Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. oktober 2016síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 24. oktober 2016 · Nr. 122 MAMMOGRAFISKANNINGAR Barbara Holm Er tað gott ella ringt, at sjúkra­hús­ verkið nýtur nógvar pengar uppá at kanna kvinnur fyri krabba­mein? Tað er ein spurningur, sum helst er torførur at svara og sum deildar meiningar eru um. Í Vikuskiftis Sosialinum í síðstu viku skrivaði Eivind Warberg, skurð­lækni, at hann ikki helt rað­festingina verða rætta, tí tað mammografi screening ikki riggar sum tað skal, tí tað millum annað ikki viðførir ein niðursettan deyða­ títteika. Hann skrivar, at talið á kvinn­ um, ið doyggja av bróst­krabba er fallandi, men tað er ikki vegna mammografi-screen­ing. Talið er eisini fallandi har mammo­grafi- screening ikki er rað­fest. Eivind Warberg sigur, at tað er fyrst og fremst ein sam­an­seting av kann­ ing­ar- og viðgerðarmøguleikum, ið hevur havt ein fallandi deyða­títt­ leika við sær. Í summum førum hevur screen­ ingin við sær, at kvinnur verða viðgjørdar fyri svullir, ið ikki eru vandamiklir. - Vandin tá er, at við­ gerðin hevur hjáarin við sær, ið kvinnan kundi verið spard fyri, sigur han. Eivind Warberg, skurðlækni, mælir í staðin til, at sjúkrahús­ verkið heldur skuldi bygt eitt tvør­ fakligt toymi av skurðlæknum, rønt­genlæknum, patologum, onkol­ og­um osfr. - Harafturat kundi man gjørt so­kallaðar pakka-gongdir sum hini Norðurlondini hava innan nógv­ ar krabbameinssjúkur. Tað sum liggur í hesum er, at tað verður tíð­ arfest hvussu lang tíð skal ganga frá illgruna um krabbamein til kanning, útgreining og viðgerð ferð í gongd. Øll sjúklingagongdin verður sæð sum eina heild har tað verður tíðarstaðfest hvussu long tíð skal ganga millum hvørt liðið. Hetta fyri at fáa sjúklingin skjótt og gott ígjøgnum alla sjúkugongdina. Ein smidlig samskipan av allari gongdini. Til frama fyri sjúklingin, sigur hann. Hevur ikki fingurin á pulsinum Súsan Joensen finst at tí, sum Eivind Warberg sigur í tíðargrein­ ini. Súsan Joensen, ið sjálv hevur havt krabbamein og uppliva skip­ anina, ið fer í gongd, tá ein hevur krabbamein, sigur, at kritikkurin frá skurðlæknanum ikki er rættvís.  - Mammografi-screening er bert ein lítil partur av einum størri heild. Eivind Warberg rakar við síð­ur­nar av í sinum kritikki. Frá tí at kommnu­læknin sendi meg víð­ ari til eg bleiv skurðviðgjørd gekk stutt tíð og eg havi bert gott at bera sjúkra­hús­verk­inum, sigur Súsan Joensen.  Durita Tausen, forkvinna í nevnd­ini í krabbameinsfelagnum, vil ikki viðmverkja ítøkiliga til grein­ina hjá Eivind Warberg. - Vit fyrihalda okkum bara til krabba­meinsætlanina og taka und­ir við henni. Hon nevnir eis­ini mammografi-screening. Tó vil eg siga, at vit sjálvandi vilja hava eina so góða heildarloysn til krabba­ meins­sjúk­lingar sum gjørligt, sig­ur Durita Tausen. - SKURÐLÆKNI OG KRABBA­MEINS­SJÚK­ LINGUR ÓSAMD - Raðfestingin hjá sjúkrahúsverkinum viðvíkjandi mammografi skanningar er skeiv, sigur Eivind Warberg, skurðlækni. Men Súsan Joensen, sum hevði bróstkrabba, er als ikki samd. – Mammografiskanning er bara ein heilt lítil partur í einari stórari heild, sigur hon Mammografi skanning í Føroyum Eivind Warberg, skurðlækni