mánadagur 24. oktober 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. oktober 2016 · Nr. 122
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
reportasja
síða 10-11
Eingin
álvarsom
seinking
Ítróttur
Síða 23
Jákup
á Borg er
klárur
– Vit gjalda í dýrum dómum fyri at
sleppa at rinda okkara egnu rokn
ingar – hóast vit gera arbeiðið sjálv.
Stórar fyritøkur krevja millióna
upphæddir í avgjøldum.
Soleiðis skrivaðu vit á forsíðuni
fríggjdagin. Orsøkin er tann av
gjaldsøði, sum hevur tikið dik á seg
seinnu árini, har avgjald verður lagt
á nærum alt.
Eitt dømi er telefeløgini, sum
hava kappast um lágar prísir í
longri tíð. Prísirnir eru so lágir, at
teir kunnu ikki bera veitingina í
sjálvum sær. Tí verða gjøld løgd á,
sum til dømis at fólk skulu gjalda
39 krónur fyri at fáa eina rokning.
Tað var tann tíð, tá fólk kundu
fara í bankan at orðna øll síni við
urskifti. Tú stóst í langari bíðirøði í
bankanum, meðan fólkið við kass
an flutti pengar og gav tær kvitt
anina.
Síðani internetið kom hevur
kundin sjálvur tikið yvir. Hann
ger arbeiðið, sum kvinnan handan
kassan fyrr gjørdi. Og sum tøkk
sleppur kundin enntá at rinda fyri,
at hann gera arbeiðið fyri bankan.
Atlantsflog og Smyril Line hildu
einaferð, at oljuprísurin fór upp um
tað órímliga. Heldur enn at hækka
ferðaseðlaprísin beinleiðis, so varð
eitt oljuavgjald lagt á kundan. Nú
skuldi kundin rinda fyri hægri olju
prís.
Men landið hevur so avgjørt ikki
ligið á løtusíðu, tá tað kemur til av
gjøld. Tá tað fyri um 30 árum síðani
vantaðu pengar í landskassanum
varð eisini funnið upp á avgjøld –
60 oyru skuldi landskassin hava
í oljuavgjaldi fyri hvønn litur av
bensini og olju, sum varð seldur.
Eitt »fyribils tiltak«, varð sagt. Men
enn í dag rinda vit hetta oljugjald.
Almenna partafelagið Føroya
Tele rindar eisini avgjald til lands
kassan. Á hvørjum ári drenar lands
stýrið um 25-30 milliónir krónur í
vinningsbýti frá Føroay Tele. Tað
merkir, at tænasturnar hjá Føroya
Tele mugu verða hesar 35 milliónir
dýrari, enn tær kosta. Vit kunnu
siga, at hetta er ein eyka skattur,
sum kundar hjá Føroya Tele rinda
til landskassan.
Vit kunnu bara staðfesta, at vit
eru komin hartil, at vit skulu gjalda
fyri at gjalda. Tað verður álagt okk
um gjald fyri at flyta pengar av
okkara egnu konto til konto hjá tí,
sum vit keypa frá.
Er tað veruliga meiningin, at
tænastuveitarar skulu bjóða okk
um tænastur fyri nærum einki, og
so krevja pengar frá okkum við at
vit skulu gjalda fyri at gjalda eina
rokning? So er tað nakað um tað, at
vit kunnu liva av at klippa hvørjum
øðrum.
avgjaldsøði sum bjarging
– Ætlanin er útsett nakrar
ferðir, men vit eru klárir. Vit
hava leigað høli á Sandvíkar
hjalla og lata upp beint eftir
nýggjár.
Tað sigur Andreas M.
Andreasen, sum verður dag
ligur leiðari hjá Thansen í
Føroyum.
T. Hansen er stór donsk
handilsketa, sum selur eyka
lutir til bilar, sum selur prutl
og súkklur og dekk og mangt
annað.
Tað var danin Bent Jen
sen, sum stovnaði fyritøk
una fyri 25 árum síðan. Tað
er higartil vorðið til 77 deild
ir í Danmark, har fyritøkan
umframt eyklutir til bilar
selur amboð, súkklur, skut
arar, dekk, felgur, bilstólar
og nógv ymiskt annað. Høv
uðsdeilin hjá T. Hansen er á
30.000 fermetrum í Middel
fart.
T. Hansen fer at halda
til á 1.400 fermetrum í stóra
vinnubygninginum á Hjalla,
har sum 360 í sínari tíð var.
– Vit hava stórar ætlanir
í Føroyum og eru spentir
upp á handilin á Hjalla, sigur
Andreas M. Andreasen, sum
hevur yvir 40 ára royndir í
fakinum. Hann hevði í mong
ár handilin AMA, sum seldi
lutir til bilar. Fyri nøkrum ár
um síðani seldi hann fyritøk
una, sum seinni aftur er selt
til FTZ í Danmark og, er hon
nú deild undir FTZ.
Føroyska felagið hjá T.
Hansen, sum eitur P/F than
sen, varð stovnað 10. oktober.
Stjóri er eigarin sjálvur, Bent
Jensen og sonur hansara,
Preben Jensen er nevndarfor
maður. Felagið hevur 500.000
krónur í partapeningi, og
endamál felagsins er at reka
handil við eykalutum og
tilhoyr til bilar, motorsúkklur,
skutarar og súkklur og annað
virksemi í hesum sambandi
Á Sandvíkarhjalla verður
handilin 500 fermetrar og
eykalutagoymslan 900 fer
metrar. Eisini verður høli í
kjallaranum, har fyritøkan fer
at montera dekk fyri kundar,
sum keypa dekk frá teimum.
Lata upp á nýggjárinum
Er tað rætt, at vit skulu
gjalda fyri at gjalda rokningar?
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Í samband við kommunu
valið skipar SMS fyri ym
iskum kvøldartiltøkum á
Torginum, 25. oktober, 4.
november og 7. november.
Fyrsta tiltakið byrjar
týskvøldið, í annaðkvøld,
klokkan 19.30. Evnið til
hetta tiltakið er, borgar
stjórarnir og tingið.
Nógv kjak hevur verið
undan kommunuvalinum
hesaferð um, hvønn leiklut
borgarstjórarnir í teimum
29 kommununum hava.
Hvør er munurin at sita
við ovastu leiðsluni í stóru
og meðalstóru kommunu
num og í einum av teimum
heilt smáu kommununum?
Og er tað soleiðis, at tað
er rætt, at ein borgarstjóri,
sum situr fulla tíð fyri
fulla løn eisini kann sita í
Løgtinginum, sum er evsta
lóggevandi valdið í landi
num.
Á fundinum verða borg
arstjórar spurdir um hesi
viðurskifti fyri at vita, hvat
teir sjálvir halda um hesi
viðurskifti.
– Vit fara eisini at tosa
um, um tað eru býráðini,
sum skulu avgera um borg
arstjórarnir hava ein dup
ultan leiklut – ella um lóg
skal gerast fyri hesum.
Møguleikarnir eru nógv
ir og meiningarnar eru ym
iskar, men kom á Torgið í
SMS og set borgarstjóru
num spurningar.
Signar í Homrum fer at
gera løtuna hugnaliga við
nøkrum av sínum fólka
kæru sangum.
Árni Gregersen verður
orðstýrari í hesum spenn
andi orðaskifti.
Stóra danska billuta handilsketan, »thansen« letur í næstum upp deild í Føroyum
Býráðsval á
Torginum í SMS