mánadagur 24. oktober 2016síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 24. oktober 2016 · Nr. 122
SAMRØÐA
eg ikki at halda mær, sigur Sigrún
Brend.
Gekk skjótt eftir boðini
Hendan dagin eftir tungu boðini fór
eitt maskinarí í gongd, har Sigrún
var høvuðspersónur og dugnaligu
starvsfólkini á Landssjúkrahús
inum vóru arbeiðshestarnir.
- Eliesar greiddi mær frá, at eg
skuldi fara á Landssjúkrahúsið,
tí tey bíðaðu eftir mær har, sigur
Sigrún Brend.
Hon so gjørdi og innan 14 dagar
varð hon skurðviðgjørd tvær ferðir
og allur krabbin varð tikin.
- Fyrst varð eg løgdu undir skurð
einaferð og áðrenn skurðlæknin
vildi seyma opið saman, vildi hann
vita, um tey høvdu fingið allan
krabban. So eg gekk við einum stór
um holi í kjálkanum í eina viku, sig
ur Sigrún Brend.
Men tað vísti seg, at allur
krabbin fór ikki fyrstu ferð, og tí
var gott, at læknin hevði bíðað við
at gera seg heilt lidnan.
- Seinnu fer gekk tað ordiliga
væl og alt varð tikið, minnist Sigrún
lættað afturá.
Fyrru ferð var bara holið í kjálk
anum, sum sást. Men aðruferð fór
eitt stórt stykkið úr andlitinum og
læknarnir togaðu húðina fram, fyri
at dekka.
- Eg minnist eg var lætta fyrstu
ferð eg vaknði úr narkosu, og føldi
bara hetta holið í kjálkanum. Men
aðruferð føldi eg stóra skurðin og
hevði sjálvandi blandaðar kenslur
um tað, sigur Sigrún Brend.
Á Landssjúkrahúsinum upplivdi
Sigrún tað sum, at hon var í ógvu
liga góðum hondum.
- Eg má siga, at tað var ótrúliga
professionelt, og eg kendi meg av
bera trygga allan vegin ígjøgnum,
sigur Sigrún Brend.
Var heilt har úti
Innan ein mánað var Sigrún Brend
frísk, sjúk við krabbamein, skurð
viðgjørd tvær ferðir og síðani
frísk aftur, men við púra broytt
ari útsjónd. Tá tosað verður um
kensluligar rutsjibanar, so er neyv
an nógvir, sum eru ógvusligari enn
hesin hjá krabbasjúklingum. Og tað
merktist.
- Eg var heilt har niðri, har man
hugsar um jarðarferðina. Eg hugsað
um hvør skuldi vera har, og at eg
vildi hava sangin “hjørtur hyggja
tráandi”. Slíkt mól í heysinum. Tað
var býtt, men soleiðis hevði eg tað,
sigur Sigrún Brend.
Nakrir dagar vóru tungir, tað
viðgongur Sigrún Brend í dag.
Serstakliga tá ið fólk spurdu inn
til sjúkuna, var tað tungt at bera.
Kenda andlitið í føroyska miðla
heiminum fær, sum vera man,
nógvar fyrispurningar og prát um
veður og vind. Og í byrjanini elvdi
almenni áhugin til, at Sigrún ikki
vildi út.
- Eg hevði nakrar dagar, har eg
bara hevði hug at liggja í songini.
Og eg vildi so illa út við stóra skurð
inum, tí so fóru fólk at spyrja og eg
visti ikki, hvat eg skuldi siga, sigur
Sigrún Brend.
Tá talan er um krabba í andlit
inum er tað trupult at fjala og har
við trupult at hitta fólk og ikki fáa
- Eg fann út av, at eg kundi
ikki brúka tað til nakað, at
taka synd í mær sjálvari
Sigrún Brend til arbeiðis í útvarpinum hjá Kringvarpinum, har hon dagliga starvast við tíðindum
MYND: ÁLVUR HARALDSEN