Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. oktober 2016síða 3

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 17. oktober 2016 · Nr. 122 Vilmund Jacobsen Tað var hin 20. oktober í 1956, at Mikkjal Dánialsson á Ryggi, andaðist, 77 ára gamal. Í samband við, at tað um dagarnar eru seksti ár síð­an, at mentamaðurin and­að­ ist – og 137 ár síðan, at hann var føddur – skipa Vága Dansi­felag og Visit Vágar dag­arnar, 29. og 30. oktober fyri framsýning, kvøldsetu, kirkjugongd, sálmasangløtu og almennum barna- og vaksna­mannadansi. Mentamaðurin, sum læt so nógv dygdargott og fjøl­ broytt úr hondum, varð fødd­ur hin 17. oktober í 1879. Fyrireikararnir hava lagt eina skrá fyri báðar dagarnar til heiðurs fyri skaldið. Nógv forvitnisligt Heiðurstiltakið byrjar 29. oktober klokkan 15, tá fram­ sýning letur upp í Miðvágs skúla, og hetta tiltak verður opið til klokkan 18. Klokkan 19 sama kvøld verð­ur kvøldseta í Marg­ høll­ini í Sørvágs skúla við eitt nú felagssangi, práti um Mikkjal í gerandislívinum og upplestri. Á tiltakinum luttekur eisini Vágakórið. Hin 30. oktober byrj­ar við morgunmati í kirkju­kjall­ ar­anum í Miðvági klokkan 10, og klokkan 11 verður minn­ingargudstænasta um skaldið í Miðvágs kirkju. Sálmasangur verður eisini í Miðvágs kirkju klokkan 15, og tá fer eisini Vágakórið at lut­taka. Klokkan 17 letur fram­sýn­ ingin í Miðvágs skúla upp­ aftur, og klokkan 19 verður almennur barnadansur í Beitinum í Miðvági - og kvøldið endar við almennum før­oyskum dansi í Beitinum. Nógvar eru tøkkirnar Dánjal Jákup Jørgensen, sum er formaður í Vága Dansi­ felag, sigur, at tað eru nógvar góðar kreftir, sum hava gjørt tiltakið so fjølbroytt og for­ vitnisligt. – Tað er Miðvágs Forn­ minna­felag, sum eigur fram­sýningina, og tað er Mið­vágs kirkjuráð, sum bjóð­ar morgunmat og letur kirkjuna til gudstænastuna. Vegna Vága Dansifelag og Visit Vágar ynskir Dánjal Jákup Jørgensen at takka øllum, sum hava stuðlað und­ ir og hava tikið eina hond í. – Vit takka eisini Sørvágs skúla og Skúlanum á Gilja­ nesi, sum lata høli – og ikki minst øllum teimum, sum hava brúkt tíð og orku til inni­hald og karmar um til­ takið, sigur hann. Lansdfundurin hjá Miðflokkinum Landsfundur Miðfloksins verður á Hotel Vágum fríggjadagin 25. november kl. 17.00. Skrá sambært viðtøkunum. Floksstjórnin Heiðurstiltak fyri Mikkjal Dánialson á Ryggi 29. og 30. oktober verður stórt heiðurstiltak í Vágum um mentamannin, Mikkjal Dánialson á Ryggi – Tað eru nógvar góðar kreftir, sum hava gjørt tiltakið so fjølbroytt og forvitnisligt, sigur formaðurin í Vága Dansifelag, Dánjal Jákup Jørgensen Mynd: Birgir W. Høgnesen POLITISK ORRUSTA Í REINSARÍNUM KOM VIÐ MIÐLAHÚSINUM TIL EITT STUTTLIGT, SPENNANDI OG ØÐRVÍSI POLITISKT HUGNAKVØLD Í REINSARÍNUM VIÐ SKEMTI OG ÁLVARA HÓLMGONGA MILLUM FLOKKARNAR TAÐ VERÐUR HVAST, STUTTLIGT OG ÁHUGAVERT VALEVNINI Í HEITA STÓLINUM VIÐ ÁRNA GREGERSEN OG EIRIKI LINDENSKOV SÍGGJAST Í REINSARÍNUM LEYGARKVØLDIÐ 5. NOVEMBER! Eg lovi at Nú er tíð uppá at eg haldi avgjørt NÚ SKAL