Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. oktober 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. oktober 2016 · Nr. 122 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SAMRØÐA eina viðmerking ella báðar tvær. - Eg tók meg saman. Fór upp, und­ir brús, smurdi mær og fór so ein langan túr. Tá møtti eg onkrum, sum spurdi, hvat var hent og eg fór at gráta. Men so fór eg til eina vinkonu og græt meg lidna og gekk víðari, minnist Sigrún afturá. Fyri hana hevði kensluligi rutsji­ banin tað ávirkan, at hon byrjaði at síggja lívið og løturnar heilt øðrvísi enn áður. - Eg fann út av, at eg kundi ikki brúka tað til nakað, at taka synd í mær sjálvari. Eg havi fýra stór børn, og eg kundi ikki lata sjúkuna hjá mær ganga út yvir nakran annan. Tí tók eg meg saman og valdi at njóta lívið meira. Eisini um nú var, at tað var mín síðsta stund, sigur Sig­rún Brend, sum eisini er sera takksom fyri stóra stuðulin frá manninum, børnunum og vinum. Óvist hvat hendir við Degi&Viku Í mong ár hevur Sigrún Brend ver­ ið andlitið í føroysku sjónvarps­ tíð­indunum. Í dag er hon tó ikki at síggja á skíggjanum, og ivasamt er hvussu verður við tí framyvir, tí andlitið er framvegis eitt vet við­ tikið av sjúkuni. - Eg havi roynt okkurt smyrsl, sum kann fjala tað reyða, men eg veit ikki, um skuggarnir av skurð­ inum kunnu fáast heilt burtur, sigur Sigrún Brend. Hon hevur tó fingið at vita frá einum plastikkskurðlækna á Lands­sjúkra­húsinum, at arrið verð­ ur munandi penari við tíðini. - Eg trívist væl við tíðindunum í útvarpinum, men mær dámdi eis­ini ótrúliga væl sjónvarpstíðindini. Nú fáa vit at síggja, sigur Sigrún Brend um arbeiðslívið framyvir. Í dag er Sigrún frísk og við gott mót. Tað eru nú fimm mánaðir síð­ ani seinastu skurðviðgerðina og hon hevur lært seg at njóta lív­ið meira, og at liva í nú’inum. Nak­ að, sum tú kanska ikki kann fáa tam­ar­hald á, uttan so, at ein lívs­ kreppa av onkrum slag kemur á teg. Í november skal Sigrún aftur til kontrol. Hon kennir á sær, at hon er frísk fyri krabbamein. Og hon stúrir ikki fyri, hvat læknarnir fara at siga. - Um okkurt er galið aftur, so taka vit tað bara harfrá, sigur Sig­ rún Brend. Her hevur Sigrún Brend fingið fyrstu húðroyndina tikna og tað sæst nakað á kjálkanum Soleiðis sá út, tá ið Eliesar Olsen, skurðlækni, hevði tikið hvíta blettin av. 14 dagar eftir hetta gjørdist greitt, at krabbi var í húðini Fyrsta skurðviðgerðin viðførdi eitt stórt hol í kjálkanum hjá Sigrún, meðan bíðað varð eftir kanningunum, sum skuldi siga, um allur krabbin varð tikin burtur. Hetta tí, at varð kjálkin seymaður aftur fyrstu ferð og síðani opnaður aftur, so var vandi fyri, at húð mátti tak­ast frá øðrum pørtum av and­lit­inum til at dekka skurðin Soleiðis sá út stutt eftir seinnu skurðviðgerðina á Landssjúkrahúsinum, sum fekk allan krabban burtur Ein mánað eftir seinnu skurðviðgerðina og enn sæst skurðurin væl Tveir mánaðir eftir skurðviðgerðina Tríggir mánaðir eftir skurðviðgerðina