Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. oktober 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Barbara Holm Tað er ein frísk og løtt Sigrún Brend, sum trínur inn í Miðlahúsið hendan góðveðursdagin. Í dag eru fetini løtt og hugurin góður. Tí Sigrún hevur fingið at vita, at hon er lekt fyri krabbamein. Lækn­arnir fingu alt og í dag eru ein­astu sjónligu arrini lítla reyða strik­an, sum gongur frá høgru síðu av pannuni, oman undir eyga og fram­við nøsini og endar niðarliga á høgra kjálka. Í dag er hon við gott mót. Orðini “tú hevur krabbamein” gera nakað við ein persón í bestu árum. Hóast tú veitst, at tú ikki fert at doyggja, so kanst tú lættliga fara har út sum krákurnar venda reint sálarliga. Tað gjørdi Sigrún Brend eisini, hó­ ast hon í fyrstu løtuni tók tað ógvu­ liga avslappað. Boðini komu til ein dyst millum Kyndil og Neistan. Vildi hava hvíta fylgisveinin burtur Tað byrjaði alt við, at Sigrún Brend hevði ein hvítan blett á høgra kjálka. Brádliga byrjaði bletturin at vaksa í vavið og Sigrún gjørdist meira og meira irriterað inn á hend­ an hvíta blettin. Hann gjørdist so stórur, at trupult var ikki at hugsa um hendan stóra hvíta fylgi­svein. So í 2014 fór Sigrún til húð­lækna umvegis ávísing frá komm­unu­ lækna. - Eg fekk tíð hjá húðlækna á Landssjúkrahúsinum. Hann hugdi eftir merkinum, tók biopsi av húð­ ini har og tók burtur tvey móð­ur­ merki. Hann fekk tó svar um, at har var einki galið, sigur Sigrún Brend. Tað skuldi eitast bert at vera bruni í einum hársekki sum at kalla einki skuldi gerast við. Men tvey ár seinni var Sigrún tó avgjørd um, at nú skuldi hvíti fylgisveinurin kortini takast burt­ ur. - Eitt sindur forfongiligur er man allíkavæl, so eg hugsaði, at eg tímdi ikki at hyggja uppá tað long­ ur, sigur Sigrún Brend. Hon varð send til ein plastik­kir­ urg hjá Landsjúkra­húsinum, men av tí, at einki var galið við hvíta blett­inum, so vildu tey ikki taka Sig­rúna framum sjúklingarnar. Í vár í ár gekk leiðin til privatu klinikk­ina Artharmonia, eisini um­ vegis kommunulækna, og Eliesar Ol­sen, lækni, hugdi eftir blettinum. Sá okkurt var áfatt - Eg sá á honum (skurðlæknanum, red) beinan vegin, at honum dámdi ikki, hvussu bletturin sá út. Men hann segði einki og eg segði einki. Hann skar tó tað hvíta av og sendi tað til Danmarkar til kanningar, sigur Sigrún Brend. Áleið 14 dagar seinni ringdi tele­ fon­in, meðan Sigrún Brend seldi atgongu­merki í Høllini á Hálsi. Hon hevði bundi seg til at selja atgongu­ merki fyri Neistan, tí kvinn­urnar spældu dyst tá. - So ringdi Eliesar og bað meg koma niðan, tí hann skuldi tosa við meg. Boðini vóru “tú hevur krabba­ mein”, sigur Sigrún Brend. Praktiska síðan av henni traðk­ aði inn og hon setti seg í bilin og koyrdi oman aftur í Høllina á Hálsi at selja seinastu atgongumerkini. - Eg minnist eg hugsaði áveg oman aftur, um tað veruliga var eg, sum hevði fingið krabbamein. Man heldur altíð, at tað eru onnur, sum blíva rakt, ikki ein sjálvur, sigur Sigrún Brend. Eliesar Olsen hevði tá eisini boð­ að frá, at hann hevði tikið eitt fitt pettið av hvíta blettinum burtur, men kanningarnar vístu, at hann ikki hevði fingið alt krabbameini burtur og tí var neyðugt at leggja Sigrúna undir skurð. Trupult at siga tað við børnini Við hesari lívsbroytandi kunning­ ini fór Sigrún oman aftur at selja atgongumerkini og eftir tað for­ taldi hon manninum um sína heilsu. - So vóru tað bara vit bæði, sum vistu tað ordiliga leingi. Tað ringasta var, at siga tað við børnini, minnist Sigrún Brend afturá. Hon eigir fýra synir. Tveir teirra ganga í skúla í Danmark, ein teirra býr í Eysturríki, meðan tann yngsti framvegis gongur í fólkaskúla her heima. - Eg mátti veruliga psyka meg upp til at ringja. Og tá eg so ringdi og segði teimum, hvussu var, so var eg so yvir positivt, at teir ikki vistu, hvat teir skuldu halda, minnist Sigrún afturá. Fleiri ferðir var hon ávegis upp á kamarið hjá yngsta soninum at greiða honum frá støðuni, men hvørja ferð steðgaði hon sær sjálv­ ari, tí hon var ikki til reiðar. Tá dreingirni høvdu frætt boðini vóru tað at kalla eingi onnur, sum fingu sannleikan at vita. Men tá Sigrún skuldi sjúkrameldast og leggj­ast undir skurð, varð hon noydd at greiða tíðindaleiðaranum í Kringvarpinum frá støðuni. So smátt byrjaðu fólk at fáa fræn­ir av álvarsomu støðuni og lívið sum krabbameinssjúklingur var brád­ liga meira veruligt enn nakran­tíð áður. - Tað ringasta var, tá fólk tóku synd í mær og byrjaðu at spyrja um, hvussu eg hevði tað. Tá kláraði - Eg visti væl, at eg ikki fór at doyggja av tí, men kortini var eg heilt har niðri, at eg hugsaði um jarðarferðina, hvør skuldi koma til hana og hvørjar sangir skuldu syngjast, greiðir Sigrún Brend frá - Tað ringasta var, tá fólk tóku synd í mær og byrjaðu at spyrja um, hvussu eg hevði tað. Tá kláraði eg ikki at halda mær - LEGÐI MÍNA JARÐARFERÐ TIL RÆTTIS Sigrún Brend fekk húðkrabba Mánadagur 24. oktober 2016 · Nr. 122 SAMRØÐA