mánadagur 24. oktober 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. oktober 2016 · Nr. 122
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SKÚLABYGGING
Árni Gregersen
Slakar 20.000 fedrmetrar er nýggi
miðnámsskúlin, Glasir, sum verður
bygdur í Marknagili í Havn.
Bygningurin skal hava tríggjar
skúlar inni: Tekniska skúla, Føroya
Handilsskúla og Føroyra Studenta
skúla við tilsamans 1300 næming
um.
Eftir ætlan so skuldi hendan
Føroya størsta verkætlan higartil,
vera klárur at taka ímóti næming
um eftir summarfrítíðina í 2017,
men ávegis hava verið ymiskir
trupulleikar, sum hava tikið nakað
av tið at loysa.
Millum annað hevur høvuðs
arbeiðstakarin TG Verk tikið síni
fólk úr bygninginum, tí felagið
liggur í stríð við Landsverk um
ymiskt viðvíkjandi byggingini og
sigur seg hava 70 milljónir til góð
ar hjá Landsverk, sum umboðar
almenna byggiharran .
Hendan ósemjan er løgd fyri ein
gerðarætt.
Ein annar trupulleiki er, at ein
undirveitari hjá arkitekterktafyri
tøkuni BIG er farin á húsagang. BIG
er heildarráðgevi í sambandi við
byggingina av skúlanum og hevur
eisini teknað skúlan.
Reisigildi var 5. juli
Bygningurin er risastórur og gólv
fermetrarnir eru slakir 20.000 í tali.
Reisigildi var hildið í summar tá
allar seks hæddirnar vóru komnar
upp.
Í seinastu viku var sagt av ting
sins røðarapalli, at bygningurin er
minst eitt ár seinkaður, tí har eru
so nógvir skeivleikar í bygging
ini, at tað fer at taka drúgva tíð at
rætta teir.
Hetta var sagt, tá ið tingið tók
støðu til at játta meira pening til
skúlan til upphiting. Tingið játtaði
pening, so skúlin kann hitast við 80
prosentum av jarðhita og 20 pro
sentum fjarhita.
Myndamaðurin og undirritaði
vóru hósdagin inni í bygninginum
og hugdu at, hvørjir skaðar vóru at
síggja, sum kunnu grundgeva fyri,
at arbeiðið verður so nógv seinkað.
Vit fingu at vita á plássinum, at
tað sjálvandi seinkar, tá ið høvuðs
arbeiðstakarin fer av plássinum við
øllum arbeiðsfólkinum, men arb
eiðið heldur fram við fullari ferð.
14 arbeiðstakarar eru nú og
okkum var sagt, at Landsverk hev
ur møtt vælvild frá øllum byggifyri
tøkum, sum nú eru bidnar at taka
eina hond í.
Tey fólkini frá Landsverk, sum
vístu okkum runt søgdu, at alt
tos um, at talan verður um eina
seinking uppá eitt heilt ár er heilt
burtur við, hóast talan kann vera
um eina minni seinking.
Sum myndirnar, sum Álvur Har
aldsen, myndamaður, hevur tikið,
vísa, so síggjast ongir sjónligir skað
ar, sum annars ikki eru at síggja í
einum byggjarí.
Lat tað tó vera sagt, at hvørki
journalistur ella fotografur eru
serkønir innan byggifrøði.
Okkara fatan er, at talan er um
eitt spennadi og øðrvísi byggjarí,
sum fer at geva næmingum og
lærarum á øllum trimum skúlum
ótrúligar umstøður í mun til tað,
sum vit higartil hava kent frá mið
námsskúlunum.
Hvussu nógva tíð og orku rætt
arsakir og gerðarættir fara at taka
er enn óvist og um skúlin verður
dýrari enn tær 523 milljónirnar,
sumeru avsettar, ber heldur ikki til
at siga í dag.
Umframt at bygningurin inni
heldur tríggjar skúlar, so er eisini
hópin av verkstøðum og serstovum,
umframt at har er ein ítróttarhøll
við fullum hondbóltsvølli.
REPORTAGA FRÁ GLASI:
- EINGIN ÁLVAR
SOM SEINKING
AT SÍGGJA TIL
- Hóast talan er um gerðarætt og seinkingar, so gongur arbeiðið við Glasir
framvegis við fullari ferð. Sosialurin hevur vitjað mest umrødda bygningin í
Føroyum í hesum døgum, og at síggja til, er einki hald í ákærunum um byggisjusk