Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. oktober 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 17. oktober 2016 · Nr. 122 hand­klæðið í ringin, tí arbeiðsumstøðurnar verða ótol­andi, og so rapar alt kort­ húsið. – Og fara vit ein túr runt í heilsuverkinum, leggja vit skjótt merki til, at har er ikki sørt av mótloysi í staðin fyri grammleiki og fram­ takshugur, legg­ur formað­ur­ in í Læknafelagnum afturat. Mugu vakna Í Læknafelagnum vóna tey staðiliga, at umsitingarliga, og politiska, skipanin av álvara vakna nú og kenna sína vitjanartíð. – Tann mest átrokandi trupulleikin at loysa, er trot­ ið á serlæknum, sigur Pál Weyhe. Og í Læknafelagnum eru tey sannførd um, at fyrsta stigið eigur at vera at leggja eina 10 ára serlæknaætlan. Læknafelagið hevur áður skotið upp, at ein serlig játt­ an eigur at verða sett av á fíggjarlógini til serlæknar burturav. – Tað merkir, at serlækn­ astørvini skulu setast á stovn og í hesum sambandi eiga tilsamans 50 milliónir at verða settar av til hesa serlæknaætlanina Og hetta skal vera ein játtan, sum er markað til ser­ læknar, so at læknar altíð kunnu setast í starv, so hvørt teir eru tøkir. Tann besti mátin at vísa læknum, og teimum, sum lesa til lækna, at vit meina hetta í álvara, er at seta pening av, og at marka teir til serlæknar burturav. Pál Weyhe fegnast um, at á fíggjarlógini fyri næsta ár, eru fimm milliónir settar av til endamálið, og at ætlanin er at seta hesa upphædd av í fýra ár. – Tað er so avgjørt eitt stig á rætta vegnum, men tað er ikki nóg framsøkið, staðfestir hann. Hann sigur, at tað er so ringt at fáa fatur á læknum, at manglandi fígging má ongantíð vera ein forðing fyri at vit kunnu seta ein lækna í starv. – Vit mugu ongantíð koma í ta støðu, at vit ikki kunnu seta ein lækna, tí oljan er vorðin so dýr, at játt­ anin er uppi, sigur hann. – Tí skulu vit hava eina serliga játtan, sum er markað til serlæknar burturav. Ikki í nóg stórum álvara Formaðurin í læknafelag­ num sigur, at tey góðu tíð­ indini eru, at tað eru yvir 100 ungir føroyingar, sum lesa til lækna. – Spurningurin er bara at hava so góð tilboð til teirra í Føroyum, at tey vilja koma hendavegin at arbeiða eftir loknan lestur, heldur enn at lata seg tøla av glæsiligur stórbýunum úti í stóru verð. Men vit kunnu bara lokka tey hendavegin, kunnu vit samstundis vísa teim­um, at vit hava eina heilt mið­vísa ætlan, og at tey kunnu fáa eitt gott lív við at flyta til Før­oya, ann­ars fara tey aðra­ staðni, har arbeiðs­byrðan ikki er ótolandi. Pál Weyhe sigur sostatt, at tann trupulleikin, sum er mest átrokandi at loysa, er at tryggjað, at tað fakliga støðið í okkara heilsuverkið er á nóg høgum stigi. Og vit mugu tryggja okk­ um tann neyðuga, fakliga hópin, tí tað er sjálv grundin undir okkara heilsuverki, og skinklar hon, rapar alt húsið. Tað gerst bara við at tryggja okkum eitt støðugt heilsuverk við nóg stórum tali av føstum serlæknum, heldur enn at dúva upp á vikarar, sum eru dýrir og ikki gagna samanhanginum í viðgerðini. Men hann heldur ikki, at tann avbjóðingin verður tikin í nóg stórum álvara. – Ístaðin fyri at tosa um tann mest átrokandi trupul­ leikan, halda vit fram at standa og tøva í spurn­ing­in­ um um talið á sjúkra­hús­um, og at samskipa virk­semið á teimum trimum sjúkra­ húsununum. – Men loysa vit ikki trupul­leikan við troti á ser­ læknum, verður skjótt onki at samskipa, leggur hann turris­liga afturat. Hann heldur, at tað tykist sum um at bæði almenn­ ingur, og politikarar, bara eru upptikin av at verja síni lokalu sjúkrahús, og hugsa als ikki um dygdina í sjúkra­ húsverkinum. – Men tað gera sjúkling­ arnir, tí fyri tann, sum er illa sjúkur, hevur lokalsjúkrahús ella ikki, ongan týdning yvir­ høvur, tí har er tað bara heilsu­bótin, ið telur. – Men støðan hjá politik­ arunum til heilsuverkið, er ógvuliga sjáldan grundað á nakað veruligt, fakligt innlit. – Politikarar lurta eftir, tí teir halda, at almenningurin heldur og tað er í besta føri grundað á nakrar óhepn­ar sjúkrasøgur og ikki á nakað fakligt innlit í heilsu­verk, sigur formaðurin í Lækna­fe­ lagnum. – Sostatt eru fortreytirnar fyri kjakinum um heilsu­ verkið púra skeivar, og her má broyting koma í, leggur Pál Weyhe afturat. OG VÓNBROTIN HEILSUVERKIÐ Fyri tann, sum er illa sjúkur, hevur lokalsjúkrahús ella ikki, ongan týdning yvirhøvur Hendan greiningin ikki gjørd, áðrenn pompøsa overturan varð skrivað