraðu hetta dramblæti, tá tey fóru til dømis til Svøríkis at lesa. Tá fataðu tey, at tað hevði nú verið bæði snilt og hent at duga danskt ella í minsta lagi blandinaviskt. Nei, gevið donskum frið. Ítrótt. Í hesum sjúkligu fólka- heilsutíðum? Nei, tað ber neyvan heldur til. Nógv børn og ung røra seg bara í ítróttartímunum í skúlanum, tí tá noyðast tey at røra seg. Foreldrini noyða tey ikki. Tey koyra tey aftur og fram til ítrótt, 500 metrar. Men tað er ikki teirra at síggja til, at børnini røra seg. Ta ábyrgdina eigur samfelagið eisini. So er bara kristni eftir. Hon kann saktans fara á dyr. Og ikki bara úr flokkunum, sum fáa samfelagsfrøði, men úr øllum flokkum, úr skúlanum rætt og slætt og amen við tí. Endamálið við skúlum er at gera fólk klókari. Kristindómur ger, eins og øll religión, fólk býttari. Ein klókur maður segði einaferð, at religión er opi­um fyri fólkið. Veit ikki, um tað er heilt rætt, tí opium ger fólk glað og sálig. Kristni út, samfelagsfrøði inn, ongantíð ov skjótt. Kristindómurin er alla staðni kort­ini. Tú sleppur ikki undan hon­um, sama hvønn veg tú vendir, ella um tú stendur á høvdinum. Hann er á gøtuhornunum, í miðlun- um, i fordómunum, í løgtinginum, allastaðni Hann er eisini í øðrum skúl, sunnudagsskúlanum, hagar tey, sum leggja í, ella sum foreldrini noyða, kunnu fara. Tey, sum ikki hava sjálvsálit og stúra fyri at fara á glið. Undarligt, at fólkaskúlin skal hjálpa fólkakirkjuni og øllum frak­ sjónunum at billa fólki inn, at tað vardi seks dagar at skapa okkara heim. Tað var, áðrenn leygardagur gjørdist frídagur. Millum tey nógvu háfloygdu og vøkru orðini í endamálsgreinini í lógini um fólkaskúlan stendur, at fólkaskúlin skal í sátt og samvinnu við foreldrini hjálpa til at geva næmingunum eina kristna, jú, fanin, har stendur kristna, og siðalagsliga uppaling. Hvørji foreldur vita, hvat tað er, siðalagsliga? Hví er kristin uppaling annars betri enn onnur uppaling? Skulu foreldur, sum ikki eru kristin, í sátt og samvinnu við fólakskúlan góðtaka, at børn teirra fáa eina kristna uppaling? Gott er at duga danskt væl. Ítrótt er góð fyri bæði likam og sál og ikki minst fólkaheilsuna. Kristni er ikki góð hjá teimum, sum klára seg uttan. Hini fáa hana aðrastaðni. Tilboðini eru nógv og ikki bara sunnudagar. Kristni úr fólkaskúlanum. Kristni úr øllum flokkum Heidi Lava Elgeirsdóttir Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ virðislønina 2012 Høgni Djurhuus MYND: HEINESEN MYNDIR Yrki: Lesandi Bústaður: Argir Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin? Politikari Hvat átti hitt kynið at vita um títt kyn? At vit konufólk halda at tit mannfólk lesa okkara tankar Hvat áttu børn at vita um tað, at vera vaksin? At vit vaksnu rættiliga ofta ynskja at vera børn aftur Hvat var tann seinasti dreymurin tú gjørdi til veruleika? At mín trúlovaði og eg endaliga hava sett dagfesting á okkara brúðardag sum er 15/7- 2017. Um tú tordi, so hevði tú….. … biðið Eivør komið til kaffimunn hjá mær Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað? Um vit ynsktu tað sama fyri onnur sum vit ynskja fyri okkara børn. Nær vart tú seinast veruliga ovfarin? Tá Kristin Michelsen ikki meldaði seg úr javnaðarflokkinum týsdagin. Tað seinasta tú hevur lært er, at …. … skynsamt húsarhald er eitt lukkuligt húsarhald Tann støðugt ringa samvitskan snýr seg um, at tú? At eg ikki eri heimsins besta mamma Enda setningin: Føroyar áttu….. … at rúma øllum okkara borgarum og syrgt fyri at øll hava eitt virðiligt lív.